Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2006 11 tíðindi Eitt, ið hevur sermerkt okkara land er seyðurin. Um hesa tíðina eru fjøllini gingin. Síðan verða krovini hongd í hjallarnar, og tað, sum kann nýtast av rovunum verður eisini sum best gagnnýtt. Og hetta hevur mangan smakkað sera væl. Um seyðurin um hesa tíðina og so leingi tað varðar er kærkomin fyri mangt húsarhaldið, so er seyðurin ikki so kærkomin fyri mong restina av tíðini. Og hetta hevur eisini verðið uppi og vent fyrr, so at málið er ikki ókent fyri okkum føroyingar. Tá er talan um, at seyðurin sæst við vegkantin. Hetta havi eg lagt sera væl til merkis, við tað at eg koyri dagliga til Vestmannar, og serliga frá tí at eg eri komin til Statoil- støðina í Kollfjarðadali, at eg síggi sera nógvan seyð. Hvussu tað ber til, at hesin seyður sleppur at ganga leysur skilji eg ikki. Eitt, ið eg somuleiðis havi lagt til merkis er, at ikki fleiri seyðir eru deyðir enn hvat tað er, og serliga um veturin, tá ið bilførarin ikki hevur nakran møguleika at steðga bilinum áðrenn bilurin hevur rakt seyðin, tá seyðurin stendur á vegnum. Innanfyri síðstu tíðina hava í øllum førum tveir persónar verið frammi í fjølmiðlunum og kært sína neyð um at teir hava mist seyð. Ei undur í tí, hetta skilji eg væl. Men soleiðis sum eg síggi tað, so hava hesir báðir menn sjálvir, eins og væl sum teir førarir, sum hava rent á seyðin, sjálvir ábyrgdina av, at seyðirnir eru deyðir. Hetta man verða tí, at, væl at merkja soleiðis, sum eg síggi tað, menninir, sum hava ábyrgdina av seyðinum, ikki hava gjørt sítt arbeiði ordiligt. Og her er talan um at hegna seyðin inni á teim stykkjum, har teir ganga. Men tað eru heldur ikki bara hesir báðir. Tað eru so mangir aðrir, sum eisini gera tað sama. Ongin ger nakað við tað, ikki so frætt sum mynduleikarnir. Men skulu bóndurnir “gremja” um síni tap, so eru tað mong onnur, sum eisini eru fyri ávísum tapi. Hesi tap eru pengar fyri skaða á bilin, har teir hava rent á seyð. Men tað er allarhelst fínasta í lagi, at tað hendir. Og sum danir siga “går den, så går den”, og tað er júst tað, sum tað ger. Og ongin ger nakað við tað, so sløvheden længe leve. Í samband við eitt innnslag í Degi og Viku fríggjakvøldið hin 3. november 2006 viðv. umbyggingini av sølu­mið­ støðini SMS varð víst til ein teldupost sum Brunaumsjón Landsins hevði sent Fiski­ málaráðnum. Í hesum telduposti var Brunaumsjón Landsins end­­ urgivin fyri at hava skriv­ að: ”…Vit kunnu eisini siga generelt, at vit hava ikki álit á sýnsførleikanum hjá kommununi…” Mótvegis Brunaumsjón Landsins fer Tórshavnar kommuna ikki at viðgerða einstøk mál í fjølmiðlunum, men kann generelt siga, at Tórshavnar kommuna hevur vælkvalifiserað starvsfólk innan byggimálsviðgerð við fleiri ára royndum aftan fyri seg, og at førleikin hjá starvsfólkunum hjá Tórs­ havnar kommunu røkkur eisini væl og virðiliga til at fremja fult út nøktandi og ábyrgdarfull sýn og máls­ viðgerð. Sum evsta byggivald í Tórshavnar kommunu tek­ ur kommunan tí frástøðu frá slíkari niðurgerðing av førleikanum hjá kommu­ nalum starvs­fólkum, sum Brunaumsjón Landsins í hesum føri er endurgivin fyri. Tórshavnar kommuna er av tí áskoðan, at kommunali byggimyndugleikin og Bruna­umsjón