Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 215 - 7. november 2006 vinnusíðurnar kronikk Flóvin Eidesgaard Á visjónstorgi á Norður­ bryggjuni í Keypmannahavn 30. oktober 2006 var framløga av visjón 2015. Her er eitt íkast til kjakið um granskingarvisjónina og -strategiina. Fyrri partur av kronik í tveimum pørtum. Eg skal í tveimum kronikk­ um gera viðmerkingar til gransk­ingarstrategiina hjá Lands­stýrinum í visjón 2015. Í fyrra parti verður verandi upplegg hjá ar­beiðsbólkinum viðgjørt saman við tí bú­skaparligu hugsan, sum ligg­ur aftan­fyri. Nógv verður gjørt burt­ur úr at analysera, hvørjar avleiðingar kunnu væntast av tí strategi, sum er løgd fram, tí at døma eftir fyrstu svarunum uppá nakrar av atfinningunum niðan fyri er tað neyðugt. Í seinna parti verður úrtøka av gransking viðgjørd, og hvussu hon kann økjast. Á hesum grundarlag verð­ur ein skitsa fyri eina granskingarstrategi gjørd, og herundir verða nøkur óvæntað granskingarøki nevnd, ið kunnu geva góða úrtøku til føroyska sam­ felagið. Uppleggið til granskingar­ strategi inniheldur fleiri góð hugskot, og viðgerðin í arbeiðsbólkinum higartil er sjálvsagt heldur ikki burturspilt, men yvir­ordn­ aða hugsanin, tankagóðsið, er eftir mínum tykki á heilt skeivari leið og er ávirkað av grundleggjandi misskiljingum av vinnu­ politikki og búskaparfrøði, og manglar eina analysu av, hvørjir trupul­leikar gera, at so lítið verður granskað í dag. Tá fundamentið er soleiðis, er stórur vandi fyri, at man ger álvarslig mistøk. Um gransking í visjónsætlanini Visjónin, at “Føroyar eru millum heimsins fremstu lond innan gransking, menning og nýskapan” er góð, tí hon gevur nakað at miðja ímóti, og ikki er ósannlíkt, at Føroyar á nøkrum granskingarøkjum kunnu verða fremst. Men beint eftir hetta stendur skrivað, at “Hesi viðurskifti skulu samskipast soleiðis, at tað almenna og vinna ganga hond í hond innan samskipan og raðfesting”. Her er tað, vandin lúrir. Granskingarstrategiin er sambært upplegginum í trimum høvuðsøkjum, Bygn­aður, Raðfest øki og Fígging og úrtøka. Fígging og úrtøka kemur við í seinna part, tey bæði fyrru punktini verða viðgjørd í hesum parti. Skipast skal ein bygn­ aður, sum samskipar alla almenna og privata gransk­ ing. Bygnaðurin skal “skapa eitt kveikjandi gransk­ingar­ um­hvørvi, merkt av skap­ anar­evnum, liði­lig­leika og villskapi.” Hetta eru góð mál, men her liggur eitt paradoks, sum fram­gongur niðanfyri. Endamálið við at skipa alla gransking í ein bygnað er at kunna stýra gransk­ingini móti ávísum satsingarøkjum, “soleiðis at vit við tíðini fáa fleiri bein at standa á”, og eftir úttalilsum at døma, eisini at fáa nakrar skala-effektir. Bæði hesi endamál eru óheppin. Føroyar eru so lítlar, at á granskingarøkinum kunnu Føroyar ongantíð vinna í altjóða kapping uppá skala- effektir. Føroyar kunnu vera við í bæði samstarvi og kapping á fleiri økjum, men skulu vit hava nakran møguleika at vinna í altjóða kapping, so má tað vera í gransking har skala-effektir ikki hava týdning. Høvuðsatfinningin ímóti granskingarætlanini er tó, at man frá almennari síðu vil ávirka, hvat vinnan skal granska í! Tað verður gjørt uppá ein máta, sum er ein leið beint aftur í 80ini. Tað stendur ikki bein­ leiðis, men kom fram bæði í framløguni av upplegginum til granskingarstrategi