týsdagur 7. november 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 7. november 2006
13
Kistan við Onnu Nielsen, Klaksvík, fer úr heiminum
á Biskopstøð í Betesda í kvøld kl. 18. Jarðarferðin
verður úr Betesda mikudagin kl. 13.30. Tey, ið
ynskja at lata blómur ella krans kunnu í staðin lata
eina gávu til trúðboðarnir gjøgnum Akurin. Konto
í peningastovunum.
Kistan við Jacob Paula Jónsson í Trongisvági,
vanliga nevndur Palle, fer úr kapellinum á Suðuroyar
Sjúrkshúsi mikukvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður
úr Tvøroyrar kirkju hósdagin kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Palla, kunnu lata Tvøroyrar kirkju eina
gávu.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Tøkk
Hjartaliga tøkk til tykkum, sum heiðraðu meg á
80 ára degnum. Stóra tøkk til tykkum í Elim, sum
gjørdu alt á so fyrimyndarligan hátt og útvegaðu alt
sum skuldi til. Tøkk til tykkum úr Íslandi, tað var
ikki smávegis fyrilagt.
Takk til Kvartettina í Betesda, við spælimonnum, tað
var óvæntað og gleðiligt. Takk fyri gávur, blómur og
telegram, bæði frá fjar og nær. Takk fyri talur og góð
ynski. Túsund takk til tykkum mongu, sum komu í
Elim. Harrin signi tykkum øll.
Dávur Jacobsen, Søldarfirði
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum mintust meg
á 90 ára føðingardegnum við vitjanum, samrøðum,
fjarritum og gávum
Heilsan Sofus Gregersen, Syðrugøta
Dagurin í morgin
8. november. Claudius,
deyður umleið ár 300.
Steinhøggari, sum sam
an við fýra øðrum stein
høggarum altíð risti kross
í tey arbeiði, hann legði
úr hondum. Tá ið hann og
felagar hansara noktaðu
fyri at høgga myndir av
skurðgudum, læt keisarin
Diocletianus teir taka av
døgum.
M ó t t ø k a
Í sambandi við at Fuglafjarðar
Kommuna hevur sett sosialu deild
á stovn, bjóða vit til almenna
móttøku í hølum stovnsins.
Karvatoftir 4b í Fuglafi rði
Fríggjadagin tann 10. november 2006
frá kl. 14.00 – 17.00
Fuglafjarðar Kommuna
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Anna Nielsen
Klaksvík
andaðist sunnudagin 5. november, 86 ára gomul.
Farið verður úr heiminum oman í Betesda
týskvøldið kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Betesta mikudagin kl. 13.30.
Familjunnar vegna
Jona, Kristianna, Begga og Victor
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu tá
kæri maður, pápi, abbi og verfaðir okkara
Heini Joensen
Svínoy
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni.
Takk til starvsfólk á dialysudeildini á
Landssjúkrahúsinum, starvsfólk á Tyrlutænastuni,
Poul í Auto, Umlættingarheimið og peningagávur
til góðar fyri dialysusjúklingarnar.
Takk kirkjutænarar, berarar og gravarar.
Takk øll tit, sum fylgdu Heina til hansara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Fríðgerð, Heri og Anna Jórun
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri maður og beiggi okkara
Kristian Edvard Rókstein
Fuglafjørður
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávu til Siloa.
Tøkk til Ellis- og Røktarheimið og B7, fyri tíðina
hann var har og tykkum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Thala og Karin
i
Føðingardagur
Fríggjadagin 10. november fyllir Mathilda Eliasen,
Mikladalur, 50 ár. Føðingardagurin verður hildin
leygardagin heima hjá henni.