týsdagur 7. november 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 7. november 2006
17
vinnusíðurnar
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
Intrum Føroyar
bjóðar fram tænastu,
har viðskiftafólk
kunnu fáa mvg, sum
er goldið uttanlands,
afturgoldið
mvg
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Meirvirðisgjald er eitt av
brúkaragjøldunum,
sum
seinastu mongu árini er
vorðið alt meira standardi
serað í okkara parti av
heiminum.Endamálið við
hesum er, at ein beinleiðis
brúkaraskattur – heldur enn
tollgjøld v.m. verður lagdur
á allar vørur, tó at onkur
undantøk so eisini eru.
Er talan um vinnulív, so
fellur skatturin ikki, fyrr enn
hesin kemur út til brúkaran,
og tí er heldur ikki talan um
meirvirðisjgald, tá talan er
um út- ella innflutning. Ein
regla, sum eisini ber við sær
sonevndu tax-free keypini,
har t.d. ein føroyingur kann
fáa mvg endurgoldið av
vørum, sum eru keypt á
eini innkeypsferð til eitt nú
Ikea í Noreg.
Sama regla er sum so
eisini galdandi, um eitt før
oyskt virki hevur umboð
uttanlands í arbeiðsørind
um.
Hotel,
matstovur,
skeið, taxa-bilar. Ja, at kalla
allar útreiðslur, sum eru
tengdar at eini slíkari ferð,
eru mvg-skyldugar, og tí
hevur føroyska fyritøkan
loyvi at bóka hetta sum inn
gangandi mvg.
Trupulleikin er bara,
at hetta ikki kann mót
roknast
í
uppgerðini
yvir
meirvirðisgjald,
sum verður latin Toll- og
Skattstovuni her heima.
Meirvirðisgjald skal altíð
framganga av serskildum
roknskapi í landinum, har
hetta er goldið, og tí er
hetta eitt mál, sum flestu
fyritøkurnar her heima ikki
vilja leggja ov nógva orku
í. Ikki minst tí raðfestingin
av arbeiðinum í allar flestu
førum skumpar hendan part
in afturum.
Við Intrum, sum í fyrstu
atløgu hevur sett seg á
føroyska marknaðin sum
innkrevjingarfyritøka, hava
virkini tó fingið eitt nýtt
amboð at heinta inn mvg,
sum er goldið uttanlands.
Við at tekna fyritøkuna
sum “haldara” í mvg-
afturberingini hjá Intrum,
syrgir fyritøkan fyri øllum
tí tíðarkrevjandi pappírs
arbeiðinum, sum liggur í
hesum, og tað einasta, sum
føroyska fyritøkan skal
gera, er at lata Intrum avrit
av skjølunum.
- Tað eru ikki vit á Intrum
her í Føroyum, sum umsita
hendan partin. At fáa mvg
afturborið úr útlandinum
kann ofta vera ein tung
prosess, men sum partur av
einum størri samtaki hava
vit fleiri stórdriftsfyrimunir.
Og ein av hesum er, at vit í
Finnlandi hava eina deild,
sum burtur av arbeiðir við
mvg-endurrindan kring alt
Europa, sigur Jákup Bech
Jensen, stjóri í føroysku
deildini av Intrum.
Krevur ávísa nýtslu
Sum ein vinnurekandi fyri
tøka skal Intrum tó eisini
hava sín part av køkuni, tá
mvg verður afturgoldið, og
tí skal nýtslan uttanlands
upp um eitt ávíst mark,
áðrenn sigast kann, at tað
loysir seg hjá fyritøkuni at
lata hetta yvir til Intrum at
krevja inn.
Sum tummilfingurregul
kann her sigast, at fer saml
aða mvg-skylduga nýtslan
í útlandinum upp um
tær 25.000 kr., um árið,
er peningur at heinta hjá
fyritøkum, sum áður hava
roknað hendan pening fyri
mistan. Umframt fast gjald
til Intrum í Føroyum, so
tekur finska deildin ein
ávísan %-part av mvg-upp
hæddini sum ómaksløn.
Men fyri føroysku fyri
tøkuna, sum ikki hevur fing
ið peningin áður, er hvør
króna í so máta jú vunnin,
so ivaleyst verða tað fleiri,
sum fara at gera nýtslu av
nýggju vøruni, sum nú er
komin á marknaðin.
Rentu
hækkingin
nærum
eitt fakta
Tað verður roknað
sum púrasta
víst, at næsta
rentuhækkingin
kemur í desember
Renta
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Stjórin fyri europiska
Miðbankan sendi hós
dagin eitt greitt tekin um,
at rentan verður hækkað
í desember mánaði.
Jean-Claude Trichet
segði, at europiska rent
an hevur verið og er sera
lá, og at ein hægri renta
er neyðug, um útrokn
ingarnar hjá Miðbank
anum eru rættar. Her
verður mett, at inflatiónin
fer at økjast seinastu
mánaðirnar av 2006 og
fyrstu mánaðirnar av
2007. Soleiðis staðfestir
Miðbankastjórin,
at
fallið í inflatiónini, sum
eru í løtuni, ikki verður
roknað sum eitt varandi
fyribrigdi.
Samtundis
segði
Trichet, at prognosurnar
um peningaligan vøkstur
í Europa fyribils halda.
Seinastu fýra ársfjórð
ingarnar hevur fíggjar
vøksturin verið á leið 0,7
%, og roknað verður við,
at hetta støðið fer at halda
sær. Tosað verður her um
ein sunnan vøkstur, sum
hevur eitt breitt og sterkt
grundarlag at standa á.
Um so er, at europiski
Miðbankin hækkar rent
una í desember – helst
við 0,25 prosent-stigi,
er væntandi at føroysku
peningastovnarnir gera
tað sama.
Nú kann útlendska
mvg’ið afturrindast
Intrum snýr seg ikki bara um innkrevjan av skuldarum. Felagið bjóðar nú eisini fyritøkum at taka sær av pappírsarbeiðinum, sum skal til, um útlendskt mvg skal
afturrindast
Mynd: Jens Kristian Vang