og politiskum úttalilsum í kjakinum aftaná og serliga í sendingini “62 norður” dagin eftir, at ætlanin er, at tað almenna skal gera gransking, sum hoyrir vinn­ uni til, og tá tað almenna fíggjar, skal eitt vísindaráð “sum er forankrað við leið­andi politikarum, sum saman við fakfólki siga, hvørji eru satsingsøkini.” (Løgmaður í “62 norður”.) Tað sama sum í 80unum Í 80unum var ein skipan, har tað almenna veðhelt fyri skip, men bara um tað vóru tey røttu skipini. Menn sum vildu seta pening í skip gloymdu at spyrja, hvørji skip kundu bera seg, teir spurdu í staðin, hvat man kundi fáa veðhald til. Soleiðis satsaðu teir privatu skeivt fyri 2.6 milliardir, tí tað almenna vildi tað. (Caragata: Veðhaldsútgjald 1992-93.) Tá eg geri hesa saman­ bering, so er tað ikki ein roynd at rópa fyri at fáa fólk at lurta. Tað er tí, at mekanismurnar man setur í verk, eru neyvt tær somu. Man ger sama mistak, men uppá ein eitt sindur øðrvísi máta. Og í mun til í 80unum, ætlar man hesa ferð at rinda so hvørt. Raðfesting er nakað sum fer fram dagliga í øllum liðum, og skal eisini vera. Men at prioritera vinnu­ gransking kann einans vinnan gera. Tað er vinnan, sum hevur fingurin á puls­ inum, og við luttøku á markn­aðinum hevur møgu­ leika at vita, hvat ber til, og hvat ikki ber til. Samstundis sum vit eru í gongd við at privatisera almennar fyritøkur, fyri at tær betur skulu kunnu virka á marknaðinum í kapp­­ing við aðrar fyri­ tøk­ur, so ætlar man nú at nationalisera føroyska vinnugransking. Tann sum rindar fyri granskingina hevur natúrliga ognarrættin til úrslitini. Er ætlanin, at tað almenna skal granska og geva úrslitini burtur? Og skulu úrslit av eini verkætlan gevast til ávísa fyritøku ella til allar? Hvat við patentum? Einfaldu spurningarnir vísa, at ætlanin ikki er heilt gjøgnumhugsað, og stórir óloystir spurningar. Tað er enn ikki heilt greitt út í æsir, hvussu bygn­aðurin skal skipast, men ein slíkur bygnaður verður tungur og seinførur. Vit fáa eina sera stirvna skipan, fyrst politiska telv­­ing og uppíblanding (sambært endurgeving frá Løg­manni í “62 norður” omanfyri), aftaná skal lands­grannskoðarin kanna, hvussu pengarnir eru brúktir (soleiðis er sambært lóg), og hetta verður vinn­an noydd at tillaga seg. Tað er ein ófrávíkiligur veru­leiki, at vinnan kann ikki sam­ stundis tillaga seg markn­ aðin. Tað er ikki ein spurn­ ingur um, hvørjir politikarar sita og velja satsingsøki. Almenn raðfesting verður oftari skeiv enn rætt, tí hon verður ikki tillagað markn­ aðin. Í einum globaliseraðum heimi, sum visjónsætlanin fyrst og fremst skal brynja Føroyar til, og har broytingar kunnu henda brádd­liga og skjótt, er ein strategi, har man sentralt velur, hvat satsast skal uppá, serliga vandamikil. At skipað alla føroyska gransking í ein bygnað er tí ikki ein strategi, ið hoyrir framtíðini til. Granskingarstuðul kann forða nýhugsan Tað er eingin munur á at stuðla ávísum útvald­um vinnuíløgum og at stuðla ávísari útvaldari vinnu­ gransking. Bæði avlaga vinnu­samansetingina so­ leiðis, at vit fáa aðra vinnu enn hana, sum ber seg best á markn­aðin­um, og sum ger landið ríkast. Á henda hátt er eingin munur á rakstrarstuðli, íløgustuðli og granskingarstuðli til vinnu. Henda avleiðing fer at síggjast soleiðis, at tá tað almenna fer við pengum inn í ávísa