Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2006 5 tíðindi Rusk í skúlanum Landsmiðstøðin og Tórshavnar kommuna geva nú út undirvísingartilfar um umhvørvi við heitinum ”Rusk í skúlanum”. Í tí sambandi verður framløga í Landsmiðstøðini á Hoyvíksvegi 72 hósdagin kl. 13.30. Har fer Petur Ove Petersen á Landsmiðstøðini at greiða frá undirvísingartilfarinum, og Jógvan á Lakjuni, Elin Lindenskov, Jenny Lydersen, Bergmann Finnson og Petur Simonsen fara at siga nøkur orð um evnið. Formaður Fólka­flok­ sins er sannførdur um, at verða tey samkyndu nevnd í revsilógini, verður tað næsta, at samkynd eisini skulu hava rætt til skrásett parlag og rætt til viðgerð fyri barnloysi. Tí vil hann hava eina aðra loysn á málinum Samkynd í Føroyum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er rættiliga bláoygt at trúgva, at alt endar her. Anfinn Kallsberg, løg­ tingsmaður og formaður Fólkafloksins, er sannførdur um, at tað býr nógv meir undir uppskotinum um at verja samkynd enn vit kanska geva okkum far um. - Orsøkin til at hetta upp­skotið er ikki bara at verja tey samkyndu ímóti happing og forfylging, tí tað er ongin ivi í mínari verð um, at tað býr nógv annað undir. Formaður fólkafloksins er sostatt sannførdur um, at verður hetta uppskotið samtykt, er hetta bara byrj­ anin til at samkynd eisini skulu hava nógv fleiri og víðkað rættindi í Føroyum. - Tískil verður tað næsta, at samkynd eisini skulu hava rættindi til at ganga saman í skrásett parlag, til at ættleiða børn og til at fáa viðgerð fyri barnloysi. Hann sigur, at fjalda dagsskráin hjá Finni Helms­dal og Annitu á Fríð­ riksmørk verður best lýst við einum orðafelli hjá ein­ um politikara í tjóðveldis­ flokkinum. Hann vil ikki nevna politik­aran, men tjóðveldis­ maðurin segði, at tað ber altso ikki til at leypa útav á fimtu hædd og innaftur á fjórðu hædd. Ert tú fyrst lopin útav, er bara ein vegur og tað er heilt niður. Anfinn Kallsberg heldur, at hetta er ein ógvuliga beinrakin lýsing av støðuni og tað metir hann eisini, at viðgerðin í tinginum fer at prógva. Manna­rættinda­ sáttmálin órógvar Annfinn Kallsberg atkvøddi ímóti seinast, málið var til viðgerðar og sum hann hevur ikki broytt støðu sum so. Hinvegin ásannar hann, at tað órógvar hann almikið, at verða tey samkyndu ikki betri vard, kann hetta tulkast sum brot á manna­ rættindasáttmálan. Og tað er álvarsmál. Men fyri at byrgja upp fyri tí, fer formaður fólkafloksins at seta fram eitt heilt annað uppskot í Løgtinginum. Og hann sigur, at hetta er eitt uppskot sum tryggjar, at ongin kann skuldseta okk­ um fyri at bróta manna­ rættindini, hóast samkynd ikki beinleiðis verða nevnd. - Tað kann lættliga ger­ast við at broyta revsi­lógina so at grein 14 í mannarættinda­ sáttmálanum verður bein­ leiðis sett í revsilógini. - Og tað verður mítt uppskot í Løgtinginum, stað­ festir Anfinn Kallsberg. Grein 14 í mannarættinda­ dómstólinum sigur á donsk­ um, at rættindi og frælsi hjá fólku skulu tryggjast ”……unden for­­skel på grund af køn, race, farve, sprog, religion, politisk eller anden over­bevis­ ning, national eller social oprindelse, tilhørs­forhold til et nationalt mindretal, formueforhold, fødsel eller ethvert andet forhold” - Seta vit hesa grein­ ina í mannarættinda­sátt­ málanum beinleiðis í revsi­ lógina, eru rættindini hjá samkyndum, eins og øllum øðrum, tryggja, uttan at ein tann einasti bólkur verður beinleiðis nevndur. Formaður fólkafloksins sigur, at verður hetta sett í revsilógina, kann ongin skuldseta okk­um fyri at broyta manna­rætt­ indasáttmálan. Tað er eisini greitt, at Anfinn Kallsberg verð­ur neyvan einasti fólka­floks­ maður við hesum upp­ skotinum, tí eisini aðrir hava róð á sama borðið, eitt nú Jørgen Niclasen, formaður fyri tingmanningina hjá flokkinum og Heðin Zachariasen, tingmaður. Fara uttan iva at muta ímóti Men Anfinn Kallsberg sigur, at politisku mótstøðumenn hansara í Løgtinginum, fara uttan iva at muta ímóti við teirri grundgeving, at tað ber ikki til at broyta eina danska lóg so nógv. - Tað gevur okkum tveir møguleikar. Antin kunnu vit samtykkja tað kortini tí tað verður torført hjá dønum at muta