Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 215 - 7. november 2006 tíðindi »Er homoseksualit­etur ein viðfødd girnd, ella er tað spæl­ið hjá óndum makt­um um menn­iskj­uni?« So­leiðis byrjaði svenski presturin, Åke Green prædikuna í hvítusunnusamkomu sínari í svenska bý­n­um Borgholm á Ølandi ein summar­dag fyri trimum árum síðani Prestur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Svøríki: Dagurin var ein vanligur sunnudagur í juli mánaði 2003 – rættari sagt: 20. juli hetta árið. Evnið í prædikuni var »Maður og kvinna – Guds skapanarverk«. Prædikan henda sunnudagin snúði seg í stóran mun um tey homo­ seksuellu. Hann vísti m.a. á, at homoseksuell útinnan er í stríði við Bíbliunnar læru. Seinni skuldi tað vísa seg, at henda prædikan fekk sinnini í kók, bæði í Svøríki men eisini uttanlands. Undir fyrireikingum sínum til hesa prædikuna ynskti presturin, at fleiri enn bert limirnir í samkomuni skuldu hoyra boðskap hansara. Til staðar við hesa guds­ tænastuna vóru tí sjálvandi limirnir í samkomuni, men eisini mong onnur: Åke hevði nevniliga boðið bæði lokalu tíðindatænastuni og loftbornu miðlunum við til gudstænastuna. Endamálið við hesum stigi var at skapa áhuga fyri evninum. Í eini roynd at fáa enn størri ans fyri málinum sendi hann haraftrat ein samandrátt til tað lokala Ölandsbladet. Tað sum síðani hendi var at felagsskapurin fyri kynsliga javnstøðu í Svøríki meldaði prestin til løgregluna. Grundgeving teirra var, at presturin við prædiku síni hevði drivið hetz móti einum ávísum bólki av fólki. Í prædikuni, sum seinni varð prentað í fullum líki í Dagens Nyheter, segði tann tá 62 ára gamli Åke Green m.a. hetta: »Sexuella abnormiteter är en djup cancersvulst på hela samhällskroppen. Herren vet att sexuellt förvridna männ­isk­ or kommer att våldta djuren. Inte heller djuren går fria från människans sexuella behov och branden som är tänd i en människa. Utan till och med detta kan man ägna sig åt.« Hetz Málið kom fyri í tingrættinum og nærum eitt ár seinni fall dómur í málinum. Hin 29. juni í 2004 dømdi nevniliga rætturin í svenska býnum, Kalmar Åke Green inn at sita í fongsul í ein mánað fyri hetz móti einum bólki av fólki. Seinni varð málið skotið inn fyri hægri rætt. 11. februar í fjør varð hann kortini fríkendur í Jön­­köpings Hovrätt og 29. nov­ember varð hann so full­ komuliga frí­kendur í Hægsta Rætti. Í úrskurðinum verður víst til aðrar dómar í Europa­ dóm­stólinum, og ein metti, at tað var »sannolikt att Europa­domstolen vid en prövn­ing skulle finna att det skulle utgöra en kränkning av Europakonventionen att döma Åke Green för utta­ landena i hans predikan«. Dentur varð lagdur á, at presturin kundi verð­­ið dømdur eftir svensk­ari antihetz- lóg, men at hann hinvegin hevði fingið viðhald við Manna­­rættindardómstólin í Strasbourg. Ymisk hugsan Í svenskum fjølmiðlum var – sum vera man – drúgt orðaskifti í samband við øll rættarmálini. Her vórðu samanberingar gjørdar millum hetta málið og hetzina móti bólkum av fólkum við ávísum húðaliti og uppruna. Tað vóru ikki óvæntað teir kristnu og teir liberalu bólkarnir sum stóðu ovarlaga í hesum orðaskifti, har báðir partar vístu til trúarfrælsið og skrivifrælsið. Onkur nevndi enntá møguleikan fyri at Åke kundi gerast