týsdagur 7. november 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 7. november 2006
15
Alt bendir á, at
demokratarnir vinna
meiriluta í Umboðs
mannatinginum, men
valið til Senatið er
sera spennandi. Sjey
statir kunnu avgera
úrslitið.
Eru meiningakanningarnar
upp undir amerikanska
valið í dag eftirfarandi,
fara
demokratarnir
at
vinna meirilutan í Umboðs
mannatinginum. Tingið hev
ur 435 limir, og sum er hava
republikanararnir 28 fleiri
limir enn demokratarnir, og
tí skulu demokratarnir fáa
15 umboð afturat fyri at fáa
meirilutan.
Í Senatinum eru 100
limir, tveir úr hvørjum av
teimum 50 statunum. Í dag
standa 33 teirra fyri vali. Av
teimum eru 17 demokratar,
15 republikanarar og ein
óheftur senatorur, sum ikki
stillar uppaftur. Sum er
hava republikanararnir 55
senatorar og demokratarnir
44, og tí skulu demokratarnir
hava seks afturat fyri at fáa
meiriluta í Senatinum.
Alt bendir á, at tað fer
ikki at standa á hjá demo
kratunum at vinna meiriluta
í Umboðsmannatinginum,
men sambært meininga
kanningunum er dysturin
í meirilutan í Senatinum
spennandi og javnur.
Dysturin snýr seg í veru
leikanum um valið í sjey
statum, har demokratarnir
hava møguleikan at taka
senatssessin frá republi
kanarunum. Tær seinastu
meiningakanningarnar
vísa, at demokratarnir eru á
odda í fimm av teimum sjey
statunum, men at teimum
restar umleið trý prosentstig
í at fella republikanararnar
í teimum báðum seinastu
statunum.
- Senarsvalið er púra
opið. Tað kann fara báðar
vegir, segði blaðstjórin
á
Rothenberg
Political
Report, Stuart Rothenberg,
við USA Today í gjár.
Stórur spenningur
Teir sjey statirnir, sum
helst koma at avgera senats
valið, eru Pennsylvania,
Ohio, Rhode Island, Mon
tana, Missouri, Tennes
see og Virginia, og eftir
teimum seinastu meininga
kanningunum sær støðan
soleiðis út í teimum ein
støku statunum:
Pennsylvania: Her er
demokraturin Bob Casey
heili 13 prosent stig framm
fyri republikanaran Rick
Santorum.
Ohio:
Demokraturin
Sherrod Brown er trý
prosentstig
framman
fyri republikanaran Mike
DeWine.
Rhode Island: Seinasta
meiningakanningin gevur
demokratinum
Sheldon
Whitehouse trý prosentstig
fleiri enn republikanaranum
Lincoln Chafee.
Montana: Her liggur
demokraturin Jon Tester
heili níggju prosentstig
framman
fyri
republi
kanaran Conrad Burns.
Missouri: Demokraturin
Claire McCaskill er sam
bært kanningunum trý pro
sentstig framman fyri tann
republikanska Jim Talent.
Tennessee: Her er tann
republikanski Bob Corker
trý prosentstig framm fyri
demokratin Harold Ford Jr.
Virginia: Eisini her eru
republikanararnir framman
fyri. George Allen er trý
prosentstig framman fyri
demokratin Jim Webb.
Munurin tódnaður
Demokratarnir hava eisini
vónir um at vinna í Arizona,
har meiningakanningarnar
hava víst, at tað er púra javnt
ímillum tann republikanska
senatorin Jon Kyl og tann
demokratiska avbjóðaran
Jim Penderson. Fyri stuttum
var tann sitandi senatorurin
heili átta prosentstig framm
an fyri, men nú er munurin
minkaður burtur í einki.
Ein landsumfatandi mein
ingakanning, sum Gallup
gjørdi fyri USA Today í
gjár, vísti, at demokratarnir
kunnu vænta sær 51 prosent
av atkvøðunum í dag, og at
republikanararnir ætlandi
fáa 44 prosent. Men her skal
havast í huga, at fyri bara
fjúrtan døgum síðani var
munurin 13 prosentstig.
Fáa demokratarnir meiriluta í Umboðsmannatinginum,
kann tað henda, at USA fyri fyrstu ferð fær eina kvinnu
í formansstólin har.
Tann 66 ára gamla Nancy Pelosi er í øllum førum til
reiðar at taka við avbjóðingini - ein avbjóðing, sum seta
hana á triðovasta sessin í amerikanska valdsbýtinum næst
eftir forsetan og varaforsetan.
Sjálv hevur hon umboðað Kalifornia í Umboðs
mannatinginum tey seinastu 20 árini, men teir seinastu
dagarnar hevur hon hjálpt øðrum demokratiskum
valevnum í valstríðnum.
Hon er kend fyri sítt sera atfinningarsama orðalag um
George W. Bush, forseta og politikk hansara. Hon hevur
serliga funnist at politikkinum í Irak, men hon er ikki
samd við teimum demokratunum, sum vilja hava forsetan
fyri ein ríkisrætt. Hon er eisini kend sum stríðskvinna
fyri fríari fosturtøku og fyri mannarættindum, og hon
hevur fleiri ferðir funnist at Kina og teimum vantandi
mannarættindunum har.
Í Umboðsmannatinginum er Nancy Pelosi kend fyri
at vera ein frælslyntur og sera virkin politikari, og
fleiri hava hug at geva henni æruna av, at tað hevur
eydnast demokratunum at standa saman upp undir
valið í dag. Men tað merkir ikki, at formansstarvið í
Umboðsmannatinginum verður nakar dansur á rósum
- um hon fær tað, siga eygleiðarar.
Nancy
Pelosi kann
gerast
tann fyrsta
kvinnan
í formans
starvinum
í ameri
kanska
Umboðs
manna
tinginum.
Her stendur stríðið um Senatið
Hon kann blíva tann fyrsta
Tennessee er ein av statunum, sum kann fella báðar vegir. Her er demokraturin Harold Ford Jr. (høgrumegin á myndini) í hørðum stríði við republikanaran Bob Corker.
útlond