týsdagur 7. november 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 215 - 7. november 2006
Hóast stríðið fyri
tað mesta snýr
seg um forsetan,
so eru tað eitt nú
Umboðsmannatingið,
triðingurin av
Senatinum og
triðingurin av
guvernørunum, sum
standa fyri vali í dag
MIÐVALIÐ Í USA
Jóannes Hansen
Í dag er val í USA. Miðvalið
er heitið, og tað kemst av, at
tað eru tvey ár síðani so
at siga stóra valið var, og
at tað eru tvey ár, inntil
stóra valið verður aftur.
Her verður hugsað um
amerikanska forsetavalið,
sum verður roknað at vera
týdningarmiklasta
valið
í heiminum. Tað verð
ur tað roknað at vera, tí
amerikanski forsetin verð
ur roknaður at vera mátt
miklasti politikarin á klót
uni.
Hetta við tí máttmikla
er ikki einvísur sannleiki.
Politiska skipanin í USA
er soleiðis samanskrúvað,
at eingin hevur óavmarkað
vald. Forsetin, Kongressin
og rættarskipanin skáka
hvørt øðrum, og statirnir og
býtta valdið í teimum hevur
stóran part av valdinum.
Amerikumonnum hev
ur søguliga líkað væl, at
valdið hevur verið lutað
sundur millum teir báð
ar stóru flokkarnar. Tá ið
annar hevur átt forsetan,
hevur hin ofta átt meirilutan
í Kongressini, lóggávu
tinginum, sum er samansett
av Umboðsmannatinginum
og Senatinum.
Men um vald skal ítøki
liggerast í einum persóni,
so er tað amerikanski for
setin, sum tað snýr seg
um. Forsetin stendur ikki
fyri vali í dag, men kortini
verður tað roknað sum
framúr høvi at viga forsetan,
tá ið amerikumenn í dag
fara á val. Áhugin er stórur
í USA, men valluttøkan er
fyri einki at rokna sammett
við, tá ið tað er løgtingsval.
Í Føroyum hava seinastu
ferðirnar oman fyri 90 pro
sent verið á vali. Í USA
verður tað mett ikki at
vera so galið, um stívliga
helmingurin av veljarunum
møtir upp á miðvalinum.
Kring heimin verður væl
fylgt við í, hvussu tað fer at
gangast á valinum í USA
í dag. Meiri enn nakrantíð
verður valið roknað sum
fólkaatkvøða um forsetan.
Um
Republikanararnir
vinna, so verður tað tikið
sum álitisváttan um, at
amerikumenn taka undir
við Bush og serliga poli
tikkinum í Irak. Tað fer aftur
at hava týdning fyri eitt nú
Tony Blair í Bretlandi og
Anders Fogh Rasmussen
í Danmark og harvið fyri
innanríkispolitiska styrkis
lutfallið í eitt nú Bretlandi
og Danmark.
Kongressin og forsetin
Bill Clinton verður mettur
sum ein tann gløggasti
og millum amerikonsku
veljararnar best umtókti
forsetin í nýggjari tíð. Hann
flutti inn í Hvítu húsini
20. januar í 1993. Fyrstu
árini stóð hann seg illa við
langari røð av sjálvmálum.
Tað sást aftur í miðvalinum
í november í 2004. Tá vann
Republikanski
flokkurin
stórsigur, og síðani tá hava
teir sitið á bæði Umboðs
mannatinginum og Senat
inum.
George W. Bush vann
valið í november 2000 og
aftur í november 2004.
Merkisvert hevur tað verið,
at republikanararnir hava
megnað at varðveitt takið á
Kongressini. Spurningurin
er nú, um teir eisini fara at
megna tað eftir valið í dag.
Veljarakanningarnar hava
verið nógvar, og tær hava
allar bent á, at demokratarnir
fara at vinna. Republikanski
flokkurin plagar at hava betri
endaspurt í valstríðnum, enn
demokratiski flokkurin plag
ar at megna. Soleiðis tykist
tað eisini at hava verið hesa
ferð. Eftir vikuskiftið vendi
rákið
republikanarunum
til frama. Avhølvingin og
eyðmýkingin, sum kann
ingarnar hava bent á, at
republikanski
flokkurin
skuldi leggja rygg til, tykist
nú at skula verða tap, men
ikki stórtap.
Valið
Atkvøðuseðilin er lang
ur, sum amerikonsku velj
ararnir fáa í dag. Umframt
til lóggávuvaldið skulu teir
eitt nú velja guvernørar
ella í gásareygum forsetar
í 33 statum, teir skulu velja
økis og kommunuumboð,
ymsir spurningar – eitt nú
um fosturtøku og samkynd
- verða í fleiri statum
lagdir út til fólkaatkvøðu,
og nógvir álitissessir eru
fólkavaldir. Um skipanin
var tann sama í Føroyum,
sum hon er í USA, kundu
vit ímynda okkum, at t. d.
løgtingsins umboðsmaður
og
landsgrannskoðarin
vórðu fólkavaldir.