vinnugransking, so fara privatu pengarnir aftaná, tí privata úrtøkan er størri, har almennur stuðul fæst. Tað merkir, at man ikki bara økir innsatsin á valdu satsingarøkjunum, sum í dag ikki bera seg, man vil samstundis draga privatar pengar burtur frá aðrari gransking, sum íleggjarar annars høvdu vónir til kundi geva positiva úrtøku. Hesa avleiðing hevur man yvirsæð, um man heldur, at almennur stuðul vil geva betri vinnugransking. Men trupulleikarnir enda ikki her. Tá tað almenna ætlar at fíggja vinnugransking, har úrtøkan skal koma sum privat gagnnýtsla, stovn­ar man ein nýggjan vinnupolitiskan marknað til kradding. Politiska rað­festingin fer at koma undir trýst frá privatum búskapar­áhuga­ málum. Sterkast á vinnu­ politiska marknaðinum er sum oftast verandi vinnulív. Vegna kradding fáa vit tí orsøk at stúra fyri, at granskingarbygnaðurin fer at gerast júst ein forðing fyri nýhugsan innan menning og nýskapan, í staðin fyri ein drívmegi. Tað gevur einans meining, at tað almenna blandar seg í vinnugranskingina, um man heldur, at politikarar og byrokratar vita betur, hvat fer at geva úrtøku, enn vinnulívsfólk og íleggjarar. Og sjálvt politikarar við stórum sjálvsáliti eiga at duga at síggja, at tað er ein fortreyt, sum ikki er uppfylt í dag. Tað verður helst gransk­ að minni í vinnuni í dag enn tað, sum hevði giv­ ið mest úrtøku fyri sam­ felagið. Men orsøkin er, at vinnugransking gevur ov lítla privata úrtøku. Og tað er lætt at finna eina orsøk! Vit hava í nógv ár havt stóran stuðul til fiski­vinn­ una, m.a. ókeypis fiski­ dagar, og harvið kappast aðrar vinnur ikki á jøvnum føti um kapitalin. Í staðin Visjón fyri “Gransking, menning og Hummari fyri 590 kr. fyri kilo Vei›an hjá norskum hummarafiskimonnum í byrjanini av vertí›ini í heyst hevur sum heild veri› munandi lakari enn í fjør. Ann-Lisbeth Agnalt, sum granskar hummara, er vi› í eini nevnd, sum endursko›ar reglurnar fyri vei›i. Hon sigur, at nevndin fer at seta bann fyri vei›i av hummara, sum ber rogn, og somulei›is ver›ur loyvda longdarmáti› sett upp í 25 cm. Norsk blø› skriva annars um gó›ar prísir fyri hummara. Ein prís-kanning vísti herfyri, at d‡rasti hummarin á markna›inum í Noregi fór fyri heilar 590 norskar krónur fyri kg. -vilmund. Gransking, menning og nýskapan sum % av BTÚ Alment Privat Íalt Føroyar 0,6 0,2 0,8 Noreg 0,8 1,0 1,8 USA 0,8 1,9 2,7 Danmark 0,8 1,9 2,7 Finnland 0,9 2,4 3,3 Svøríki 1,0 3,2 4,2 Kelda: Búskaparráðið 2005 Flóvin Eidesgaard er B.S. í matematik-økonomi, serliga innan privatisering og vinnuregulering. Hevur arbeitt fyri m.a. COWI-consult, Hagstovuna, Javnaðarflokkin, Pisa-kanningina og Social­ forsknings­instituttet, og hildið fyrilestrar um Føroyar á Nordisk Journalistcenter á Danmarks Journalisthøjskole. Formaður í granskingar- og útbúgvingar­nevndini hjá MFS í 1998 og 1999. FAKTA Verja laksin í Eystursjónum Røddir eru frammi í Svøríki um at steðga allari laksaveiði í Eystursjónum í fimm ár. Við hesum vóna sviar, at laksastovnurin í áunum fer at mennast aftur. 90% av øllum laksi í Svøríki finst nevniliga í áunum í Nordland. Londini við Eystursjógvin hava eisini gjørt av, at øll garnaveiða eftir laksi skal halda uppat í 2008. Skip, sum hava livað av hesi veiði, kunnu søkja um upphøggingarstuðul, tá ið eingin garnaveiða verður meira. -vilmund.