týsdagur 7. november 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 215 - 7. november 2006
Kríggið í Irak hevur
verið høvuðsevnið
í valstríðnum upp
undir miðvalið í dag,
og soleiðis verður tað
eisini aftan á valið,
um demokratarnir
vinna
Tær seinastu meininga
kanningarnar í USA vísa
týðiliga,
at
veljararnir
krevja broytingar í Irak-
politikkinum. Í New York
Times vísti ein kanning
í gjár, at bara 8 prosent
halda, at USA skal halda
fram í Irak sum higartil.
61 prosent siga, at USA
noyðist at leggja á annan
bógv, og 27 prosent vilja
hava hermenninar heim úr
Irak.
Meiningakanningarnar
hava eisini víst, at veljararnir
hjá demokratunum vænta,
at USA fer at skerja her
mannatalið í Irak ella at
taka teir úr landinum, fáa
demokratarnir meiriluta í
Kongressini í dag. Repu
blikanararnir eru haraft
urímóti sinnaðir at lata
hermenninar verða verandi
í Irak, og summir teirra
vilja hava Pentagon at senda
uppaftur fleiri hermenn
hagar.
Samanumtikið eru 29 pro
sent nøgd við Irak-politikkin
hjá George W. Bush, forseta,
og so lítla undirtøku hevur
hesin parturin av politikki
forsetans ikki havt fyrr.
Uppgerð
Irak hevur verið høvuðs
evnið í valstríðnum, og
tað hevur gjørt, at tey repu
blikonsku valevnini hava
verið í verjustøðu. Skuldi
tað hent, at demokrat
arnir fáa meiriluta í Um
boðsmannatinginum
og
Senatinum, er tað byrj
anin til eina uppgerð
millum Hvítu Húsini og
Kongressina um kríggið í
Irak. Tí Bush og umsiting
hansara hava boðað frá, at
har eru ongar ætlanir um
nakra stórvegis broyting,
sama hvat fólk halda um
kríggið.
– Forsetin hevur gjørt
púra greitt, at hann hevur
sett sær eitt mál í Irak, og
tað er at vinna kríggið. Tað
merkir, at vit halda fram
við somu ferð. Kanska
halda
amerikanararnir
lítið um kríggið, men tað
hevur minni at siga, tí
vit halda okkum gera tað
rætta. Tí halda vit fram, og
vit standa heldur ikki fyri
vali, segði Dick Cheney,
varaforseti, við sjónvarpið
ABC sunnukvøldið.
Hetta er beint í andsøgn
við tað, sum demokratarnir
siga, og sum teir ætla sær
at broyta, fáa teir meiriluta
í Umboðsmannatinginum
og Senatinum. Tí júst
broyting í Irak hevur verið
høvuðsmálið hjá demo
kratunum upp undir valið í
dag, og teir fara at gera alt
fyri at forða ætlanunum hjá
forsetanum. Í USA er tað
í stóran mun forsetin, sum
umsitur uttanríkispolitikkin,
men Kongressin kann spæla
ein avgerandi leiklut, tí hon
skal góðkenna útreiðslurnar.
Tí kann ein demokratiskur
meiriluti í Kongressini
noyða forsetan at samráðast
við
demokratarnar
um
politikkin í Irak.
Aðrir møguleikar
Demokratarnir kunnu eisini
forða
Irak-politikkinum
hjá forsetanum við at seta
kanningarnevndir at kanna,
um Bush-umsitingin hev
ur dult upplýsingar fyri
Kongressini. Kemur tað
til skarpskeringar, hava
demokratarnir eisini møgu
lerikan at seta forsetan fyri
ein ríkisrætt, men leiðarar
hjá demokratunum hava
sagt, at teir fara ikki at
brúka tann møguleikan,
sjálvt um teir skuldu fingið
hann.
Tað er eisini ein spurn
ingur, um demokratarnir
høvdu fingið nakað burtur úr
at kanna Bush-umsitingina.
Cheney, varaforseti, hevur
sagt, at hvørki hann ella
forsetin hava skyldu at
svara einari møguligari
kanningarnevnd.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
Vil ikki verða revsaður
Leiðarin í tí illa gitna uppreistrarfelagsskapinum í
Uganda, Harrans Mótstøðuheri, roynir nú at sleppa undan
at verða settur fyri altjóða krígsbrotsmannadómstólin.
Dómstólurin hevur kravt, at Joseph Kony og fýra av
hansara næstu medarbeiðarum verða handtiknir, tí teir
eru skuldsettir fyri grov brotsverk ímóti mannaættini í
tí 20 ára langa borgarakrígnum har norðuri í Uganda.
Fólk í tíggjutúsundatali eru deyð í krígnum, og umleið
tvær milliónir fólk eru rikin frá húsi og heimi. Tað var
ugandiska stjórnin, sum bað krígsbrotsmannadómstólin
revsa Joseph Kony, men hann vil ikki fyri rættin og hevur
nú biðið ST um samráðingar, so hann kann sleppa undan
rættarsókn.
Dýrt skemt
Ein svii kann vænta sær eina rokning upp á fleiri
hundraðtúsund krónur frá bjargingartænastunum í Svøríki
og Noregi. Fyrramorgunin ringdi maðurin til konu sína
og greiddi frá, at hann og ein vinmaður hansara vóru
farnir við báti úr Lysekil í Svøríki til Egersund í Noregi,
men at teir vóru komnir í havsneyð. Konan boðaði sum
vera man myndugleikunum frá, og bjargingarskip og eitt
flogfar vórðu send avstað at leita. Stutt eftir varnaðist
svenska løgreglan, at telefonin, sum maðurin hevði ringt
við, var ikki á sjónum, men við bryggjuna í Lysekil, og
har lá báturin hjá manninum eisini. Nú kann hann vænta
sær stóra rokning fyri skemtið.
Einkja móta-drotning
Tann 77 ára gamla Imelda Marcos, einkjan eftir gamla
filipinska einaræðisharran Ferdinand Marcos, er nú
farin í klædnaheimin. Í gjár boðaði hon frá, at hon hevur
sniðgivið eitt heilt nýtt slag av klæðum, og at tey verða
sýnd fram í Manila seinni í mánaðinum. Imelda Marcos
var yvirhøvur illa lýdd tey nógvu árini, maður hennara
stýrdi Filipsoyggjunum. Hon bar orð fyri at vera eitt
oyðsl, og tað sigst, at hon átti fleiri túsund pør av skóm.
Í 1986 noyddust Marcos-hjúnini at flýggja av landinum,
men tá hann doyði í 1991, slapp hon heimaftur at búseta
seg.
– Vit halda fram á somu kós í Irak,
sama hvat fólk halda um kríggið
Dick Cheney, varaforseti
Veljararnir krevja broytingar
Stutt sagt
Demokratiski senatorurin
Hillary Clinton var í gjár í einari
undirgrundarstøð í New York og
prátaði vil veljarar.