Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2006 23 vinnusíðurnar Margmiðlahúsið Sp/f Sjónband við Hoyvíksvegin í Havn er bæði ein lýsingarfyritøka og ein nútímans framkomin digital prentsmiðja, sum prentar alt frá smáum prentlutum til bøkur – alt eftir tørvi Prenting Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Einki er sum tað var. Fram­ komna tøknin ger, at upp­ gávur sum fyrr vóru dýrar og kostnaðarmiklar, nú kunnu gerast til tørvin hjá tí einstaka fyri ein bílig­an penga. Margmiðlahúsið Sp/f Sjónband við Hoyvíksvegin í Havn hevur eina nútímans framkomna digitala prent­ smiðju, sum prentar alt frá smáum prentlutum til bøkur – alt eftir tørvi hjá tí einstaka kundanum. Til dømis verður tilfarið til eina bók bert sent sum ein PDF-fíla til prentsmiðjuna og síðan prentað út í eini handavending. Um kundin t.d. ynskir at teir prenta tvey sangheftir, so kosta tey tað sama fyri hvørt, sum um talan var um 500 eintøk. Vanligt hevur verið at tað kostar nógv at byrja upp á prentingina, men so lækkar prísurin pr. stk. so hvørt nøgdirnar økjast. Eftir nýggju skipanini hjá Sjónband er tað eingin truppulleiki at prenta t.d. 20, 100 ella 500 bøkur. Stykkjaprísurin er tann sami. Arbeiði er væl úr hond­um greitt, sera snøgt skorið og heft. Um kundin t.d. hevur biðið um prenting av 300 bókum, og tað vísir seg, at allar verða útseldar, so er bara at prenta meira. Alt eftir tørvi. Tað ber eisini til at prenta fleiri bøkur og t.d. seta ymiskan tekst ella myndir á hvørja einstaka bók. Tað við siga, at um bøkurnar t.d. skulu nýtast sum gávur, kann navnið hjá hvørjum einstakum gávumóttakara standa á permuni hvørji bók. Alt verður gjørt undir prentingini. Tróndur Joensen, sum eigur og rekur Sp/f Sjón­ band, sigur, at hann hevur gjørt stórar íløgur í hesa prentsmiðjuna, við tí fyri eygað at nøkta ein tørv og gera nøkur ting sum ikki heva latið seg gjørt áður, tí hevur verið alt ov dýrt fyri kundan. Um onkur t.d. skal skipa fyri einar privatari veitslu og í hesum sambandi ynskir at fáa gjørt nøkur heftir við veitslusangum, so er bara at siga hvussu nógv heftir skulu brúkast, so prenta vit tey. Umframt sjónvarps- og blað­lýsingar gera vit eisini reklamuskelti til bilar, hús, fótbóltsvøllir og tekstil­prent. Vit hava bæði nýggjastu digitalu prentút­ gerðina, eins og blýggj og offset. Tilboð verða eisini givin upp á arbeiðir, sigur Tróndur Joensen. Hjá Sp/f Sjónband eru 7 fólk í føstum starvi. Sp/f Sjónband: Prenta eftir tørvi Spyr um fiskiloyvi Tá Løgtingið kemur saman til fundar í morgin, fer Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, at spyrja Bjørn Kalsø, landsstýrismann, um fiski- og veiðiloyvi. Hann spyr, hvussu nógvar umsóknir Fiskimálaráðið hevur liggjandi um fiski- og veiðiloyvi, ið ætlandi skulu skifta eigarahendur í næstum. Torbjørn Jacobsen spyr eisini, um tað ber til at fáa at vita, hvussu nógvar pengar talan er um fyri tær umsóknirnar, sum liggja í Fiskimálaráðnum. Spyr um handverkarar Á løgtingsfundi í morgin fer Torbjørn Jacobsem, løgtingsmaður, at spyrja Bjarna Djurholm, landsstýrismann, hvørjar hugsanir hann hevur um, at nógvir føroyingar arbeiða uttanlands, samstundis sum virkir og skip í Føroyum hava ilt við at fáa fólk. Tingmaðurin spyr eisini landsstýrismannin, hvussu hann ætlar at taka trýstið av arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa viðurskiftini normalisera, sum spyrjarin tekur til. Tróndur Joensen við nýggjastu digitalu prentútgerðini hjá Sp/f Sjónband, sum kann prenta alt frá smáum prentlutum til bøkur eftir tørvi Mynd: Jens Kristian Vang Margmiðlahúsið Sp/f Sjónband við Hoyvíksvegin í Havn hevur eina nútímans framkomna digitala prentsmiðju Mynd: Jens Kristian Vang