týsdagur 7. november 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 215 - 7. november 2006
vinnusíðurnar
EWOS sigur fólki úr starvi
Norski fiskafóðurframleiðarin, EWOS AS, sum vit eisini kenna her í Føroyum, ætlar í fyrsta ársfjórðingi í 2007 at minka um talið
av starvsfólki í fyritøkuni við umleið 30-40 fólkum.
Felagið miðjar eftir at effektivisera fyritøkuna, soleiðis at kappingarføri verður betri - og raksturin bíligari.
Átakið fevnir um allar deildir hjá felagnum í Noregi, og ætlanin er, at kostnaðarsparingin í 2007 skal verða einar 15 mió norskar
krónur. EWOS AS hevur í dag 230 fólk í starvi, og marknaðarparturin hjá felagnum í Noregi sum veitari av fiskafóðuri er 37%.
Í ár fer felagið at seta framleiðslumet við eini øking í framleiðsluni av fiskafóðuri upp á 10% samanborið við árið í fjør.
Í tíðindaskrivi herfyri segði stjórin í fyritøkuni, Geir Molvik, at EWOS framhaldandi ætlar at vera leiðandi fyritøkan í Noregi sum
útbjóðari av fiskafóðuri. - Tað ætla vit eisini í framtíðini, sum verður merkt av vøkstri og uppaftur størri kapping, leggur stjórin
aftrat. So hvørt, sum fólk í fyritøkuni fella fyri aldursmarkinum, er ætlanin, at uppaftur færri fólk skulu starvast hjá EWOS AS í
Noregi.
-vilmund.
- Tað er eingin loyna,
at kappingin á hesum
marknaði, sum vit
bjóða okkum fram á,
hevur verið rættiliga
hørð, síðan vit fóru
í gongd. Prísirnir
á botntrolum hava
verið lágir – ja, eini
20-25% lægri, enn
teir vóru, áðrenn P/F
Føroya Trol sá dagsins
ljós
Føroya Trol
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um hann fekk sær eftir
navnið Havmand, tí hann
er føddur við saltvatni í
blóðinum – ella um gamla
eftirnavnið í faðirættini
hevði nakra ávirkan á, at
hann alt sítt lív hevur fingist
við trol, skulu vit í hesi
greinini lata vera ósagt.
Og tó.
Vit kunnu í hvussu er
avdúka, at hvørgin gitingin
er røtt, tí eftirnavnið Hav
mand hevur leingi verið í
ættini.
Men Søren Havmand
er so navnið á manninum,
sum saman við øðrum fyri
einum sløkum ári síðan
legði lunnar undir nýggja
trolvirkið í Vestmanna, P/F
Føroya Trol.
Eitt lítið ár
Tað var í desember mánaða
í fjør, at teir byrjaðu at rigga
til í stóra bygninginum
Inni á Fjørð í Vestmanna,
sum vestmenningar rópa
Snikkaravirkið. Bygning
urin varð keyptur til enda
málið.
Longu í januar í ár fóru
teir so smátt í gongd við at
gera tey fyrstu botntrolini til
føroyska feskfiskaflotan.
Men hvussu hevur so
gingist, síðan P/F Føroya
Trol fór í gongd í Vest
manna?
Søren Havmand, sum var í
starvi hjá P/F Vónini í Havn
í 21 ár og var leiðari fyri
botntrolum hjá felagnum í
eini 16-17 ár, letur væl at
gongdini, samstundis sum
hann ásannar, at kappingini
á marknaðinum hevur verið
hørð.
- Vit kunnu ikki lata illa
at, tí vit hava havt nógv at
gera, síðan vit byrjaðu. Sum
í øllum øðrum vinnum, er
trolarbeiði eisini merkt av
sesongarbeiði, har oftast er
mest at gera rundan um
ársskiftið og út á heystið.
Hetta hevur helst nakað
við tað at gera, at reiðaríir
leggja sínar fíggjarætlanir
og virka hareftir í tann mun,
tað letur seg gera.
Hørð kapping
Hann sigur, at á trolmarkn
aðinum er tað soleiðis, at tú
í ein ávísan mun noyðist at
uppsøkja arbeiði sjálvur, tá
ið minni er at gera.
- Tað er ikki altíð, at tað
kemur av sær sjálvum, og
stundum noyðist tú út á
markina at bjóða teg fram,
sum hann tekur til.
Søren Havmand vísir á,
at flestu reiðaríir vita, hvat
tað er, tey vilja hava, tá ið
tey koma, og síðan verður
biðið um tilboð.
- Tað er eingin loyna,
at kappingin á hesum
marknaði, sum vit bjóða
okkum fram á, hevur verið
rættiliga hørð, síðan vit
fóru í gongd. Prísirnir á
botntrolum hava verið lágir
– ja, eini 20-25% lægri, enn
teir vóru, áðrenn P/F Føroya
Trol sá dagsins ljós.
Millum eigararnar av trol
virkinum í Vestmanna eru
eisini tvey feløg, sum hava
trolarar. Tey eru felagið hjá
Tummasi Christophersen í
Vestmanna og felagið hjá
Hanusi Hansen í Klaksvík.
