týsdagur 7. november 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 215 - 7. november 2006
vinnusíðurnar
Ein póllendingur,
sum hevur ábyrgd
fyri útsending av
arbeiðsfólkum,
kannar í hesum
døgum umstøður
nar á Skála Skipa
smiðju, áðrenn
arbeiðsmenninir
verða sendir her upp.
Maðurin hevur verið
í Føroyum fyrr, og
higartil letur hann
væl at umstøðunum
SKIPASMIÐJAN
Orð & myndir:
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Í hesum døgum er ein maður
úr Póllandi í Føroyum
og kannar umstøðurnar
á Skála. Maðurin hevur
ábyrgd fyri útsending av
arbeiðsmonnum frá skipa
smiðjuni, sum hann arbeiðir
á. Tað eru sveisarar frá tí
skipasmiðjuni, sum koma
upp at hjálpa til at byggja
P/F Trygd eru
væl nøgdir við, at
Hoyvíkssáttmálin
er komin í gildi. Teir
hava ítøkiligar ætlanir
um at fara á íslendska
marknaðin. Ali Celebi
metir, at Trygd hevur
nóg mikið “saft og
kraft” til at taka
kappngina upp við
íslendsku tryggingar
feløgini
HOYVÍKSSÁTTMÁLIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Í síðstu viku kom handils
avtalan millum Ísland og
Føroyar í gildi. Sáttmálin
kom
í
gildi
tann
1.
november, tá ið Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, og
Valgerður
Sverrisdóttir,
uttanríkisráðharri í Íslandi,
vóru til staðar á móttøku í
Norðurbryggjuni.
Nógv hava funnist at
avtaluni, tí at har eru fram
vegis ymiskar forðingar.
Summi meta, at sáttmálin
er til størri gagn fyri
íslendingar, enn hon er fyri
føroyingar.
Lógarligar
forðingar burtur
Ali Celebi, stjóri í Trygd,
er tó væl nøgdur við sátt
málan. Hann heldur ikki,
at tað eru nakrar tekniskar
handilsforðingar
innan
trygging.
– Vit fegnast um, at sátt
málin er komin í gildi.
P/F Trygd:
– Vit hava bíð
Hoyvíkssáttm
Rudda slóð fy
Hoyvíkssáttmálin
ella Íslandssáttmálin
er fyrsti fríhandils
sáttmáli Føroyar
gera við annað land,
sum eisini umfatar
tey fýra frælsini og
samansjóðar Føroyar,
sum búskaparøki, við
annað land. Føroyar
hava handilssáttmálar
við ES, Noreg og Sveis.
Føroyar høvdu eisini
handilssáttmála við
Ísland, men sáttmálin
er nú víðkaður við
Hoyvíkssáttmálanum.
Fríhandils
sáttmálar
Bogi Eliasen,
cand.scient.pol
be@implementer-ltd.com
Seinnu árini er vorðið
vanligari at arbeiða við
fríhandilssáttmálum. Hand
ilssáttmálar hava í nógv ár
verið, men fyrst GATT og
síðan WTO hava arbeitt
meira miðvíst fyri skipaðum
fríhandli. Í stuttum kann
sigast at WTO ger ein karm
fyri fríhandilssáttmálar, har
øll sáttmálalondini binda seg
til reglur á økjum semja er
um. T.d. hevur WTO ikki
loyvt Ruslandi limaskap, tí
Rusland ikki lýkur krøvini,
sum sett verða limalondum.
Frælsi?
Tá sagt verður at talan er
um
fríhandilssáttmálar
liggur tað í orðunum at
talan er um frælsan handil
uttan forðingar. Soleiðis er
tað ikki altíð. Oftani eru
undantøk og/ella eru økir,
sum sáttmálin ikki fevnir
um. Í arbeiðnum við at seta
seta sáttmálan i gildi millum
Føroyar og Ísland hava
nógv ivamál verið, serliga
frá føroyskari síðu. Men
tað er ikki bara í Føroyum,
at so er. Tað er ofta talan
um harðar, strævnar og
langar samráðingar millum
partar í royndini at fáa eina
fríhandilsavtalu uppá pláss.
WTO
Føroyar eru partur av danska
WTO limaskapinum og
arbeiða tí innanfyri WTO
karmar. Tað merkir eisini at
Føroyar skulu fylgja WTO
reglum. WTO hevur heimild
at døma í handilsósemjum
millum limalond. Avgerð
irnar eru bindandi fyri
limalondini. Aðalmálið hjá
WTO er at skipa ein so
frælsan heimshandil sum
gjørligt. Soleiðis arbeiðir
WTO fyri at taka allar
handilsforðingar av. Ein
partur av WTO leistininum
er sonevndi Most Favoured
Nation (MFN) klausulurin.
Í hesum liggur, at um eitt
land, t.d. Føroyar gevur
einum sáttmálaparti betri
sømdir enn hini londini
hava, skulu øll londini hava
hesar somu sømdir.
Alheims handils
samstarv
Handilsliga er WTO heims
felagskapurin, sum roynir
at hava greiðar karmar á
handilsøkinum. WTO er ein
av sonevndu serstovnunum
í ST familjuni. Annars
er ikki heimsumfatandi
handilssamstarv. Tað eru
tó komin fleiri regional
fríhandilsøki, so sum ES,
EFTA, Mercosur og Nafta.
