Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2006 25 vinnusíðurnar ðað eftir málanum yri pólendingunum Vit royndu at koma inn á íslendska marknaðin fyri einum ári síðani, men tað bar ikki til orsakað av lógarligum forðingum. Vit hava tí bíða eftir hesum, sigur Ali. Ali sær tað ikki sum eina hóttan, at íslendingar nú kunnu koma inn á føroyska marknaðin. Hann sær tað heldur sum ein møguleika og eina avbjóðing. – Hetta gevur okkum vakst­rarmøguleikar og nýggj­ar avbjóðingar. Vit arbeiða beint nú við at rusta okkum at fara á íslendska marknaðin, sigur Ali. Góð javnvág innan tryggingarøkið Nógv fýlast á, at tað fram­ vegis eru tekniskar hand­ ilsforðingar, um tú ætlar tær á íslendska marknaðin. Hetta ger seg kanska ser­ liga galdandi innan fiski­ vinnuna. Ali metir tó ikki, at tað eru forðingar innan tryggingarøkið. – Eg haldi, at tað er góð javnvág í sáttmálanum, tá ið vit tosa um tryggingarøkið. Eg kann sjálvandi ikki út­tala meg fyri hinar vinnu­ greinarnar. Men innan trygging eru ongar teknisk­ ar handilsforðingar, sigur hann. Stjórin í Trygd sigur seg ikki ræðast, at stóru ís­lendsku fyritøkurnar koma hend­an­vegin. Teir ætla heldur ikki einans at sita og bíða, inntil íslend­ ingar koma inn á tann føroyska marknaðin. Trygd ætlar nevniliga at gera seg galdandi í Íslandi í nærm­ astu framtíð. – Vit eru von við at boksast við stórar kapp­ ing­ar­neytar. Okkara kapp­ ingarneyti í Føroyum er nógv størri enn vit. Tað var monopol, áðrenn vit komu, og tað hava vit so kappast við og klára okkum. Hetta gevur okkum ein førleika til at fara til Íslands. Vit eru nóg rustaðir til tað, og vit hava sjálvsálit til at taka kappingina upp, sigur hann. Íslendsk feløg til Føroya Ali Celebi hevur eisini hoyrt um íslendsk trygging­ arfeløg, sum ætla sær at gera seg galdandi í Føroyum. Hetta ræðist hann tó ikki. – Jú, eg havi hoyrt um okkurt tryggingarfelag, sum ætlar at koma hendanvegin. Men tað er bara gott við meira kapping. Tað setir hægri krøv til okkum, men vit meta, at vit hava nóg mikið at “saft og kraft” til at taka kappingina upp, sigur ein vónaríkur Ali Celebi. Trygd hevur longu eitt netverk í Íslandi, og fáa teir tí ikki so torført við at skipa eina deild har. Í løtuni arbeiða teir við teimum síðstu fyrireikingunum, áðrenn teir fara til Íslands at taka kappingina upp við íslendsku tryggingar­ feløgini. skipið, sum skal byggjast á Skála Skipasmiðju Fyri fyrstu ferð í nógv ár skal eitt skip byggjast í Føroyum. Hetta var fremsta handverk hjá føroyingum í nógv ár, men nú mugu vit fáa póllendingar at hjálpa okkum, tí at vit hava ikki neyðugu vitanina. Póllendskir sveisarar til Føroya Í næstum fara teir at byrja uppá arbeiðið at byggja nýtt skip í Skála Skipasmiðju. Í hesum sambandi fara fleiri póllendskir sveisarar at koma til Føroya at hjálpa til at byggja skrokkin. Í hesum døgum er ein yvirmaður úr Póllandi í Føroyum og kannar umstøðurnar. – Vit hava biðið hann koma upp her at kanna, so at eingin ónøgd verður, tá ið arbeiðsmenninir koma. Vit vilja ikki hava, at nøkur misskiljing verður, sigur Thormund Johannesen, sum arbeiðir á skrivstovuni í skipasmiðjuni í Havn. Næsta heimland Póllendingurin hevur verið i Føroyum fyrr, og hann letur væl at umstøðunum: – Eg ivist ikki í, at alt er í lagi her. Eg skal kanna arbeiðsumstøðurnar, hotellskipið og hvørji møgu­lig frítíðarítriv arbeiðs­ menninir kunnu hava her, sigur hann – Her er deiligt at vera. Føroyar er mítt næsta heim­ land, sigur hann við einum smíli. Eftir ætlan skulu arbeiðs­ menninir koma um tvær vikur. Hetta er tó ikki heilt fastlagt enn. Lítil ivi er tó um, at meginparturin av orkuni hjá Dánjali Andreassen, stjóra á Skála Skipasmiðju, og hinum arbeiðsfólkunum á Skála Skipasmiðju, fram­yvir verður nýtt til ný­byggingina. Ali Celebi, stjóri í Trygd, sær Hoyvíkssáttmálan sum ein góðan møguleika at vaksa um virksemið Dánjal Andreassen, stjóri á Skála Skipasmiðju, stendur til vinstru. Høgrumegin stendur Thormund Johannesen, sum arbeiðir í skrivstovuni í Tórshavnar Skipasmiðju. Ímillum teir stendur póllendski yvirmaðurin, sum er komin upp at kanna umstøðurnar Hetta er hotellskipið, sum póllendingarnir skulu búgva í. Skipið er leigað frá einum donskum felag. Nýggjur Office-pakki klárur Upprunaliga segði Microsoft, at nýggi Office-pakkin frá fyritøkuni skuldi vera tøkur í mai mánaði í 2005. Seinkingarnar hava tó verið nógvar, men nú verður sagt, at 30. novembur er dagurin, tá vinnukundar kunnu ogna sær nýggju útgávurnar. Ein minni útgáva verður tøk hjá privat- kundum seinast í januar mánaði. Ein av trupulleikunum við Office-pakkanum hevur verið stríð millum Adobe og Microsoft. Hetta hevur havt við sær, at tað ikki uttan víðari fer at bera til at eksportera PDF-fílur úr nýggja Office- pakkanum. Men við at taka serligt forrit niður frá Adobe, kann hetta kortini gerast. YouTube er ársins uppfinning Time Magazine hevur kosið heimasíðuna, YouTube, at vera ársins uppfinning í 2006. YouTube inniheldur á leið 100 mió ymisk videoklipp, og við 70.000 nýggjum klippum um dagin, veksur hon við fullari ferð. Hóast nógv rok um upphavsrættin til klippini á síðuni, so hevur áhugin fyri henni verið serstakliga stórur, og fyrr í ár keypti Google navnaøkið fyri 10 mia kr. Grundgevingin frá Time Magazine er, at YouTube hevur rakt eitt virkisøki, sum als ikki hevur verið til áður.