pínslarváttur. Aðrastaðni varð víst á, at sjálvt innan hvítusunnu­ rørsluna, har Åke jú er prestur, vóru rættiliga ymisk­ ar hugsanir um, hvussu ein skal tulka orðini í Bíbliuni í hesum málinum. Almenna útsøgnin hagani er tó hon, at Bíblian vendir sær ímóti at útinna sín homo­ seksualitet. Einki varð sagt um at hetta var ein viðføddur ella fingin eginleiki. Dentur varð eisini lagdur á eina sannføring um, at tað er gjørligt at verða loystur frá sínum homoseksuella hugi. Sakarmálið móti Åke Green vakti altjóða áhuga, m.a. í USA har ávísir kristn­ ir bólkar vístu sín fulla stuð­ul til Åke. Ein teirra var baptista­ presturin Fred Phelps. Út um mark Eftir fríkenningina fyri sløk­ um ári síðani vóru fólk í fleiri rørslum, sum arbeiða við mannarættindum í Svøríki sera óð um dómin. Politikarar og blaðstjórar vóru samdir um, at tað eigur at vera mark fyri, hvussu vítt talufrælsið eigur at vera, hóast fleiri mettu Åke Green sum liggjandi á markinum. Sakførarin, Sven-Erik Alheim hevur eftirlit við málum innan svenska anti­ hetz-lóggávuna, og sum Åke Green eisini varð ákærdur eftir. Hann heldur ikki, at tað nú er frítt at fara hjá teimum sum dríva hetz móti teimum homoseksuellu. Svenski hægstirættur vísti nevniliga á, at Åke var farin langt í útsøgnum sínum, og at hann hevði háðað hesi. Hetta var kortini ikki so grovt, at hann kundi verðið dømdur fyri hesa serstøku »hate speech« (hatursfull tala) við Europeiska Manna­ rætt­indardómstólin. – Tað er tí greitt, at út­sagnirnar fara út um markið fyri einum sakligum kjaki um bólkin av homoseksuellum, sigur hægstirættur. Víst verður síðani til anti­­ hetz-lógina, sum altso vig­ar minni enn Europe­iska Manna­ rættindar­kon­ven­sjón­in. Dømdur – men seinni fríkendur Ditlev Tamm, jura­professari við Københavns Universitet er samdur við dóminum og prem­iss­ unum í honum. Men honum dám­ ar kortini ikki mátan, sum hvítu­ sunnupresturin úttalar seg uppá. – Við at tosa frá einum prædika­ stóli á Bíbliunnar grund sleppur hann í Svøríki ígjøgnum við ytra kanti av neglunum, tí her er talan um sera grovar og ógvuliga æru­ meiðandi úttalilsir um ein kyns­ ligan minnilutabólk, tey homo­ seksu­ellu. Hevði hægsti­rættur dømt hann, og giv­ið honum eina milda revs­ing, eina bót ella ein betingaðan fongsulsdóm, eri eg ikki vísur í øðrum enn at svenski staturin hevði verið fríkendur í Stras­bourg. Í Danmark høvdu slík úttalilsir endað við dómi. (Advokaturin og manna­rættindaser­ frøðingurin, Tyge Trier) – Tá ein sær úttalilsir hansara svart á hvítum, er ikki talan um góðan lesnað. Eg hevði ikki kunn­að sagt tað sama. Hinvegin so mugu vit ikki enda í einum “korrektheds- samfelagi”, har ein eigur at hugsa seg um fyri hvønn einstakan setning, og ein eigur at kunna lesa upp úr Bíbliuni uttan at verða sligin á fingrarnar. Eitt mark skal vera, men har eru vit ikki við hesum sakarmálinum. (Sóknarpresturin í Løsning-Korning, Henrik Højlund, sum hoyrir til tann konservativa partin í donskum kirkjulívi) – Eitt líknandi mál sum hetta kundi komið fram í Danmark. Hetta merkir kort­ini ikki, at eg stuðli slíkum niðrandi úttalilsum, sum tað at samanbera tey homo­seksuellu við ein krabbameinssvull. Tað er altíð ein javnvág millum tali­frælsið og trúarfrælsi. Hvussu ein úttalar seg eigur jú at