Samansetingin
av
Kongressini - Umboðs
mannatinginum og Senat
inum - hevur søguligar
røtur. Tá ið USA gjørdist
samveldi og grundlógin varð
snikkað til fyri meiri enn
tvey hundrað árum síðani,
var ein av telvingunum, um
statirnir skuldu umboðast
eftir fólkatalinum, ella
um teir allir skuldu eiga
somu umboðan í lóggávu
tinginum.
Loysnin varð salemonisk.
Í øðrum tinginum, Senat
inum, eiga allir 50 statirnir
hvør síni tvey umboð ella
tilsaman hundrað limir. Í
Umboðsmannatinginum
eru statirnir umboðaðir eftir
fólkatalinum. Fólkaríkasti
staturin,
California,
er
býttur í 53 valdømi, sum
eftir fleirtalsvalháttinum
– tann sami sum verður
nýttur í Bretlandi – velja
hvør sítt umboð í Umboðs
mannatingið.
Alaska,
Delaware, Montana, North
Dakota, South Dakota,
Vermont og Wyoming eru
fólkafátækastu statirnir, og
tað sæst aftur í, at hesir
statirnir bara velja ein lim í
part í Umboðsmannatingið.
Manningin í umboðsmanna
tinginum er tilsaman 435.
Valskeiðið í Umboðs
mannatinginum er tvey ár.
Allir 435 limirnir standa
fyri vali annaðhvørt ár. Tað
ber við sær, at hesir eru so
at siga í støðugum valstríði.
Valskeiðið í Senatinum
er seks ár. At limirnir í
Senatinum eru færri, og at
valskeiðið hjá teimum er
longri, enn tað er hjá teimum
í Umboðsmannatinginum,
er ein av orsøkunum til, at
senatorarnir verða roknaðir
at hava størri politiska
tyngd enn limirnir í hinum
tinginum.
Ein onnur orsøk er, at
Senatið eigur nakrar upp
gávur, sum Umboðsmanna
tingið ikki eigur. Eitt nú at
góðkenna limirnar í stjórn
ini og Hægsta rætti, sum
forsetin ætlar sær at velja.
Í
Senatinum
skulu
Demokratarnir vinna seks
sessir fyri at endurvinna
meirilutan, sum teir ikki
hava átt síðani 1994. Í
Umboðsmannatinginum
skulu Demokratarnir vinna
fimtan sessir fyri at røkka
meirilutanum.
Undan
vikuskiftinum
vístu
fleiri
kanningar,
at demokratarnir fóru at
vinna við 20 prosentum
og kanska tjúgu sessir í
Umboðsmannatinginum og
átta í Senatinum.
Síðstu dagarnar hevur
tiltikna republikanska val
maskinan havt fulla guvu
undir ketlunum, og í gjár
vístu kanningar, at munurin
var minkaður til eini fimm
prosent. Men framvegis
tóktist heilt nógv benda á,
at George W. Bush tvey
tey síðstu forsetaárini fer
at stjórna saman við Kon
gress, sum bæði í Umboðs
mannatinginum og Senat
inum verður stýrd av demo
kratunum.
Í valstríðnum hevur Bush
verið í trongum skóm.
Hann hevur hjálpt floks
feløgum í statum, har hann
hevur verið vísur í at vera
fagnaður, og har tað hevur
verið lítið ella einki sannlíkt,
at floksfelagarnir hjá honum
kundu tapa. Har uppgerðirnar
hava verið roknaðar at vera
tættar, hava republikansku
valevnini ikki viljað havt
vitjan av forsetanum, sum
tey hava kent at vera byrðu
heldur enn hjálp. Ætlanin
var, at George W. Bush
mánadagin skuldi hjálpa
floksfeløgunum í Florida,
men teir heittu á hann um at
halda seg burtur!
Guvernørarnir og
forsetavalevnini
Á valinum um tvey ár fara
amerikonsku
veljararnir
aftur at velja 435 limir í
Umboðsmannatingið, ein
triðing av teimum hundrað
senatorunum, ein triðing
av
guvernørunum
og
tá skulu teir eisini velja
forseta. Tað er púra víst, at
nýggjur forseti skal veljast,
tí tíðin í Hvítu húsunum er
avmarkað til tvey valskeið.
Valið verður fyrsta týsdagin
eftir fyrsta mánadagin í
november 2008, og avloys
arin fyri Bush fer at flyta
inn í Hvítu húsini 20. januar
í 2009.
