týsdagur 7. november 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 215 - 7. november 2006
Sálmur, ikki sálmi, lovsang
ur, ikki lógsangur, kirkjulið/
samkoma ikki meinigheit!!
SKAPANARVERK: Fá
munnu siga tað rætta, sum
altso er skapanarverk, ikki
skaparverk!
Danir siga ”skaberværk”,
t.v.s. verk Skaparans.
Vit siga ”skabelsesværk”,
sum eisini er til í donskum
máli.
SÁLMUR: Hatta orðið
verður ofta bent skeivt!
Tað
bendist:
sálmur,
sálm, sálmi, sálms.
Tað bendist ikki: sálmi,
sálma, sálma, sálma.
Dømi: Ein vakur sálmur
(hvørfall).
Hon lesur ein sálm
(hvønnfall).
Tað stendur í sálmi 91
(hvørjumfall).
Nógv siga: Tað stendur í
sálma 91. Tað er ikki rætt!
Man tað vera danska
orðið, salme, ið órógvar?
LOVSANGUR:
Langt
o, ikki ó: lóvsangur/lóg
sangur!
Orðið hevur neyvan nak
að við lóg at gera.
MEINIGHEIT: Hví brúka
hatta margháttliga dansk-
týska orðið, tá vit hava tey
vøkru, føroysku orðini:
kirkjulið og samkoma?
Við andaligari málkvøðu
Á Borg á Argjum
6. novembur 2006
Rættarmálið ímóti fyrrverandi irakiska eina
ræðisharranum gongur móti endanum. Saddam
Hussein var sunnumorgunin dømdur til deyða.
Rættarmálið heldur tó fram við fleiri ákærum.
Vit í Vesturevropa ganga ikki inn fyri deyðadómi.
Vit hava tó onga ávirkan á henda dómin, tí tað
eru irakar sjálvir sum døma sambart irakiska lóg.
Men flest øll munnu ganga inn fyri, at øll slík
mál fara rættarinnar veg.
Tað kom tí ómetaliga dátt við, tá Dimmalætting
í oddagrein í gjár rør framundir, at best hevði
verið um Saddam hevði verið skotin uttan rætt
arsøk. Blaðið skrivar m.a.: ”Nógv hampafólk í
Vesturevropa munnu ikki leggja so nógv í, um
maðurin verður dripin – hann hevði ikki betur
uppiborið, og fleiri av okkum munnu kanska
eisini ilskast inn á, at tað ikki hvepti í onkrum
peikifingri, tá Saddam varð tikin til fanga, tí um
hann tá hevði verið skotin, høvdu bæði Irak og
umheimurin sloppið undan hesi og øllum kom
andi rættarmálum, ið kunnu tykjast óneyðug, tí
úrslitið er so gott sum givið frammanundan.”
Henda óhugnaliga og ódemokratiska niðurstøða
stríðir ímóti øllum tí, sum vit í Vesturheiminum
standa fyri, nevniliga at øll hava rætt til at fáa sína
søk viðgjørda í einum rætti, sjálvt einaræðisharrar
og drápsmenn skulu rættarsøkjast antin sambart
altjóða lóg ella landsins lógum. Eingi sakarmál
eru óneyðug. Tey eru tvørturímóti ein sjálvfylgja.
Eru ein av grundarsteinunum undir fólkaræðinum,
fólkarættinum.
Hvat sigur Amnesty til slíkar nýggjar tónar í
føroysku pressuni! Henda niðurstøða er eftir okk
ara tykki so langt úti, at talast má at. Og Dimma
átti eisini at vitað, at eitt sakarmál umframt dem
okratiska prinsippið hevur stóran týdning fyri
eftirtíðina. Ì dag viðger rætturin í Bagdad hóp
morðini á kurdar. Eitt sera týdningarmikið mál
at fáa umrøtt og lýst, og sum amerikanarar við
Romsfeld á odda valdu at venda blinda eygað
til og eftir hesa skemdargerð stuðlaðu Saddam í
krígnum móti Iran.
