týsdagur 7. november 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 215 - 7. november 2006
tíðindi
– Hetta er ein
trupulleiki sum kann
loysast heilt skjótt, tí
tað er óneyðugt hjá
Hans Paula Strøm og
Jógvani á Lakjuni at
uppfinna tann djúpa
tallerkin einaferð
afturat, sigur dagligi
leiðarin í Javna
Børn við serligum
tørvi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er ógvuliga ørkymlandi,
at børn við serligum tørvi
ikki kunnu fáa ta hjálp og
tann stimbur, tey hava fyri
neyðini fyri at mennast so
nógv sum gjørligt.
Men tað átti ikki at tikið
langa tíð at givið teimum eitt
nøktandi tilboð.
Tað heldur Annlis Bjark
hamar, dagligur leiðari í
Javna.
Hon sigur, at Javni hevur
kikaran á hesum trupul
leikanum, at nøkur børn
við serligum tørvi ikki hava
nøktandi menningartilboð.
Javni hevur eisini roynt
at ávirka myndugleikarnar,
har vit kunnu fyri at fáa eina
loysn.
– Vit halda, at hesi børnini
sjálvandi skulu hava eitt dag
stovnartilboð, sum øll onnur
børn í landinum. Men tað,
sum krevst í hesum føri, er,
at stovnurin hevur serligan,
fakligan førleika til at menna
hesi børnini og tí hava vit
mælt til, at ein stovnur verð
ur gjørdur til tey.
Annlis Bjarkhamar held
ur, at tað átti ikki at tikið
langa tíð at skipa ein slíkan
stovn og tí heldur hon ógvu
liga lítið um, at ætlanin
nú er at seta eina nevnd at
kanna, hvussu eitt tilboð til
hesi børnini skal snikkast
saman.
– Tað ber ikki til! Málið er
einfalt, tí loysnin liggur beint
fyri framman og eg dugi ikki
at síggja, hvør trupulleikin
skal vera. Tað einasta, sum
krevst, er, at Hans Pauli
Strøm og Jógvan á Lakjuni
semjast um, hvør av teimum
báðum skal hava ábyrgdina,
tí alt tað praktiska má vera
at finna útav.
– Hesi børnini kunnu ikki
bíða eftir eini nevnd, leggur
hon afturat.
Skulu ikki uppfinna
nakað nýtt
Annlis Bjarkhamar sigur, at
vit skulu ikki uppfinna ein
nýggjan stovn.
– Vit hava havt smábarna
- Tað er ósømiligt,
at vit ikki fáa hjálpt
lítlum børnum sum
Benjamin betri, tí
soleiðis kunnu vit
ikki fara við okkara
borgarum. Men
vit eru greið yvir
trupulleikan og hava
sett okkum fyri at
loysa hann. Men tað
fer at ganga ein tíð,
sigur Hans Pauli
Strøm
Børn við serligum
tørvi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er ósømiligt, tí
soleiðis kunnu vit ikki fara
við okkara borgarum.
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í almannamálum
er ógvuliga harmur um ta
støðu, sum foreldur lítla
Benjamin eru komin í.
Men hann sigur at hjálpin
er á veg. Men hann sigur
eisini, at tað verður ikki heilt
enn, at tað ber til at hava eitt
nøktandi tilboð til børn sum
Benjamin.
– Tað er ikki ómøguligt at
vit einaferð næsta ár kunnu
hava eitt nøktandi tilboð til
hesi børnini.
Men akkurát nær tað verð
ur, kann hann ikki lova.
– Tað, sum er mest
umráðandi er, at vit hava við
urkent trupulleikan og hava
sett eitt miðvíst arbeiðið
ígongd at loysa málið, sigur
hann.
Foreldur Benjamin gera í
Sosialinum um vikuskiftið
púra greitt, at tá ið tað snýr
seg um tað dýrabarasta, tey
eiga, vilja tey ikki góðtaka
neyðsemjur og tey vilja
ikki góðtaka tað næstbestu
loysnina. Tí spyrja tey rætt
Jógvan á Lakjuni
ásannar, at tað var
óheppið, at børn við
serligum tørvi duttu
niðurfyri
Børn við
serligum tørvi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er altíð óheppið, at
nøkur børn eru dottin niður
ímillum. Men síkt kann
altíð henda.
