týsdagur 7. november 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 7. november 2006
27
vinnusíðurnar
fyri at avtaka hesar forð
ingar, taka lógina um vinnu
ligan fiskiskap í álvara og
krevja gjald fyri fiskidagar,
so byrjar man nú at stuðla
øðrum vinnum eisini. Hetta
er stutt og greitt skeiv
loysn.
Hevur vinnan
ikki ráð?
Sagt verður, at ov lítið
verður granskað í vinnuni,
tí vinnan hevur ikki ráð
at granska, og at tí má
tað almenna stuðla vinnu
gransking. Aftan fyri henda
pástand liggur sama mis
skijing, sum tá íløgustuðul
verður givin fiskiflotanum
við
grundgevingini,
at
vinnan hevur ikki ráð at
endurnýggja seg. Soleiðis
fungerar verðin ikki! Ein
íløga verður ikki gjørd eftir,
um verandi framleiðsla
gevur ráð, men um úrtøkan
av íløguni er væntað at
verða nóg stór. Somuleiðis
verður ein gransking sett í
verk, um úrtøkan av gransk
ingini verður mett at verða
nóg stór. Soleiðis arbeiðir
einhvør dugnalig fyritøka,
soleiðis játta fíggingar
stovnar lán, og tað eiga fólk
í fyrisitingini eisini at vita.
Lat okkum gera eitt
tankaeksperiment:
Um
tað almenna í staðin fyri
at stuðla vinnugransking
við kr 200 mió. árliga
heldur býtti hesa upphædd
út til vinnulívið, so er
frágreiðingin um vantandi
pening til gransking burtur.
Og lat okkum hugsa víðari,
at vinnan sjálv slapp frítt
at gera av, hvat pengarnir
skulu brúkast til. Hvussu
nógv hevði tá verið brúkt
til vinnugransking, haldi
tit? Ikki nógv, tí pengarnir
høvdu heldur verið brúktir
til annað endamál í fyri
tøkunum! Og tað høvdu
vinnulívsleiðslurnar gjørt
fyri at menna fyritøkurnar
og økja úrtøkuna mest
møguligt.
Um man ivast í hesum
tankaeksperimenti,
so
kundi man kanska í staðin
gjørt eina spurnarkanning!
Um vinnulívsleiðslurnar
sjálvar
vilja
prioritera
annað enn gransking, so
ger man bæði fyritøkurnar
og landið fátækari við at
tvinga tær heldur at brúka
pengarnar uppá gransking.
Harvið er vinnugransking
í teimum nøgdum man nú
ætlar als ikki rentabul fyri
vinnulívið sum er, og vil
tí minka heldur enn økja
búskaparvøksturin.
Trupulleikin er ein heilt
annar. Omanfyri var staðfest,
at stóri studningurin til
fiskivinnuna er ein orsøk.
Aðrar orsøkir kunnu eisini
vera, møguliga okkurt við
búskaparstrukturunum
í
Føroyum, men í staðin fyri
at finna hesar trupulleikar
og loysa teir, so velur
man at kasta pengar eftir
órentablari gransking. Tað
er tekin um dovinskap, at
man ikki roynir at finna
fram til veruliga orsøkina til
at so lítið verður granskað
í vinnulívinum, áðrenn
man fer at kasta milliónir
av krónum hvørt ár eftir
fyritøkum, sum ikki hava
hug at granska.
Búskaparfrøði
í Føroyum
Tá Andreas Heyde steig
í land av Fortuna í skald
søguni “Barbara”, hevði
hann við sær bók, sum hann
gav Johan Hendriki í gávu.
François Quesnay hevði
skrivað, og Andreas Heyde
greiðir frá hvør hann er:
“Ja, det er en mand af
den nye økonomiske
skole, som de kalder
den
fysiokratiske.
De vil nu have, at
alt skal gå på en helt
ny og ligesom mere
naturlig melodi her i
verden. De siger, at
landbruget og jord
ens opdyrkning er
den sande kilde til
al rigdom, og selv
følgelig også bør
spille den første violin
i ethvert velstyret
riges økonomi.”
(“Barbara”, s. 151.)
Í øllum londunum rundan
um Føroyar er henda
búskaparfrøði avvíst fyri
mongum árum síðani. Før
oyskur
vinnupolitikkur,
bæði sum hann er niður
skrivaður og førdur út í
verki ígjøgnum mong ár
hevur víst, at tað er fysio
kratiska
hugsanin
sum
framvegis er ráðandi. At
halda fast við fysiokratisku
hugsanina er at ignorera tey
framstig, sum eru hend í
búskaparfrøði, síðani tað
var partur av tí at liva í
Føroyum, at man viðhvørt
noyddist at fjala seg í
fjøllunum fyri sjórænarum.
Henda búskaparfrøðiliga
hugsan verður fasthildin
av seráhugamálum, ið hava
fyrimun av tí. Hetta verður
gjørt við propagandu sum
“gongst tað vinnuni væl, so
gongur tað landinum væl”,
ein hugsan, ið er bæði skeiv
og skaðilig! Og tíverri eisini
av búskaparfrøðingum, sum
eru til fals hjá seráhuga
málum.