ímóti, at ein grein í sjálvum mannarættinda­ sáttmálanum verður sett beinleiðis í revsilógina. Gera teir tað, mugu teir eisini greiða frá, hvussu teir kunnu hava eina lóg, sum er í andsøgn við altjóða mannarættindini. - Hin møguleikin er rætt og slætt at yvirtaka revsi­lógina, tí tað kunnu vit gera uttan hóvasták við yvirtøkulógini í hond­ ini, sigur formaður fólka­ floksins. Hann metir, at verður málið loyst soleiðis, sum hann skjýtur upp, er hetta ein nógv betri vernd av samkyndum. - Tað er ógvuliga ivingar­ samt, hvør trygd er í tí, bara at fáa tey samkyndu nevnd í revsilógini. Tað hava tey verið í Danmark í fleiri ár, men mær vitandi er ongin enn dømdur fyri at gera seg inn á tey. Okkurt sakarmál hevur verið, men tað er endað við frídøming, so eg ivist í, hetta fer at føra betri trygd við sær, sigur Anfinn Kallsberg. Samkynd: Anfinn Kallsberg klárur við nýggjari loysn - Tann, sum trýr, at hann kann leypa út av á fimtu hædd og inn aftur á fjórðu hædd hædd, fer skeivur. Vilja vit tryggja tey samkyndu, kann tað gerast nógv effektivari og einfaldari, heldur Anfinn Kallsberg, formaður fólkafloksins enda við “JA” støðan verður ikki heilt tann sama, sum í fjør. Sosialurin hevur ringt til alla tingmanningina og spurt, hvørjum teir fara at atkvøða fyri, tá málið einaferð kemur so langt, og úrslitið er, at 14 siga seg fara at atkvøða fyri upp­ skotinum, 12 siga seg fara atkvøða ímóti uppskotinum og 6 vilja ikki siga hvat teir fara at atkvøða. Var hetta úrslitið til endaligu atkvøðugreiðsluna, so hevði uppskotið komið ígjøgnum, men tað er ikki veruleikin. Nakrar broytingar eru tó greiðar: Tveir tinglimir, sum at­kvøddu ímóti seinast, fara at atkvøða fyri upp­ skot­inum hesaferð. Tað eru Johan Dahl og Hergeir Nielsen, sum hava broytt støðu og nú fara at atkvøða fyri uppskotinum. Av teimum, sum atkvøddu fyri uppskotinum seinast, er ongin, sum hevur broytt meining. Við øðrum ber til at staðfesta, at bólkurin, sum ætlar at atkvøða fyri uppskotinum, er vaksin við tveimum tinglimum, meðan tey, sum vóru ímóti uppskotinum eru vorðin tvey færri. 6 svara ikki Haraftrat kemur so tann sannroynd, at tað eru heili seks tinglimir, sum ikki vilja siga, um teir fara at atkvøða fyri ella ímóti uppskotinum. Hesir seks atkvøddu allir ímóti seinast, men tá Sosialurin ringdi til teir, vildu teir ikki siga hvat teir fóru at atkvøða. Ymsar kunnu orsøkirnar vera til tess. Olav Enomoto segði, tá hann varð spurdur, at hetta var at kóka gamlan greyt upp aftur og tímdi ikki at svara. Hetta er møguliga eitt tekin um, at maðurin ikki hevur broytt støðu í mun til seinast. Marjus Dam vil heldur ikki svara uppá, hvat hann fer at atkvøða. Tá Sosialurin tosaði Marjus gav hann tó greiðar ábendingar um, at sum støðan var nú, so var hann ikki serliga positivur mótvegis uppskotinum. Hvørki Sverre Midjord ella Henrik Old vildu siga hvar teirra atkvøða fór at liggja. Men Sosial­ urin skilur á keldum í Javnaðarflokkinum, at meðan Sverre Midjord helst fer at atkvøða ímóti uppskotinum, so er okkurt sum bendir á, at Henrik Old kann hava skift støðu og hellir fyri uppskotinum. Edmund Joensen og Páll á Reynatúgvu hildu síni kort tætt at kroppinum, og góvu ikki nakrar ábendingar um, hvør teirra avgerð verður. Edmund og Páll avgerandi Úr hesum ber ikki til at staðfesta nakað um endaliga úrslitið. Men út frá hesum ber í hvussu so er til at siga so mikið sum, at tað ikki er óhugsandi at uppskotið kemur ígjøgnum. Sosialurin skilir, at grein­in hjá Halgir Winther Poulsen í blaðnum sein­ asta fríggjadag um manna­ rættindasáttmálan, hevur fingið nakrar tinglimir at umhugsa støðuna um, hvar teirra atkvøða skal setast. Av øllum teimum, sum Sosialurin hevur tosað við, er støðan Páll á Reynatúgvu og Edmund Joensen tær einastu, sum vit als ikki kenna til, men hugvekjandi er tað, at avgerandi atkvøðan møguliga liggur í hondunum á løgtingsformanninum. Hvussu er og ikki, so verður tað ómetaliga tætt og hóast okkurt bendir á, at uppskotið kann koma í gjøgnum, so siga fyribils metingar frá tingmonnum, sum Sosialurin hevur tosað við, at 17 tinglimir fara at atkvøða í móti uppskotinum og 15 fara at atkvøða fyri.