Landsins sum útgangspunkt hava sama áhuga í, at brunatrygdin í øllum nýggjum og verandi bygningum er nøktandi ella verður betrað. Ásannast má tó, at tað er ein hugburður av slíkum slag sum verður givin til kennar í omanfyrinevnda telduposti frá Brunaumsjón Landsins til Fiskimálaráðið, sum ræður innan gátt í Bruna­umsjón Landsins. Tað er sostatt Brunaumsjón Landsins sum er størsta forðingin fyri at eitt nøkt­ andi og konstruktivt sam­ starv kann fáast í lag við Brunaumsjón Landsins. Seyðurin og bilurin Hans Pauli J. Hentze borgarstjóri, Tórshavnar kommuna Heðin Mortensen Brunaumsjón Landsins er størsta forðingin Fyri nógvum árum síðani skriv­­aði eg blaðgrein við líkn­andi yvirskrivt. Atvoldin ta ferðina var hon, at mær tyktist tað tørva alsamt størri bollar í løgin at vinna gudilig við­ haldsfólk. Alt gott um tað og sum slíkum gagnaðist og vónandi til varandi and­a­ liga signing. Síðani eru gudshús eins og so mangt annað andaligt virksemi vaksið kring land­ ið, og neyvan hevur nakað so fáment samfelag so mong ymisk tilboð um at dyrka Gud eisini í sínum egna bílæti. Fólk eru so fjøl­ broytt og gudsmynd teirra somuleiðis, og so skuldi alt verið so sára gott í einum frílyntum og dem­o­krat­isk­ um samfelagi. Men nú er aftur brøkur í, síðani málið um samkynd hevur fingið øði í grindina. Ávísir prestar, politikarar og samkomuleiðarar hava eftir míni fatan greitt lopið framav og sláa eyvitað eisini platt upp á eitt mál, sum kann koma teimum fram í ljósið, so teir ikki vera gloymdir. Ein løgtingslimur nið­ur­ ger alment viðurkend vís­ und­alig prógv og hótt­ir harumframt sum præ­dik­u­ maður við almenari land­a­ vreiði frá várharra. Annar løgtingslimur nið­ ur­ger greitt lesandi ung­ dóm og uppaftur annar skuld­setir embætismann – ein vakthavandi politist – fyri í sínum starvi at tæna egnum privátum áhug­a­ málum heldur enn at út- inna sítt arbeiði, og hetta hóast sjálvur fútin hevur rættvísgjørt fakliga ivan hjá hesum annars skilagóða og respektabla politisti. Tað rekur hart á kýkin fyri tíð­ina, og summi alment gud­i­lig fólk eru eyðsýnt des­p­erat, og í neyðini havna tey eingi vápn. Íðan, hvat ríður so hes- um fólkum? Ítøkiliga bíbl­i­ utrúgv? Ja, kanska og helst tað. Men tað hevur so sann­ iliga eisini nakað við ver­s- liga sosialpsykologi at gera, hetta fyri ein og hvønn prís at halda saman upp á seg og síni, og um neyðugt so eisini at ”berjast ímóti vindmyllum”. Eg havi sagt tað áður og má siga tað uppaftur, at í føroyskum átrúnaði veldst mangan meira um sos­i­ alpsykologi enn um beran á­t­rúnað. Tað sæst m. a. á gomlu fólkakirkjuni, eins og brøðr­ a­samkomunum og miss­ió­ nini, at tey enn hava kjøl- festi, orku og yvirskot til hóvliga at festa eyguni á aðalmálið, sum er at boða gleðiboðskapin siðiliga til øll og at røkka flest øllum, óansæð hvar og hvørji tey eru, og hvussu teirra privátu for-løg annars hátta sær. Vit hava øll somul tørv á skynsamari andaligari røkt og at hoyra ein góðan gleð­iboðskap, veri tað seg í lesing, í morgunandakt, í kirkju ella á møti, og vón­ andi kann tað aga okkum ella í minsta lagið geva okk­um nakað at hugsa um, vónandi til bata. Hinvegin beri eg bang­ heit fyri, at henda bondska tala og ágangurin í­móti parti av okkara