Tað undrar okkum og helst fleiri, at Dimmalætting
ger sína ódemokratisku niðurstøðu í hesum máli
– at vilja fella dóm uttan rættarmál. Spurt kundi í
hesum viðfangi verið, um hetta er vorðið nýggja
linjan hjá blaðnum, tí herfyri feldi oddagrein dóm
yvir Jenis av Rana, uttan at maðurin er ákærdur.
Tað er ikki okkara uppgáva at døma. Øll hava
rætt til eina fair og ærliga rættarviðgerð.
Sosialurin
Døma uttan rættarmál
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Greinin í Sosialinum mána
dagin 30. oktober um børn
í Kollafirði, sum koyra
ókeypis til Havnar í skúla,
fekk samgonguna at handla
í óðum verki tríggjar dagar
seinni við at seta ókeypis
busskoyring fyri øll í verk.
Teir hækka koyringina
frá 11 mill. kr. til næstan
15 mill. kr. Hvar pengarnir
skulu koma frá, verður
onki nevnt um. Kanska teir
kunnu hækka kostnaðin fyri
bátaplássini enn meir, ella
taka enn meir frá vinnuni í
ruskgjaldi.
Fíggjarætlaðin fyri 2007
er langt síðan samtykt. Eg
kundi kanska tikið undir
við og diskutera ókeypis
koyring til skúlanæmingar,
men vaksin hava ráð at
gjalda kr. 200,- um mánaðin
og pensionistar gjalda kr.
100,-.
Nú tá tað er ókeypis koyr
ing koma heilt vist onnur
krøv frá fólki. Sum komu
noyðast fólk á Argjaboða
sum nú er at ganga líka
heim til Argjaskúla til fyrsta
steðgiplássið. Hava tey og
onnur í somu støðu ikki
rætt at fáa bussin nærri, nú
tey gjalda brúkaragjald?
Kommunan er fíggjarliga
væl fyri í dag, men eg
eri bangin fyri, um hetta
óskilið at hækka raksturin
heldur áfram, verður tað
bara spurningur um tíð, til
vit noyðast at taka lán aftur.
Tað er sunt at svimja, hví
ikki svimja ókeypis?
Annars haldi eg, at sam
gongan í Havn siglir uttan
mið og mál. Tað verður ein
kanin hálað upp úr hattinum
nú og tá. Planlegging er
ein býur í Kina. Meirilutin
hevur ikki rygg til nakað
sum helst.
Eg haldi, at borgarstjórin
Heðin Mortensen átti at
umhugsað at hoppa yvirum
aftur í Sambandsflokkin.
Tú skrivar í niðurgerandi
lesarabrævi, at eg gav ein
um lurtara, sum ringdi
inn í beinleiðis sending í
Útvarpi Føroya, rætt, tá
hesin samanber pedofili
og samkynd. Eg fari her
við at avv ísa, at eg havi
samanborið hesar báðar
bólkar, og eg havi heldur
ikki tikið undir við teimum,
sum samanbera slíkar. At
eg ikki tímdi at brúka stuttu
tíðina til at viðgera hansara
persónligu upplivingar, eiga
tú og øll at skilja. Men at tú
skalt misnýta tað til at seta
meg á skúlabonk og greiða
mær frá viðurskiftum, sum
hvørt mansbarn í Føroyum
veit, avdúkar bert tíni
skeivu motivir. Eg geri alt
fyri at halda viðgerðini av
uppskotinum um broytingar
í revsilógini á einum sak
ligum støði, men tað hevur
tú helst ikki áhuga í. Nei,
Rani, eg hoyri ikki til tann
bólkin, sum tú so inniliga
ynskir, at eg hoyri til av
teirri einføldu orsøk, at eg
ikki eri so fordømandi fyri
øðrvísihugsandi, sum tú
ert.
Eyðun
á Borg
Býráðslimur í Havn
Sjúrður
Olsen
løgtingsmaður
Bill
Justinussen
Rættleiðing til Rana Wardum
Skapanarverk, ikki skaparverk!!
Samgongan handlaði skjótt við Bussmálinum.