Regionalt handils
samstarv
ES er dømi um tætt
regionalt handilssamstarv.
ES samstarvið er tó nógv
meira umfatandi enn ein
fríhandilssáttmáli. ES sam
starvi er ein frælsur innari
marknaður sambundin við
einari politiskari saman
sjóðing. Men t.d. Frakland
gjørdi bart á seinasta WTO
fundinum í Hong Kong, at
landið ikki tekur undir við
einum frælsum heimshandli.
Frakland arbeiðir fyri einum
regionalum fríhandli, sum
landið hevur í ES og metir
ikki at ein felagsskapur sum
ES hevur nakað endamál,
um heimshandilin skal
verða púra frælsur.
Sjálvdráttur
Drívmegin handan ynski
um frælsan heimshandil,
handilssamgongur og frí
handilssáttmálar er at hava
ein frælsari heimshandil
uttan forðingar. Men eisini
at byrgja fyri at lond lata
seg aftur og seta forðingar,
tá búskapir í einstøku lond
unum fara eftir hæli.
At
Føroyar
arbeiða
framímóti at hava betri
møguleikar á handilsøkinum
er ein sjálvfylgja. Flestu lond
arbeiða framímóti at hava so
frælsa marknaðaratgongd
sum gjørligt. Hetta skal so
vigast ímóti at lata onnur
fáa atgongd til egnan
markna. Føroyar hava í
veruleikanum lítið at tingast
við, okkara marknaður
er so lítil at tað ikki er
vist, at orka verður brúkt
uppá hann. Men vit liva av
samhandli við onnur lond,
og tí er tað hent hjá okkum
at hava so frælsa atgongd til
útlendskar marknaðir sum
gjørligt.
Íslandssáttmálin
Vit
hava
framanundan
havt handilssáttmála við
Ísland síðan 1992, og
í eitt tíðarskeið hevur so
verið tingast um at gera
ein
meira
víttfevnandi
fríhandilssáttmála ímillum
londini. Ísland hevur longu
í fleiri ár arbeitt neyvt við
at hava fleiri umfatandi
fríhandilssáttmálar,
m.a.
umvegis EFTA limaskapin.
Ónøgdin
Fleiri røddir hava víst á, at
Hoyvíkssáttmálin
gevur
íslendingum fleiri fyrimunir
enn føroyingum. Hetta er
m.a. tí at viðurskifti partana
millum, sum ætlanin var
skuldu verða loyst, ikki eru
komin uppá pláss. Talan er
um ein vanliga trupulleika
í fríhandilssáttmálahøpi, har
sterkara landi krevur meira
enn tað gevur. Serliga eyðsýnt
hevur tað verið við fleiri av
teim sáttmálatilgongdunum
USA hevur havt við triðja
heimslond.
Tey
tingini,
sum ikki eru fingin uppá
pláss, skulu fáast uppá
pláss umvegis politiskar
samráðingar, og er tað tí ein
leikur politiska skipanin má
taka sær av.
Grundleggjandi
Føroyar hava sett sín
fyrsta umfatandi fríhandils
sáttmála í verk og vit
hava tí vaksið um okkara
heimamarkna við Íslandi.
Ísland er ikki ein stórur
marknaður,
men
hóast
alt nakað væl størri enn
tann føroyski. Men mest
umráðandi, Føroyar hava
byrja tilgongdina at hava
breiðar fríhandilssáttmálar.
Tað er sera drúgt at gera
slíkar
sáttmálar,
men
tyngsta byrðan liggur í tí
fyrstu tilgongdini. Ein av
ágóðunum er, at nú hava
vit ment førleikar til at gera
sáttmálar við aðrar partar
eisini. Íslandssáttmálin er
somuleiðis bygdur á tey
fýra frælsini, sum ger at
Føroyar og Ísland gerast
eitt búskaparøki.
Fríhandilssáttmálin við Ísland
Skal nýggi sáttmálin
gagnnýtast, er neyðugt,
at samstarvið millum
partarnar verður grundað
sera breitt
Lítið av muturi í Norðanlondum
Norðanlond standa seg sera væl á listanum, sum Transparency
International hevur gjørt yvir tey lond, har mutur og korruptión
trívast væl. Finnland, Ísland og Ný Sæland eru ovast á listanum við
9,6 stigum. 10 stig á listanum svara til, at einki mutur er at finna yvir
høvur. Danmark er nummar fýra, meðan Svøríki er nummar seks.
Í Noreg hava muturgølur verið seinastu tíðina, men hóast hetta er
Noreg á áttanda plássinum á listanum. Í botni á listanum, sum telur
163 lond, eru Haiti, Irak, Guinea og Myanmar.
Lego stjórin er bestur
Danska felagið fyri leiðarar hevur kosið Jørgen
Vig Knudstorp sum ársins leiðara. Knudstorp
er stjóri fyri Lego-samtakið, sum hevur verið í
svárari kreppu, og hóast kreppan langt ífrá er av,
so eru fleiri positiv tekin at síggja. Knudstorp
er bara 37 ára gamal, og hann er higartil yngsti
leiðarin, sum hevur fingið hendan heiðurin frá
danska leiðarafelagnum. Hetta er fimtu ferð, at
heiðurin verður latin.