Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 215 - 7. november 2006 vinnusíðurnar Wenzil vann lutakastið um fiskamerkini Fríggjadagin skipaði Fiskirannsóknarstovan fyri lutakasti millum innkomin fiskamerkir seinasta árið, har vinnarin fekk 10.000 krónur Fiskamerkir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Lutakastið fór fram á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, har Petur Steingrund, fiskifrøðingur helt ”skálini” og Jákup Andrasen, skúlastjóri, tók upp úr henni. Teir báðir syrgdu fyri, at alt gekk rætt fyri seg. At geva virðisløn fyri fiskamerki, hevur verið fastur táttur hjá Fiskirannsóknarstovuni í nøkur ár. Seinasta árið vóru innkomin tilsamans 408 fiska­ merkir, sum vóru við í dráttinum um tær 10.000 krónurnar. Hepni vinnarin hesaferð gjørdist 24 ára gamli, Wenzil Mouritsen í Sørvági, sum fær tær 10.000 krónurnar. Tveir persónar høvdu latið flest merkir inn, nevniliga 19. Flest merkir vóru frá persónum/virkjum á Toftum (59), Klaksvík (57) og Eiði (35). Tilsamans 854 lutaseðlar vóru við í dráttinum. Orsøkin til, at talið av lutaseðlum var størri enn talið av innsendum merkjum er, at tríggir lutaseðlar luttaka, tá sjálvur fiskurin – og ikki bert merkið – er latin inn. Umframt lutakastið um fiskamerkini, sum var á Fiski­vinnuskúlanum fríggja­­dag­in, var eisini ein fram­­løga um hav­tasku á skránni. Lise Ofstad, fiskifrøð­ ing­ur, hevur í nøkur ár gransk­að ymisk viðurskifti í sambandi við havtasku, og hesum greiddi hon frá í síni framløgu (sí teigin á næstu síðu) Skarvurin argar norðmenn Seinastu árini hava vit í Føroyum harmast um, at so lítið hevur verið til av lomviga og lunda. Havhesturin royndist heldur ikki væl í heyst. Fuglurin var smáur og at síggja til eisini rak. Og tó; tað vóru eisini góðir fuglar ímillum, men svinnið hjá monnum, sum vóru á hesi veiði í august/ september, var sum heild størri enn vanligt. Í Føroyum verður ikki argast um lomviga, lunda, ei heldur skarv. Heldur harmast vit um, at fuglurin ikki hevur tað betri. Skarvur hevur tó mangan argað í øðrum londum, eitt nú í Danmark, Svøríki og Noregi, tí tey meta, at fuglurin tekur væl av fiski og órógvar veiðina. Fiskerlaget Sør í Noregi hevur soleiðis heitt á myndugleikarnar í landinum um at leingja tíðina, tá ið skarvur kann veiðast. Felagið vísir á, at skarvur etur nógvan smáfisk, sum heldur til fram við landi. - Skarvurin hevur leingi verið ein sonn plága fyri svenskar og danskar fiskimenn, sigur felagið í Noregi. Í Danmark er veiðitíðin frá 1. august til 31. mars, og nú vilja norskir fiskimenn eisini hava myndugleikarnar í landinum at leingja tíðina, sum skarvur kann skjótast í Noregi. -vilmund. Næmingar á Fiskivinnuskúlanum Mynd: Eyðun Leo Teir syrgdu fyri, at alt gekk rætt fyri seg Mynd: Eyðun Leo - Vit eru ógvuliga kedd um, at túrurin hjá Lómi mátti avlýsast, men hetta er nakað, sum tíbetur hendir ógvuliga sjáldan, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri á Faroe Ship Útflutningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ætlandi skuldi Lómur hjá Faroe Ship fara til Scrabster mánadagin, men við tað, at skipið var seinkað á heimferðini úr Danmark, noyddist Faroe Ship at avlýsa túrin. - Sambært ferðaætlanini skuldi skipið verið inn tíð­ liga mánamorgunin, men náddi ikki havn fyrr enn um kvøldið. Avlýstu Scrabster Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, sigur, at seink­ ingin mánadagin, sum stóðst av ringum veðri, førdi til, at tey noyddust av avlýsa Scrabster-túrin hesaferð, sum sjálvandi er komið fiskaútflytarum dátt við. – Hetta er túrurin, har fiskaútflytarar senda feskan fisk niður til Scrabster, og tí var hetta ógvuliga óheppið, ásannar hon. Hon leggur tó aftrat, at slíkt hendir ógvuliga sjáldan, tíbetur. – Men vit eru ikki harrar yvir veðrinum. Á uppboðssølu Sum Sosialurin hevur skilt, noyddust teir, sum ann­ars ætlaðu sær at senda feska fiskin niður á skotska marknaðin, á upp­boðssøluna hjá Fiska­ marknaði Føroya við honum. - Tað er einki at ivast í, at hetta hevur merkt munandi prísfall í mun til tað, teir kundu fingið fyri fiskin á feskfiskamarknaðinum í Skotlandi, sigur Jóhanna á Bergi. Hon vísir á, at Dettifoss hjá Faroe Ship, sum kom úr Århuus, eisini var seinkað á ferðini heim til Føroya. - Dettifoss skuldi ver­ið komin sunnudagin, men kom ikki fyrr enn seinna­ partin mánadagin, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship. Útflytarar mistu pening, tí útflutningurin koksaði Við tað at Lómur ikki sigldi til Scrabster mánadagin, vórðu 300 tons av feskum fiski á føroyska marknaðinum – meira enn »vanligt« Millum fiskasløgini á marknaðinum mánadagin var eisini djúpvatnsfiskur, sum skuldi av landinum