Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 215 - 7. november 2006 tíðindi Ímóti: Sosialurin hevur tosað við alla tingmanningina og spurt, um teir ætla at atkvøða fyri ella í móti uppskotinum um, at samkynd skulu fáa pláss í revsilógini ella ikki, og okkurt er, sum bendir á, at uppskotið møguliga kann fella. Og tó, so siga metingar frá tingmonnum blaðið hevur tosað við, at uppskotið fellir SAMKYND Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í dag kl. 13.30 byrjaði við­ gerðin í løgtinginum um, hvørt samkynd í Føroy­ um skulu vera vard av revsi­lógini, um “kynslig orientering” skal skoytast upp í grein 266 b í revsi­ lógini. Fyri einum ári síðani var sama evni viðgjørt á tingi. Tann 2. november í 2005 løgdu Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal fram uppskot við sama lógarteksti, sum uppskotið í dag hevur, ið skuldi tryggja samkyndum her heima betur sømdir. Tann 20. desember varð so atkvøtt um uppskotið, sum fall. Tá atkvøddu 20 ímóti uppskotinum og 12 fyri. Ongin atkvøddi blankt. Kjakið um viðurskiftini hjá samkyndum í Føroyum tagnaði kortini ikki av hes­um, og fyri sløkum tveimum mánaðum síðani kom veru­lig gongd aftur á máli. 17. oktober løgdu Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal so aftur uppskot fram, um at samkynd skulu verða vard av revsilógini, og í dag verður farið undir 1. viðgerð av málinum. Broytt støða Longu nú er greitt, at Kann e 17154 stuðla teim samkyndu 17154 undirskriftir handaði Nynne Nørup Edmund Joensen, løgtingsformanni, kl. 13.20 í dag. Undirskriftirnar eru savnaðar umvegis eina heimasíðu á internetinum, har Nynne Nørup á enskum hevur greitt frá støðuni í Føroyum, soleiðis øll kunnu verða kunnaði um støðuna í Føroyum og gera vart við sína ónøgd. Heimasíðan og listin við nøvnunum á hevur verið fyri atfinningum, men listin, sum nú er handaður, er nærlisin fyri villum og skeivum nøvnum og nógv nøvn eru tikin av listanum, sum Edmund Joensen fekk handaðan Fyri: ?