týsdagur 7. november 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 7. november 2006
9
tíðindi
og slætt um tey skulu verða
noydd at flyta av landinum
fyri at fáa eitt nóg gott tilboð
til sonin.
Skulu hava
nøktandi tilboð
Hans Pauli Strøm skilir væl,
at foreldur at børnum við
serligum tørvi, eru illa fyri
og hart kroyst og hann heldur
eisini, at tað er sjálvsagt, at
føroyska samfelagið hevur
nøktandi tilboð til børn við
serligum tørvi av hesum
slagnum.
Endar tað við, at foreldur
at hesum børnum føla seg
kroyst at flyta av landinum,
hevur hann ikki orð fyri tí.
– Politiskt kann slík viðferð
av borgarunum ikki góðtakast.
Men politiskt viðurkenna
vit eisini ábyrgdina og hava
tikið avgerð um at loysa
trupulleikan.
Hans Pauli Strøm sigur, at
hann tískil vónar, at arbeiðið,
sum nú er sett ígongd, fer at
enda við einum nøktandi
tilboði til hesi børnini.
Samstundis er ætlanin at
skipa fyribils tilboð til tey
børn, sum hetta ítøkiliga
snýr seg um, til tann enda
liga loysnin er funnin,
men akkurát, hvussu hetta
tilboðið verður, veit hann
ikki.
Hjálpin hvarv
Fyrr var støðan tann, at Skúlin
á Trøðni hevði ein dagstovn
til børn við serligum tørvi í
barnagarðsaldri.
Har vórðu børnini ansað,
samstundis sum tey fingu
viðgerð av ymsum slagi, eitt
nú fysioterapi, ergoterapi og
aðra viðgerð, sum kravdust
fyri at menna børnini.
Men so gjørdi Menta
málaráðið av at stongja
hendan dagstovnin, tí ser
námsfrøðiliga økið skuldi
umskipast.
Sostatt varð dagstovnurin
stongdur í vár og samstundis
datt hetta tilboðið til børn
við serligum tørvi eisini
niðurfyri.
– Tann stóri trupulleikin
var, at dagstovnurin á skúl
anum á Trøðni varð niður
lagdur uttan at eitt annað
tilboð varð sett ístaðin.
Hans Pauli Strøm heldur
ikki, at hetta var nóg gott og
hann sigur, at Almannaráðið
og Heilsumálaráðið mælti
frá, at dagstovnurin varð
niðurlagdur við so stuttari
ávaring, at tað var ógjørligt
at hava eitt annað tilboð klárt
at lofta teimum børnum, sum
høvdu brúk fyri tí.
– Tað er eyðsæð, at tað
hevur elvt til stórar trupul
leikar, at tilboðið á skúlanum
á Trøðni varð tikið av, uttan
at nakað annað varð klárt at
seta ístaðin.
Landsstýrismaðurin sigur,
at tað tekur sína tíð at byggja
eitt slíkt tilboð upp til børn
við serligum tørvi, tí talan
er júst um eitt heilt serligt
tilboð, sum umfatar fleiri
ymsar fakbólkar og umfatar
bæði stuðul og viðgerð.
– Vit skulu sostatt bæði
hava fakfólkið at taka sær
av hesum og vit skulu eis
ini hava serlig høli til enda
málið.
Arbeiðið sett ígongd
Hans Pauli Strøm sigur fyri
at finna loysn, hevur málið
verið umrøtt á felags fundi
ímillum Mentamálaráðið
og Almanna-og heilsumála
ráðið.
Á tí fundinum varð stað
fest, at hendan støðan kundi
ikki halda fram.
Úrslitið av fundinum var,
at ein nevnd við umboðum
fyri Mentamálaráðið og
Almannamálaráðið skal set
ast at snikka eitt skæddara
seymað tilboð saman
til børn við serligum tørvi í
barnagarðsaldri.
Hendan nevndin skal so
gera eitt tilmæli um, hvussu
eitt slíkt tilboð skal skipast,
sum bæði umfatar ansing og
stuðul og hann vónar, at tað
fer at bera til at seta tilboðið
í verk næsta ár.
– Tá vóni eg at vit
fáa skipað viðurskifti á
økinum, so at hesi børn og
foreldur teirra sleppa úr gráa
økinum ímillum
Mentamálaráðið
og
Almanna- og heilsumálaráði,
men so at vit vita akkurát,
hvør hevur ábyrgdina.
Illustratión
Í Sosialinum um vikuskiftið
kærdu tvey foreldur sína
neyð um, hvussu illa tað
gekk at fáa hjálp til lítla
sonin, sum hevur heilaskaða
og sostatt tørv á
serligari umsorgan. Tey
harmast um, at dagstovnurin
á skúlanum á Trøðni varð
niðurlagdur, uttan at annað,
hóskandi tilboð kom ístaðin.