Hóast talan ikki er um
forsetaval í dag, so er eingin
ivi um, at valið í dag hevur
týdning fyri forsetavalið um
tvey ár, tá ið nýggjur forseti
skal veljast. Tí er valið hesa
ferð serliga áhugavert.
Ein av stóru spurning
unum, sum tað kanska
fer at fáast ábending um
í dag, er, hvør um tvey
ár fer at vinna kappingina
um at verða uppstillaður
fyri
republikanska
og
demokratiska flokkin.
Í dag verða guvernørar
valdir í 36 statum. Av
teimum 50 guvernørunum
eru 28 republikanarar og
22 demokratar. Í 22 av
statunum, har tað í dag
er guvernørval, er guver
nørurin republikanari, og í
14 er hann demokratur.
George W. Bush, Bill
Clinton, Ronald Reagan
og Jimmy Carter vóru allir
guvernørar, áðrenn teir
skiftu útinnandi valdið í
statum út við Hvítu húsini
og útinnandi valdið í
samveldisríkinum. Tí kann
tað væl hugsast, at onkur
teirra, sum í dag verður
valdur til guvernør, kanska
verður forsetavalevni um
tvey ár.
Men tað er ikki altíð
soleiðis, at forsetarnir hava
royndir sum guvernørar.
Dømi um forsetar, sum
ikki frammanundan høvdu
verið guvernørar, eru eldri
George Bush, Gerald Ford,
Richard Nixon, Lyndon
B. Johnson og John F.
Kennedy. Onkrir teirra –
eitt nú Nixon - høvdu roynt
at vinna guvernørval, uttan
at tað hevði eydnast.
Aðrir høvdu verið limir í
Umboðsmannatinginum og
Senatinum, og onkrir høvdu
verið varaforseti (Lyndon
B. Johnson, Richard Nixon,
Gerald Ford og eldri George
Bush).
Millum valini til Kongress
ina, sum tað er størst áhugi
fyri hesa ferð, er tað í New
York. Áhugin stavar ikki frá,
at spenningurin um úrslitið
er stórur. Allar kanningar
benda á, at Hillary Clinton
fer at endurvinna sessin í
Senatinum, sum hon vann
á valinum fyri seks árum
síðani.
Hóast kríggið í Irak hevur
fylt nógv í valstríðnum, so
hava nógv valevni roynt at
halda fokus á innanríkis
spurningum og spurningum,
sum hava við einstøku
statirnar at gera. Tað hevur
Hillary Clinton ikki gjørt.
Eygleiðarar rokna valstríðið
hjá henni at hava verið lopfjøl,
so Hillary eftir valið skal
verða mest sum sjálvskrivað
at verða forsetavalevni hjá
demokratunum og harvið
at loysa George Bush av.
Um tað fer at bera Bush
til tvey tey seinastu árini
av síni forsetatíð at betra
um syndarliga skoðsmálið,
sum amerikumenn nú geva
honum, valdast fyri ein part,
um hann fer at arbeiða saman
við republikanskum ella
demokratiskum meiriluta í
Kongressini. Tí sigur tað seg
sjálvt, at valið er áhugavert
fyri Bush, og at Bush er
áhugaverdur fyri valið.
Hvussu valúrslitið verður
fæst at vita í nátt og tíðliga
í morgin, tá ið valið verður
liðugt upptalt í Calefornia,
har eingin ivi tykist vera um,
at Arnhold Schwarznegger
verður afturvaldur í guver
nørsessin. Ronald Reag
an, sjónleikarin og guver
nørurin, nýtti í síni tíð
guvernørsessin í Calefornia
sum lopfjøl til Hvítu húsini.
Tað fer ikki at bera til
hjá Schwarznegger, sjón
leikaranum og nú guver
nørinum, sum ivaleyst hevði
verið áhugaverdur høvuðs
leikari og forsetavalevni
hjá
republikanarunum.
Schwarznegger er føddur í
Eysturríki, og amerikanska
grundlógin sigur, at forsetin
í amerikanska samveldinum
skal vera føddur í USA.
útlond
Høvuðsleikarin stendur ikki fyri vali
Bæði kømurinið í Kongressini – Senatið og
Umboðsmannatingið – halda til í stórsligna bygninginum
á Capital Hill Hall, sum ikki liggur longri burtur frá Hvítu
húsunum, enn at tað ber til at ganga ímillum
Úrslitið av valinum í dag
verður avgerandi fyri, um
George W. Bush forseti tvey
tey seinastu árini av sínum
forsetaskeiði skal stýra saman
við republikanskum ella
demokratiskum meiriluta í
Kongressini
Hóast eingin ivi er um,
at hon verður afturvald í
Senatið sum umboð fyri New
York, so hevur áhugin verið
stórur fyri valstríðnum hjá
Hillary Clinton, sum um
tvey ár kanska verður fyrsta
kvinnuliga forsetavalevnið í
USA