týsdagur 7. november 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 215 - 7. november 2006
vinnusíðurnar
Marknaðarrák
Evropiski miðbankin lat rentuna
vera verðandi á 3,25% hósdagin
í farnu viku. Hetta var væntað í
marknaðinum, og áhugin var tí
størstur fyri, hvat Trichet fór at siga
á tíðindafundinum. Íleggjarar høvdu
væntað okkurt um rentugongdina í
2007, men hetta segði hann einki
um. Hann gav ábendingar um,
at ECB fer at hækka rentuna í
desembur, eins og marknaðurin
væntaði. Hann óttaðist ikki fyri
evropiska búskapinum, men legði
dent á, at vandi enn er fyri skjótt
hækkandi brúkaraprísum, og at um
hetta gerst veruleiki, verður rentan
hækkað enn meir. Hinvegin nevndi
hann, at um búskapurin í USA fer
at minka av álvara, fer hetta eisini
at tálma evropiska búskapinum. Tó
metti hann, at lækkaði oljuprísurin
betrar viðurskiftini í Evropa. Hvørki
láns- ella partabrævamarknaðirnir
ávirkaðust stórliga av ECB. Úttal
ilsini hjá Trichet gera, at eyguni
hendan mánaðin serliga verða havd
við øllum, ið kann benda á trýst á
prísvøksturin.
Lánsbrævarentur lækkaðar
Í farnu viku lækkaðu lánsbræva
renturnar, so íleggjarar aftur fingu
kursvinning. Danska 10-ára rentan
er 3,82%, og hon er sostatt enn
lægri enn 1-árs rentan. Hetta er
eisini galdandi til dømis í Bretlandi
og USA.
ISS-stjórar til Keops
Fyrrverandi ISS stjórarnir Eric
Rylberg og Karsten Poulsen eru
settir í starv í fastognarfelagnum
Keops. Ætlanin er at teir báðir
skulu skapa størri álit og trúvirði
um framsóknu vakstrarætlanina
hjá felagnum. Íleggjarar tóku væl
ímóti tíðindunum og fekk hetta
partabrævakursin at hækka 20% og
er hann nú 27,1.
Hesa vikuna
Eftir tvær hendingaríkar vikur á
marknaðunum, verður kanska eitt
sindur friðarligari hesa vikuna. Tað
týdningarmesta verða fleiri limir
í amerikanska tjóðbankanum, sum
fara at úttala seg um búskapin har.
Annars skulu seinastu tíðindini
sodnast, og eyguni verða havd við
oljuprísinum.
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
ECB ábendingar um hægri rentu
Vika 45
Á serstøkum
temadegi fyri
vinnufyritøkur og
stovnar hósdagin
9. november 2006
í høvuðssætinum
hjá Føroya Tele í
Klingruni í Hoyvík,
verður møguleiki
at síggja og royna
tað nýggjasta innan
samskiftistøkni
SAMSKIFTISTØKNI
»Kom og royn markleysa
heimin« er heitið á serstøk
um temadegi, sum Føroya
Tele bjóðar vinnufyritøkum
og stovnum í Klingruni í
Hoyvík.
Endamálið við degnum
er at vísa fram og royna
nakrar av verandi tænastum
saman við nýggjum tænast
um, sum vit fara at bjóða í
næstum.
Føroya Tele leggur dent á
at veita nýggjar og tryggar
tænastur, serliga væl egn
aðar til vinnulívið. Á fáum
økjum er hent so nógv sum
á samskiftisøkinum sein
astu árini, og er hendan
gongdin
ikki
steðgað
– langt frá. Umframt ein
lættari arbeiðsdag er, bæði
í tíð og pengum nógv at
spara, bæði tíð og pengar,
við nýggjastu tøknini.
- Av nýggjum tænastum
sum vit fara at bjóða kunnu
nevnast, Breiðbandstelefoni
(VoIP), Hýsing, Lommy og
Sjóvinnutænastur. Um hetta
og mangt annað fæst meiri
at vita á temadegnum, sigur
Ricard Mortensen, stjóri á
FT-Samskifti.
Eisini verða tveir sera
áhugaverdir fyrilestrar á
degnum:
Ein tíð í broyting
Fyrri fyrilestrarhaldarin er
Henrik Dahl, sosiologur
og íðin fyrilestrahaldari,
umframt rit- og kronikk
høvundur.
Í dag verður nógv tosað
um, at alt gongur skjótari
og skjótari og um, hvussu
ógvusligar tær broytingar
eru, sum henda hvønn dag.
Men verður hugt yvir tíð,
kann spurnartekin setast
við um so er. Kanska er tað
nútíðin sum er støðug og
góðu gomlu dagarnir vóru
óvissir og óstøðugir - við
umfatandi broytingum í
gerandisdegnum? Í sínum
fyrilestri fer Henrik Dahl
at hugleiða um fortíð og
samtíð - broytingar undir
heitinum “Mindernes land”
Fá íblástur frá
Ulrik Wilbek
Ulrik Wilbek veit, hvat
hann tosar um, og hevur víst
hetta í verki. Í fyrilestrinum
fer hann at tosað um sínar
royndir
við
ymiskum
motivatiónsstrategium,
bæði hvussu hann hevur
fingið sínar spælarar at
verða sjálvmotiveraðar og
hvussu leiðarin við íblástri
og ávirkan kann fáa liðið at
arbeiða sum eina eind.
Ulrik Wilbek, landsliðs
venjari var í fjør innstillaður
til heitið ársins leiðari
í Danmark saman við
fremstu vinnuleiðarum í
Danmark.
Richard Mortensen er stjóri á FT-Samskifti
Henrik Dahl, sosiaologur, rithøvudnur og kronikkhøvundur fer
at hugleiða um fortíð og samtíð
Ulrik Wilbek, fyrrverandi hondbóltslandsliðsvenjari fer at tosa
um at fáa íblástur
Kom og royn markleysa heimin