Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2006 21 vinnusíðurnar Feitur fiskur og heilivágur Sambært amerikanska læknatíðarritinum, Journal of Medical Association, eiga øll menniskju at eta fisk í minsta lagi tvær ferðir um vikuna. Tað góða, sum fiskur ger likaminum, telir meira enn teir heilsuvandar, ið kunnu verða. Amerikanska tíðarritið veit eisini at siga, at alilaksur er besti fiskur at eta. Gransking hevur verið bæði í USA og Evropu, og granskarar eru komnir eftir, at vandin fyri at doyggja av hjarta/æðrasjúkum minkar við 36%, tá ið tú etur feitan fisk. Somuleiðis minkar vandin fyri, at tú doyrt ov tíðliga við 17%. At brúka heilivág fyri somu heilsutrupulleikar, sum fiskur loysir, minkar um deyðstíttleikan við bert 15%. -vilmund. noyðast at stremba frameftir og hygga at, hvat tey kunnu gera betri – ella øðrvisi enn kappingarneytin, sigur Søren. Góðan stuðul Í byrjanini hjá P/F Føroya Trol í januar í ár var tað í fyrsta lagi familjan hjá Søren og konuni, sum var til arbeiðis á virkinum. - Tað var eg sjálvur, son­ ur mín, Rene, sum eisini arbeiddi á Vónini, verfaðir og svágrar, sum byrjaðu í framleiðsluni. Síðan hava vit verið upp í 10 fólk, harav av summir hava verið her, tá ið mest hevur verið at gera. Men fasti ”staburin” liggur um eini 7 fólk. Hann sigur, at í Vestmanna eru fleiri mans, sum duga væl at arbeiða trol, og hevur tú ein lista við fólki, sum kunnu traðka til, fært tú altíð fatur á onkrum, tá ið brúk er fyri tí. – Vit hava faktiskt havt nógv at gera, síðan vit byrjaðu, og tað kemst eisini av, at fyritøkan enn ikki er so stór. Tað skal jú ikki so ógvuliga nógv til, at allar hendur hava nóg mikið at takast við, tá ið seglini eru smá, sigur Søren. Hann fegnast eisini um tann stóra uppbakning, sum hann hevur fingið í familju síni við hesum virksemi. – Vestmanna kommuna hevur eisini verið óføra lagalig og positiv mótvegis nýggja virkseminum, sum eg haldi riggar ógvuliga væl her á havnalagnum. Ferjulega og lendið Hann sigur, at bygningurin, sum P/F Føroya Trol eigur, bæði er rúmligur og vælegnaður, og havnalagið við gomlu ferjuleguna er rúmsátt. – Tað er eisini ógvuliga heppið fyri okkum, at vit kunnu brúka ferjuleguna við rampa, ið kann lyftast upp og niður. Hetta gevur okkum nógvar fyrimunir, tá ið skip koma higar. Søren sigur, at einasta treytin, sum kommunan hevur sett teimum í sam­ bandi við økið, er, at trol og annar reiðskapur ikki skal órógva ferðavinnuna á staðnum – og at felagið annars hevur økið reint og ruddiligt. – Tað er gull vert fyri okkum at kunna spreiða tey stóru uppisjóvartrolini út á økinum, tá ið tað er neyðugt. Vanligu botntrolini eru ikki størri enn tað, at vit saktans kunnu umvæla tey inni í bygninginum. Eitt er, at familja og komm­una hava verið góðir stuðlar, men uttan bílegg­ ingar, hevði einki verið at gjørt á Føroya Trol. – Vit eru eisini serstakliga takksamir fyri tann upp­ bakning, vit hava fingið frá reiðaríum og skiparum kring landið, sum hava vent sær til okkara, sigur Søren Havmand. Í tøttum samstarvi Í starvi sínum hjá Vónini hevur hann ígjøgnum árini teknað hópin av trolum, serliga botntrolum til eitt nú feskfiskatrolararnar og rækjuvinnuna. - Tað er ógvuliga um­ráð­ andi at arbeiða í tøtt­um samstarvi við fiski­menn­ inar, tí tað er haðani, vit fáa hugskotini, sum vit fremja í verki. Alt, sum eg havi gjørt tey mongu ár, eg havi fingist við trol, hava fiskimenn lært meg. So tað, sum vit skulu liva av – og virka eftir – er hugskotunum hjá fiskimonnum. Hann sigur, at hóast talan ikki alla tíðina er um nýggj trol – ella modellir, so snýr kappingin millum útbjóðararnar seg eisini um tilfarið, sum nýtt verður í framleiðsluni. - Hjá P/F Føroya Trol leggja vit sum nevnt dent á vanlig botnfiskatrol til feskfiskaflotan, rækjutrol og síðan servisera vit eisini flótitrol fyri Hampiðjuna í Íslandi, sum eigur lut í okkara virksemi. Vit hava eisini umvælt nøkur flóti­ trol, og tá er stóra økið, vit kunnu arbeiða á, rættiliga komið til sín rætt. Trý rækjutrol Søren sigur, at felagið eisini hevur leverað trý stór rækjutrol til Grønlands. - Grønlendingar komu sjálvir við tekningunum, og fyri at gera trolini bíligari, lótu vit tey gera í Litaviu, har Hampiðjan eigur stórt virki. Hampiðjan hev­ur annars tilknýti til nógv stór bindaríir kring um heimin. Vit eygleiddu sjálvir arbeiði í Litavia, tóku lut í tí og syrgdu fyri, at grønlendingar fingu tað, teir vildu hava. Vit kundu saktans havt gjørt hesi trolini í Føroyum, men kundu gera tey bíligari í Litaviu, sigur Søren Havmand, sum eisini er stjóri í P/F Føroya Troli. hevur havt úr at gera í Vestmanna - Tað er ógvuliga heppið fyri okkum, at vit kunnu brúka ferjuleguna við rampa, ið kann lyftast upp og niður. Hetta gevur okkum nógvar fyrimunir, tá ið skip koma higar, sum hesaferð, tá ið Beinir var í Vestmanna, sigur Søren Havmand, stjóri Mynd: Birgir W. Høgnesen