týsdagur 7. november 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 7. november 2006
19
vinnusíðurnar
Veiðan eftir hav
tasku undir Føroy
um er rættiliga nógv
vaksin seinastu
árini, úr stívliga
1600 tonsum í 1996
upp í góð 4.500 tons
í 2005
Havtaska
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Veiðan vaks øll árini úr
góðum 1600 tonsum í
1996 til og við 1999, tá
hon var umleið 2.750 tons.
Síðan minkaði veiðan aft
ur niður í umleið 2.200
tons í 2002.
Árini 2003 til 2005
var aftur rættiliga stórur
vøkstur í havtaskuveiðini,
sum í 2005 kom upp á
stívliga 4.500 tons.
Størri helmingurin av
havtaskuni, sum verður
veidd undir Føroyum,
verður veidd við troli,
men í 2000 og 2001 var
garnaveiðan á leið líka so
stór sum trolveiðan.
Lise H. Ofstad, fiski
frøðingur, sum í nøkur ár
hevur granskað viðurskifti
við havtasku, hevði áhuga
verda framløgu um hav
tasku og havtaskuveiði
á Fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna fríggjadagin.
Fleiri av næmingunum
á skúlanum lýddu á fram
løguna hjá Lise.
Hendan dagin var eisini
lutakast um innkomin
fiskamerki, sum Fiskirann
sóknarstovan skipaði fyri
á Fiskivinnuskúlanum.
Petur Steingrund, fiski
frøðingur og Jákup Andrea
sen, skúlastjóri, syrgdu
fyri, at alt gekk rætt fyri
seg, tá ið vinnarin skuldi
finnast.
Sambært heimasíðuni
hjá Fiskivinnuskúlanum,
eru tvinni sløg av hav
tasku.
Tann vanliga ”hvíta hav
taskan” hevur hvíta búk
hinnu og fæst í landsynn
ingshorninum av Barents
havinum, við Ísland, Før
oyar og suður til Gibraltar.
”Svarta havtaskan” hev
ur svarta búkhinnu og
er mest í heitari sjógvi
úr Norðsjónum suður til
Gibraltar, í Miðjarðar
havinum og í Svartahav
inum.
Øll eggini verða gýtt
í einum og sonevndum
rognbandi, sum vit síggja
á tí einu myndini. Hetta
rognband kann vera 10
metrar langt og ein metur
breitt. Í ”bandinum” kunnu
vera meira enn ein miljón
egg. Bandið og eggini
kunnu beint fyri gýting
viga meir enn helmingin
av allari fiskavektini.
Gýtingarleiðirnar um
okkara leiðir eru vestan
fyri bretsku oyggjarnar,
men eingi gýtingarøki eru
funnin í Norðurhøvum.
Vanligasta føðin hjá hav
tasku er hvítingsbróðir, svart
kjaftur, lítli kongafiskur,
flatfiskur, hýsa og toskur.
Havtaskuveiðan
í stórum vøkstri
Alivinnan í Kanada setir met
Rakstrarinntøkurnar hjá kanadiska aliídnaðinum settu met í
2005. Orsøkin er økt framleiðsla og øktur útflutningur.
Við hesum steðgaði afturgongdin, sum var í kanadisku
alivinnuni í 2004 og 2003.
Sølan í 2005 var 753 mió kanadiskir dollarar, og hetta var
samstundis 11% betri enn í 2004.
Útflutningsvirðið hjá kanadisku alivinnuni í 2005 vaks við
22% og kom upp í heilar 515 mió kanadiskar dollarar, sum
er met.
-vilmund.
Eggini verða gýtt í einum
stórum rognbandi
Mynd: Fiskivinnuskúlin
Tvinni sløg eru av havtasku
Mynd: Fiskivinnuskúlin
- Við teimum prísum,
sum skipini fingu fyri
fiskin mánadagin, tá
ið eingin flutningur
var av landinum, havi
eg roknað út, at tey
mistu umleið 2,5 mió
krónur, sum eingin
trygging dekkar,
sigur fiskaseljari,
sum Sosialurin hevur
tosað við
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað kom dátt við hjá skip
um
og
fiskaútflytarum
– men minni dátt við hjá
virkjum - at eingin sigling
var niður til Scrabster við
feskfiski mánadagin, tá ið
Lómur var so seinur aftur
úr Danmark.
Fiskaseljari, sum Sosial
urin hevur tosað við, sigur,
at honum kunnugt var talan
um 300 tons av ymiskum
fiskasløgum, sum skuldu
av landinum við Lómi hend
an dagin.
Stórur missur
- Fiskakeyparar keyptu fisk
á marknaðinum fríggjadagin
við tí fyri eyga at senda
hann feskan niður á skotska
marknaðin.
Men
hetta
kiksaði so fullkomiliga, tá
ið Lómur ikki náddiu havn
í Føroyum fyrr enn út á
kvøldið - og Faroe Ship
síðan avgjørdi at avlýsa
ferðina til Scrabster.
Fiskaseljarin sigur, at
hann hevur hugt at prísun
um, sum skipini fingu á
uppboðssølu og til ymisk
virkir mánadagin, og hann
er avgjørdur um, at nógvur
peningur er mistur.
- Eg eri komin til, at
samlaði missurin hevur
verið umleið 2,5 mió krón
ur, og tað er nógvur pen
ingur.
Fiskaseljarin fýlist eisini
á, at Faroe Ship ikki fyrr
enn mánamorgunin um 9-
tíðina læt frætta frá sær,
hvussu støðan var.
Hevði bøtt um
– Eg haldi, at felagið onkus
vegna átti at gjørt alt fyri
at gingið fiskaseljarunum á
møti – og um ikki annað, so
við leigaðum skipi.
Hann heldur, at tað eisini
hevði bøtt um støðuna og
søluna, um skipið fór seinni
avstað við fiskinum enn
ætlað.
– Tá hevði prísfallið
ikki verið so stórt, sum tað
gjørdist, sigur hann.
Fiskaseljarin vísir á, at
toskur fekk góðan prís á
føroyska
marknaðinum
mánadagin,
meðan
tað
serliga var hýsan og svart
kalvin, sum høvdu stórt
prísfall.
- Tey 140 tonsini, sum
vóru av hýsu, fóru fyri
einar 5 krónur minni fyri
kg., enn tey annars høvdu
farið - og svartkalvin fór
fyri einar 13 krónur minni
fyri kg., sigur hann.
Skipini mistu 2,5 mió kr.
í søluvirði mánadagin