Í Føroyum eru tilboðini til
slík børn so vánalig, at for
eldrini spyrja rætt og slætt
um tey skulu verða noydd
at flyta av landinum fyri at
fáa neyðugu hjálpina
deildina á skúlanum á Trøðni
og tað skuldi í øllum førum
verið nøktandi beinagrund at
bygt víðari á, tí har eru bæði
høli og fakfólk, sum eru von
við hetta økið.
– Tí er tað heilt óneyðugt
at leggja málið í ein arbeiðs
bólk og eg dugi ikki at skilja,
hví hetta skal taka so langa
tíð.
– Hetta er heldur ikki eitt
mál, sum hevur tikið seg
upp beint nú. Men í hesum
føri vóru vit- enn einaferð-
vitni til, at tilboð og trygd
hjá einum veikum bólki í
samfelagnum verða tikin
burtur, uttan at hugsað verður
nóg væl um avleiðingarnar
og uttan at nakað annað er
klárt at seta ístaðin.
Eitt annað dømi um hetta
er, at tænastumannastørvini
á stovnum skulu takast
at, hóast tey eru einasta
trygd ímóti, at verkfall er
á stovnunum og at tey, sum
har búgva, koma at liggja
hjálparleys.
Eitt triðja dømi er, at stuðuls
fólkaskipanin varð broytt,
uttan at Almannastovan
fekk neyðugu tíðina at gera
neyðugar tillagingar og
tað fekk ógvuliga óhepnar
avleiðingar.
– Hetta er heilt ótrúliga
óheppin framferðarháttur. Vit
hava onki ímóti broytingum,
men tað er ikki nóg gott, tá
ið vit ferð eftir ferð síggja, at
summi detta niðurímillum, tí
broytingarnar eru ikki nóg
væl fyrireikaðar.
Annlis Bjarkhamar sigur,
at Javni fer nú at biða um
fund við Hans Paula Strøm
fyri at vita, hvar málið ligg
ur og um, hvør skal hava
ábyrgdina av tí.
À hesum fundinum ætlar
Javni at vita, hvussu landið
liggur, nú smábarnadeildin
á Sernámsdeplinum er nið
urløgd.
– Vit vilja fegin hava eina
greiðari mynd á hvørji tilboð
eru til smábørn við serligum
tørvi og hvussu vit fáa eitt
greiðari
ábyrgdarbýtið
millum
Almanna-
og
heilsumálaráðið og Menta
málaráðið á hesum øki.
– Vit halda, at landsstýrið
skyldar foreldrunum hjá
hesum børnum at geva
teimum gerið boð um, hvat
er í væntu og nær, tey kunnu
vænta nakað, sigur Annlis
Bjarkhamar.
n kann fáa hjálp næsta ár
ki fáa nóg góða hjálp
– Hetta ber ikki til. Málið er einfalt og eg dugi ikki at síggja, hvør trupulleikin skal
vera. Tað einasta, sum krevst, er, at Hans Pauli Strøm og Jógvan á Lakjuni semjast um,
hvør av teimum báðum skal hava ábyrgdina, tí alt tað praktiska má vera at finna útav
rættiliga skjótt, sigur Annlis Bjarkhamar, dagligur leiðari á Javna
Útseld Eivør konsert í Flensborg
Fyrrakvøldið spældi Eivør Pálsdóttir eina sera væleydnaða konsert í einum útseldum Flensborghúsi, í samband við
norðurlendskt/týskari ráðstevnu í Flensborg.
Yvir fimm hundrað fólk høvdu tryggjað sær atgongd til konsertina, ið var tað mentanarliga klimaksið á eini norðurlendskt/
týskari ráðstevnu um Norðurlond og Evropa. Her var sostatt útselt longu, áðrenn konsertin fór í gongd.
Føroyavinurin Arne List, sigur at tað vóru óvanliga nógvir týskarar í konsertini, tí Flensborghúsið er miðdepil fyri
danska minnilutan í økinum. Annars vóru eisini rættiliga fitt av danum, onkur føroyingur og onkur íslendingur eitt nú
heimskendi rithøvundurin Einar Már Guðmundsson.
Arne sigur konsertina vera eina av teimum bestu, ið hann hevur upplivað við Eivør, ið var stórsligin, avslappað og
tyktist at kenna seg á heimavølli. Eivør spældi í tveimum settum og endaði við ikki færri enn trimum eykaløgum:
Summertime, Nú brennur tú í mær og Må solen alltid skinna.