- Tað er tó ikki soleiðis,
at vit sleppa at gera alt fyri
skipini hjá hesum feløgum
– bara tí, at tey eiga í P/F
Føroya Trol. Vit noyðast til
eina og hvørja tíð at vera
kappingarførir við okkara
kappingarneytar
–
og
soleiðis eigur tað at vera,
sigur hann.
Kapping í lagi
Søren Havmand vísir á,
at teir hava gjørt trol til
fleiri onnur skip og reiðaríir
enn til skipini hjá teimum
báðum feløgunum, sum eru
parteigarar.
– Ja, vit hava longu nú
arbeitt fyri nógv reiðaríir
kring landið, undantikið í
Suðuroy, har felagið Berg
ið leingi hevur átt markn
aðin, sum ger trolini til
djúpvatnstrolararnar
í
oynni.
Hann heldur, at tað er sunt
fyri vinnuna, at kapping er
á marknaðinum, og hetta
sæst so sanniliga eisini
aftur í prísunum.
- Hetta ger, at feløgini,
sum framleiða til marknaðin,
ikki standa í stað, men
P/f Føroya Trol h
Partapeningurin í P/
F Føroya Trol var 2,3
miljónir krónur, sum
er býttur millum átta
partaeigarar – sjey
í Føroyum og ein í
Íslandi. Íslendski
partaeigarin er
eftir føroyskum
mátistokki ein risi
innan trolvirksemi
Føroya Trol
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Átta partaeigarar standa
aftanfyri
felagið,
P/F
Føroya Trol, sum hevur
heimstað í Vestmanna.
Teir, sum eiga felagið,
eru P/F Meðalsbrekka,
Vestmanna,
Sp/f AHJ
2004, Tórshavn, P/F JFK,
Klaksvík, H/F Hampiðjan,
Reykjavík, Søren Hav
mand, Tórshavn, René Hav
mand, Tórshavn, Herman
Brekku, Tórshavn og Jón
Brekku, Tórshavn.
Nevndarformaður
er
Helgi Brekku. Hinir í
nevndini eru Tummas
Christophersen,
Hanus
Hansen, Herman Brekku,
Søren Havmand, og síðan
er eisini eitt umboð fyri H/
F Hampiðjan í nevndini.
Søren Havmand er stjóri
í felagnum.
Tríggjar orsøkir
Felagið keypti fyri einum
ári síðan ein stóran bygn
ing inni á Fjørð í Vest
manna – bygningin, sum
vestmenningar rópa Snikk
aravirkið.
Gólvvíddin er umleið
1900 fermetrar.
Fiskivinnuskúlin leigar
hølir í bygninginum, og
verður
skúlin
verandi
har, til nýggjur skúli er
bygdur.
Stigtakararnir
til
P/
F Føroya Trol siga, at
tríggjar orsøkir vóru til, at
nýggja trolvirkið kom at
liggja í Vestmanna.
– Tummas Christopher
sen er sum kunnugt vest
menningur, og hann er sera
áhugaður í, at virksemið
økist í Vestmanna. Sjálvur
eigur hann saman við
øðrum fleiri trolarar.
Søren
Havmand
og
Helgi Brekku, stjóri og
nevndarformaður,
siga,
at
leitað
varð
leingi
eftir egnaðum hølum til
trolvirkið.
-
Møguleikar
vóru
kanska at byggja í Havn,
inni á Sundi ella í Kolla
firði, men hetta hevði tikið
tíð - og hevði verið kostn
aðarmikið. Tá ið Tummas
vísti á møguleikarnar í
Vestmanna, varð farið í
gongd við at ogna sær eini
av húsunum, sum standa
inni á Fjørð.
Ein triðja orsøk til, at
virkið liggur í Vestmanna,
siga teir báðir er, at bygdin
altíð hevur verið ein trolara
bygd burtur av.
- Nógvir trolarar hava
gjøgnum tíðirnar verið
heimahoyrahoyrandi
í
Vestmanna, og tí eru tað
nógvir
vestmenningar,
sum duga at fáast við trol.
Hampiðjan ein risi
Sum stigtakarar til virk
semið, fegnaðust Søren og
Helgi um at hava fingið
tveir so royndar skiparar
og vinnulívsmenn, sum
Tummas Christophersen
og Hanus Hansen, við.
Teir hildu nevniliga, at
teirra royndir, bæði á
sjógvi og landi, eru gull
verdar fyri eitt virkið
sum hetta. Annars eru
allir føroyingarnir í felag
num royndir trolmenn -
við undantak av nevndar
formanninum.
Stigtakararnir siga, at
íslendska
fyritøkakan,
Hampiðjan eftir føroysk
um viðurskiftum er ein
risafyritøka innan trol
virkið við virksemi í fleiri
londum.
-
Samstarvið
við
Hampiðjuna letur fleiri
dyr út í heimin upp fyri
okkum. Fyri tað fyrsta fáa
vit atgongd til innkeyp av
rávøru til sámiligar prísir,
eins og vit hava fingið
lykilin til úthurðina á
stóru verksmiðjuni, sum
Hampiðjan eigur í Litaviu
– og í hesum liggja stórir
møguleikar.
Hampiðjan ein av átta parta
eigarum í P/F Føroya Trol
Søren Havmand er stjóri í P/F Føroya
Troli og verfaðir hansara, Helgi Brekku, er
nevndarformaður
Mynd: Birgir W. Høgnesen