með­menn­is­ kjum kann styggja og seta álvarsamar kílar í and­a­liga samlívið, so at ikki bert tey beinleiðis jagstr­aðu og kanska serliga treingj­ andi venda sær frá, men eisini mong av okkum øðr­ um samhaldsføstu, ør­vísi meðvitandi og/ella bein­ leiðis skyldu. Vit orka hetta einfalt ikki, vaml­ast og venda okkum frá Guds sjálvbestaltaðu for­ sprák­arum millum okkum og kanska í versta føri Gudi sjálv­um vegna fáfongda øs­ing og bondska talu. Í evangelisering sovæl sum í politikki er tað nevnl­ iga serliga umráðandi at røkka fólki á markinum og fáa tey við upp í fylgið ella bara fjálga um tey, og í so máta mann Frelsunnarherurin eins og ymisk fralandamissión gang­a á odda. Bert at stika av og hótta elvir til frástøðu og útistongsul. Mær tykir, at rákið seinastu tíðina og serliga kjak­ið um tey samkyndu hev­ur elvt til størri og ó­neyðuga frástøðu og spjað­ ing, enn gott er. Ert tú ikki við mær, so ert tú ímóti mær – eingin millumvegur, og tað kemur vargur í fylgið. Tað ljóðar einfalt, men heilt so einfalt er mannalívið í sínum fjøllbroytni ikki, annars gert tú teg inn á menniskjaliga margfaldni. Bondsk tala og avbyrging spjaðir okkum óneyðugt og ger okkum fátækari sum meðmenniskju. Vit hava tørv á tryggum sínamillumsamskifti uttan hótt­anir um treytaleysa glat­an og hóttannir um samfelagsligan undirgang. Alternativið er ørkymlan, leiðsemi, vónsvik, sorg og sút, og at vit hava okkum burtur, kanska eisini frá Gudi sjálvum, tí at hansara sjálvbestaltaðu forsprákarar okkara millum hava ein so harðrendan boðskap at bera heldur enn gleðiboðskapin sjálvan um sínamillum kærleika, virðing fyri tí einstaka undrinum og fagnaðin um hóast alt at vera partur av einari stórari og margfaldari fjøld. Samkynd fólk eru ein veruleiki, sum ikki slepst undan, viðgjørd ella ei. Spurningar um kynslig frábregði eru fløktir og truplir og tørva nógvan og breiðan kunnleika íroknað eymar kenslur, og í so máta var sending í DR2 mánakvøldið um transseksuell eitt gott íkast. Mínar arbeiðsroyndir á økinum boða ikki frá verri og stórt ørvísi kensluligum samlívi enn í so mongum føri millum mann og kvinnu, hóast tann ítøkiliga atferðin sum so ikki er heilt, sum náttúran fyriskrivar, men mær tykir, at vit sonevndu normalu fólkini fokusera alt ov mikið upp á tað møguliga ítøkiliga millum partarnar, og mann tað ikki siga nokk so mikið um okkum sjálvi og okkara døkku hugsanir. Tað veit eg, at ikki alt millum mann og kvinnu tolir dagsins ljós, so kasti bara hin reini fyrsta steinin. Kærleikslív eru kenslur og annað enn ber brókatøk undir dýnuni. Men aftur til upprunaliga spurdómin um avkristnan. Gamaní táttar slíkt eljustríð um karmarnar kring tey frammanundan avgjørdu, men tað styggir og spjaðir samstundis mong á síðulinjuni, síðani tey heilt einfalt ikki orka fyri tí dagførdu bondsku taluni og fordummilsisprosessini av forsprákarum, sum taka sær rættin frá Várharra. Avleiðingin kann vera frástøða frá Várharra og gudiligum ansi og gudiligum samfelagi á jørð, og tað er stórt spell, síðani vit øll hava tørv á gleðiboðskapinum fyri eyga, oyra og sinni, men hann skal vera borðbærur og kunna sodna uttan herskin orð, fordómar, hóttanir og annan ágang afturvið. Fer avkristnan fram í Føroyum? Eyðun Joensen