vera upp til etikk­in hjá tí einstaka, og her er Åke Green opinbart ein fanatiskur, einsporaður og funda­mentalistiskur per­sónur. Ein eigur at ansa eftir at hann ikki verður gjørdur til pínslavátt. (Kjeld Holm, biskupur í Århus) – Vit føla í dag ein stóran tørv á at takka og heiða henda mannin (altso Åke Green) sum einsamallur bjóðaði av og vann hesa sera álvarsomu royndina at minka um trúarfrælsið í Svøríki. Hetta málið vísir til fulnar, hvat ein persónur við móti, ryggi og eini einfaldari trúgv uppá kann røkka, við at siga at tað sum stendur í Guds orði er satt og eigur eisini at verða prædikað í okkara tíð. Åke Green hevur traðkað greitt fram, við eyðmýkd og trúarvissu sum eigur at verða eitt dømi til eftirfylgjan fyri okkum øll. Hann hevur hinvegin sett sín egna hentleika - og í roynd og veru eisini sítt frælsi – uppá spæl, fyri at føra eitt stríð og vinna sigur sum verður øllum kristinheiminum at gagni. Åke Green er uttan iva ársins navn í skandinaviska kristinheiminum. (Kristna tíðarritið Magazinet, Noreg) Viðmerkingar til dómin Umskipanir í Norðuratlantsbólkinum Heini í Skorini, sum saman við Silju á Borg Færø, hevur verið skrivari hálva tíð hjá Høgna Hoydal í Norðuratlantsbólkinum síðan fólkatingsvalið í februar 2005, er farin til Føroyar at taka triðja árið av stjórnmálafrøðlesnaði sínum á Fróðskaparsetri Føroya, og gevst tí sum skrivari. Silja á Borg Færø, ið leggur seinastu hond á útbúgving sína sum cand. merc.jur., verður nú fulltíðar skrivari hjá føroyska fólkatingsliminum. Harumframt er Leivur Persson, sum lesur løgfrøði á Universitetinum í Keypmannhavn, settur í fast starv í Norðuratlantsbólkinum, sigur bólkurin í tíðindaskrivi. Tvíhús og íbúðir á Oyrarbakka Jóan Petur Vang ætlar at byggja fýra nýggj tvíhús og seks nýggjar íbúðir á Oyrarbakka. Felagið hjá Jóan Peturi sum eitur Sundahús, hevur ætlanir um at fara undir enn eitt næsta byggistig, um stóri áhugin fyri ætlanini stendur við, veit heimasíðan hjá Sunda kommunu at siga. Eftir ætlan verða fyrstu húsini klár at taka í nýtslu komandi summar, og á sumri 2008 er hetta fyrsta byggistigið liðugt. Tvíhúsini og íbúðirnar verða í ymiskum støddum. Støddin á tvíhúsunum verður um 80 fermetrar til støddar og á íbúðunum millum 90 og 110 fermetrar. Bygt verður tætt við skúlan og við dagstovnin á Flatinum. Nærhendis eru eisini handlarnir við Norðskála. – Ætlanum hjá Jóan Peturi Vang er enn eitt dømi um stóra áhugan at byggja í kommununi, slær kommunan fast. Stykkjað verður út í fleiri bygdum, og privatar fyritøkur fara at gera 30 av grundstykkjunum. Sunda kommuna fer nú undir at gera eina heildarætlan fyri útstykking í øllum bygdunum, sum verður at gott grundarlag at arbeiða út frá komandi árini. Svenski hvítusunnupresturin, Åke Green varð dømdur, síðani koyrdur í fongsul men seinni fríkendur Neyvlýsing Í Sosialinum í gjár var samrøða við Vagn Fold­ bo, aðalskrivara í Heima­ missiónini. Her vísti hann til at ein svenskur prestur varð dømdur eftir revsilógini, tí hann hevði havt tað frammi, sum Bíbli­ an sigur um at liva sum samkyndur. Eftir at hava kannað málið eru vit komin fram til, at henda útsøgnin ikki er røtt. Víst varð hvítu­ sunnu­presturin, Åke Green dømdur, men seinni varð hann altso fríkendur, sum grein­in eisini vísir.