Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2006 7 tíðindi Mikudagin 20. sep­ tember 2006 helt Nina Beyer, fysioterapeutur og granskari, áhuga­ verdan fyrilestur í Tilhaldinum í Havn um at røra seg á eldru árum. Áhugin fyri tiltakinum var stórur. Umleið 100 áhoyrarar vóru og lurtaðu aldurdómur Jórun Simonsen fysioterapeutur Nina Beyer arbeiðir á Fysio­terapi og Institut for Idræts­medicin á Bispebjerg Hospital. Í 2003 vardi hon phd. ritgerð sína við heitinum ”Fysisk venjing minkar um vandan fyri óarbeiðsføri og falli hjá eldri kvinnum”. Nina Beyer starvaðist í nógv ár sum ítróttarfysioterapeutur, áðrenn hon fyri 15 árum síðani vendi sínum áhuga ímóti teimum eldru. Við sínum kunnleika frá ítróttar­ fysioterapi, hevur hon sam­ an við øðrum granska í og ment venjingartilboðini til eldri fólk. Nina Beyer var boðin til Føroyar av Fysio­ terapeutfelag Føroya at halda skeið fyri fysio- og ergoterapeutum um venj­ ing av eldri fólki. Í hesum sambandinum varð skipað fyri einum almennum fyri­ lestri í Tilhaldinum í Havn. Ítróttarfólk ið ynskja at verða fremst, skulu venja upp ímóti tí mesta tey megna. Hesa teori umsetti Nina til eldri fólk, sum fyri at leingja aldringstilgongdina, eisini muga venja upp ímóti tí, sum tey megna. Sum øllum kunnugt vikna vit, jú eldri vit verða. Balansan verður vánaligari, beinagrindin vikn­ ar og vit orka ikki at ganga, lyfta og bera tað, sum vit einaferð kláraðu. Tað blívur truplari og truplari at klára seg sjálvan og vandin fyri at detta og bróta seg sundur økist. Áhugin fyri aldrings­til­ gongdini er nógv vaksin hesu seinastu árini, - bæði hjá politikarum og gransk­ arunum. Nógvar gransk­ ir­verkætlanir eru gjørdar innan hetta øki. Serliga hevur áhugin verði vendur ímóti, hvat vit kunnu gera fyri at fyribyrgja ella leingja um aldringstilgongdina. Vit vita øll, at um vit halda okkum í gongd bæði fysiskt og andaligt, og annars ikki verða rakt av nakrari álvar­ samari sjúku, so kunnu vit verða sjálvbjargin heilt upp í 90 árini. Sjálvbjargin er nakað vit øll ynskja at verða. Nú eru granskarar komnir eftir at tað, ið er mest umráðandi er at halda seg sterkan, greiddi Nina frá. Gangitúrar eru góðir, bæði við og uttan stavum. Helst skal man ganga tríggjar ferðir um vikuna í minst ein hálvan tíma hvørja ferð, og helst so skjótt, at tað kennist á andadráttinum. Eisini er gott at svimja. Tó er ov lítil vekt á beinagrindina í vatni, og tí má svimjing sameinast við gongutúrar ella aðra venjing, har vekt er á beinagrindina. Ninan Beyer vísti á úrslit frá fleiri granskingarverkætlanum, har niðurstøðu er, at styrki­ venjing er tað besta fyri at halda konditión, javnvág og styrki í beinagrindini og í vøddunum. Hvat er so styrkivenjing, og hvussu ofta skulu vit styrkivenja? Styrkivenjing kann millum annað verða at reisa og seta seg 15 ferðir x 3 frá einum stóli, ganga trappir í 5-10 minuttir, ella at strekkja og boyggja armarnar í ymsar rætningar 15 ferðir í hvønn rætning, meðan man hevur tvær 1½ liturs fløskur fyltar við vatni í hondunum. Best er at venja tvær ferðir um vikuna í hálvan til ein tíma. Nógv av okkum hava trup­ult við at venja sjálvi, og kann tað verða munandi lættari at halda seg í gongd um tvey ella fleiri venja saman. Í Danmark hevur ”Ældre Sagen” tikið hesa av­bjóðingina í álvara og er aktivt farin inn í hettar arbeiðið. Tey hava skipað fyri venjaraskeiðum til akt­ivar pensionistar, sum síð­ani eru farnir aftur til síni lokalfeløg at standa fyri regluligum venjingum. Venjararnir eru regluliga á skeið fyri at uppfríska og viðlíkahalda sín kunnleika. Hvat við einum líknandi tilboði her í Føroyum? Boðskapurin hjá Ninu Beyer var greiður: Ynskja vit at halda okkum frísk og sjálvbjargin, so er bara eitt at gera: Upp úr stólinum og verð fysiskt aktivur. Góður aldurdómur krevur venjing Tilhaldið í Tórsgøtu Í Tilhaldinum í Tórsgøtu eru møguleikar at røra seg. Skráin stendur í Sosialinum undir til­tøk hvønn dag. Eing­in limaskapur er í Til­ haldinum. Opið er hvønn gerandisdag kl. 10 – 17. Mána- og hósdag kl. 10 – 10.30 er fimleikur á skránni, týsdag kl. 10 er sangur á skránni, miku­dag kl. 15 verður skip­að fyri einum túri, hós­dag kl. 14 er boccia í kjallaranum. Eisini eru kondisúkklur o.a.. Nógv onnur spennandi og mennandi tiltøk eru í Tilhaldinum. Øll eru hjarta­liga vælkomin við nýggjum hugskotum. Enda­málið er, at øll skulu seg væl og vera hjartaliga vælkomin. Áhugin fyri tiltakinum var stórur. Umleið 100 áhoyrarar vóru og lurtaðu Boðskapurin hjá Ninu Beyer var greiður: Ynskja vit at halda okkum frísk og sjálvbjargin, so er bara eitt at gera: Upp úr stólinum og verð fysiskt aktivur Buldur og brak í Saksun Hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku hoyrdust fleiri buldur í Saksun. Tað var Færøernes Kommando, sum eftir áheitan frá einum entrepenøri, var í ferð við at burturbeina 360 kg av dynamitti úr eini bingju í Saksunardali, har spreingievnið varð goymt. Søren Skinnerholm, spreingiserfrøðingur á Færøernes Kommando metti, at tað var vandamikið at flyta spreingievið burtur, tí tað var í ivasamum standi. Tí varð dynamittið sprongt á staðnum og í fleiri umførum hósdagin og fríggjadagin. Smyril trygdarvenjing í dag Tá ið Smyril kom av Tvøroyri í morgun, fór hann inn á Sundtil eina umfatandi trygdarvenjing. Venjingin hevði við sær, at túrurin suður kl. 12.30 varð avlýstur. Tað er bjargingarstøðin í bakborði, sum skal setast út og roynast. Kravið frá klassanum var, at onnur bjargingarstøðin skuldi roynast, áðrenn skipið fór í sigling og hin eitt ár aftaná. Støðin í stýriborði varð roynd í Spania. Hvør støðin tekur 430 fólk. Klassin krevur harumframt, at støðirnar verða royndar fimta hvørt ár. Øll manningin á Smyrli upp á 65 fólk fara at royna bjargingarstøðina. Manningarnar á Smyrli fara at gera hesar trygdarvenjingarnar við 2½ ára millumbili.