Jógvan á Lakjuni, lands
stýrismaður í mentamálum,
er harmur um støðuna, sum
nøkur børn við serligum
tørvi og foreldur teirra, eru
komin í seinastu mánað
irnar.
Sum tað stóð í Sosialinum
um vikuskiftið og sum tað
stendur aðrastaðni í blaðn
um í dag, eru tað foreldur
at børnum við serligum
tørvi, sum eru so kroyst
at tey spyrja um tey bara
skulu flyta av landinum
fyri at fáa nøktandi hjálp, tí
føroyska samfelagið hevur
ongi tilboð til teirra.
Stóri trupulleikin er tann,
at dagstovnurin á Trøðni,
sum tók sær av hesum børn
um er niðurlagdur, uttan at
annað, hóskandi tilboð, er
komið ístaðin.
Spurningurin er, hví dag
stovnurin á Trøðni varð nið
urlagdur, áðrenn eitt annað,
hóskandi tilboð var klárt at
seta í staðin?
– Tað er sjálvandi ein
góður spurningur, tí her
kom eitt tómrúm í og tað
er sjálvsagt ikki nøktandi,
tí vit skulu sjálvandi hava
tilboð til hesi børnini.
Àttu tit ikki at havt tryggja
tykkum, at eitt nøktandi
tilboð var klárt at lofta teim
um, áðrenn tit tóku tað frá
teimum, sum tey høvdu?
– Jú, vit kunnu altíð siga,
at vit áttu at havt eina loysn
klára. Men hetta snýr seg
ikki um so nógv børn, at
tað skuldi borið til at finna
eina loysn. Og vit hava sett
okkum fyri at loysa málið
og tað ivist eg ikki í, verður
gjørt. Spurningurin er
eisini, hvør hevur ábyrgdina
av hesum børnum og hjá
mær er ongin ivi um, at tað
hevur Almanna- og heilsu
málaráðið, sigur Jógvan á
Lakjuni.
– Men fólk kunnu altíð
detta niður ímillum, men
tað týdningarmesta er, at
vit í felag hava sett okkum
fyri at finna eina loysn og
tað verðu nú gjørt, sigur
Jógvan á Lakjuni, sum
annars ikki hevur so nógvar
viðmerkingar til málið.
Nøkur børn
eru dottin
niður ímillum
Nøkur kunnu
altíð detta niður
ímillum, men
tað týdningar
mesta er, at vit
hava sett okkum
fyri at loysa
trupulleikan,
sigur Jógvan
á Lakjuni,
landsstýr
ismaður í
mentamálum
Vónar at lítli Benjamin
Ørkymlandi at børnini ikk
– Stóri trupulleikin er, at dagstovnurin á Skúlanum á Trøðni varð niðurlagdur, áðrenn eitt
annað tilboð varð klárt at lofta børnunum og tað er ikki nóg gott, sigur
Nógv vitjandi á Planet.fo
Planet.fo slóg sítt egna met fyri vitjandi í farnu viku, við 14.425 brúkarum sambært
vevmátingarlistanum hjá Gallup og liggur í farnu viku á tryggum øðrum plássi.
Nýggjur vevmátingarlistið hjá Gallup verður almannakunngjørdur hvørja viku, og hesa
vikuna eru fleiri síðir, ið sláa egin met. Millum aðrar planet.fo, sum vanliga kappast við
sportal.fo og nummar.fo um annað pláss á listanum aftan fyri portal.fo. Hesa vikuna er
talið á vitjani á planet.fo farið upp við 33,2%. Eisini talið á vitjanum 32.445 og á sýndum
síðum 106.019 eru munandi hægri enn vikuna fyri.
Men planet.fo er sambært gallup.fo ikki einasta heimasíða, ið tekur egið met eisini bio.
fo við 1.068 brúkarum, televarp.fo við 1.003 brúkarum, vinnuvitan.fo við 662 brúkarum,
trade.fo við 376 brúkarum sláa egið met.