Tað er serliga torført at
gera upp við hesa hugsan,
tá seráhugamálini eru so
sterk, og miðfyrisitingin so
veik. Tað hevur helst verið
gjørt í bestu meining, men
føroyskur vinnupolitikkur
hevur altíð verið til frama
fyri seráhugamál. Hetta er
enntá niðurskrivað í Vinnu
rit 1-5 frá 1998. Vinnu
málaráðið, ið um rætt var
vardi samfelagsáhugamál
í staðin fyri sum higartil
seráhugamál, hevur so vítt
eg havi fylgt við, ikki havt
ein búskaparfrøðing í starvi
í minsta lagi síðani 2001,
tá eg las Vinnuritini. Og
tað eru politikarar neyvan
greiðir yvir.
Tað er kanska at yvirtulka
eitt sindur, men man hómar
fysiokratisku
hugsanina
í
granskingarstrategiini:
“Umráðandi er at raðfesta
natúrlig øki”. Men havandi
í huga nýliga álitið um
granskararpark er tað helst
júst henda hugsan, sum
hevur sníkt seg inn her. Um
økini eru natúrlig, so skuldu
tey vunnið, eisini í javnari
kapping um fígging.
Í øðrum parti sum verður
í blaðnum næsta týsdag,
skulu vit venda aftur til
granskingina, hvussu hon
kann geva úrtøku til sam
felagið, samanhang millum
úrtøku og fígging og onnur
viðurskifti ein granskingar
strategi fyri Føroyar eigur
taka við.
nýskapan” í 2015
Mutur er alt ov
vanlig í Norra – nú
vil vinnan gera nakð
við tað.
Jógvan Hugo Gardar, Oslo
Fimta hvør fyritøka í norska
arbeiðsgevarafelagnum
Næringslivets
Hoved
organisasjon (NHO), mein
ar at tey ikki hava fingið í
hús nýggjar avtalur, tí tey
ikki hava givið gávur til
mótpartin sum tey hava
verið í samráðingum við.
– Tølini eru ræðandi,
sigur Sverre A. Larssen,
stjóri í Byggenæringens
Landsforening (BL), í
eini samrøðu við Dagens
Næringsliv (DN). Fleiri
av limunum í BL hava
seinnu árini staðið fyri
skotum í samband við
stórar muturgølur innan
norska byggivinnu. Sverre
A. Larssen sigur at tey nú
arbeiða við at fáa kortlagt
hvussu umfatandi mutur-
trupulleikarnir eru í vinn
uni.
Muturgávur
Larssen sigur at nógvu
gølurnar vísa at fleiri fyri
tøkur hava brúk fyri eini
hjálpandi hond til at skilja
ímillum eina áoskylduga
gávu og roynt mutur sum
hevur til endamáls at lokka
mótpartin til at velja tað
fyritøkuna sum gevur dýr
astu gávuna.
Erik Lundeby, ið hev
ur ábyrgdina fyri etikk
arbeiðnum
hjá
NHO,
sigur at mutur kemur alt
ov oftani fyri í norsku
vinnuni. Hann sigur í
samrøðu við DN at tølini
prógva at mutur hevur
verið og er ein trupulleiki.
– Tað eru fleiri søgur um
persónar sum í samband
við samráðingar um nýggj
ar avtalur siga at teir eru
í gongd við at byggja
upp í privathúsini. Og so
fær viðkomandi at vita at
møguligi avtalupartnarin
hevur tilfar til yvurs, sum
so persónurin fær, sigur
Erik Lundeby.
Dømdur fyri mutur
Í Norra eru fleiri umfatandi
muturgølur komnar undan
kavi seinastu tíðina. Fyri
knøppum tveimum vikum
síðani bleiv fyrverandi
stjórin fyri bygningunum
á Ullevål Sjúkrahúsinum
í
Oslo
dømdur
fyri
mutur. Han syrgdi fyri
at ein byggiharri fekk
byggiavtalur
uttan
kapping. Sum takk fyri
hetta fekk stjórin pengar og
ferðir. Dómstólurin sigur í
síni niðurstøðu, at báðir
túrarnir hann fekk goldið
fyri ikki kundu sigast at
hava faglig innihald. Tískil
var hetta at tulka sum
mutur. Nú skal stjórin inn
at sita í tvey ár og tríggjar
mánaðir.
Harafturat
leggur
dómstólurin
hald á 864.196 norskar
krónur. Stjórin hevur bara
viðgingð at hann hevur
fingið pengarnar.
Hetta er taá fyrsta
muturmálið sum hevur
verið
roynt
í
einum
norskum dómstóli eftir
at lógarverkið bleiv gjørt
strangari í 2003. Fleiri mál
eru á veg.
Norska
byggivinnan
roynir nú at seta málið
ovast á breddan, og vil
hava fyritøkurnar til betri
at skilja munin á eini gávu
og roynum mutri.
Ongar gávur
– ongar avtalur
Ein eksotisk ferð er nú ikki so galin. Og ein slík sum gáva kann fáa harðar stjórar at verða
heldur bleytari í eini samráðingarstøðu
Nýggja heimasíðu
Meklaravirkið Inni, sum Føroya Sparikassi eigur, hevur
fingið nýggja heimasíðu. Nýggja síðan er snøggari og
greiðari enn tann gamla. Harafturat gevur hon teimum
vitjandi fleiri møguleikar, tá tey leita eftir húsum, sum
eru til sølu, og ætlanin er eisini at byggja síðuna út seinni,
sigur Bergur Godtfred hjá Inni. Heimasíðan hjá Inni
verður nógv vitjað, tí sambært vevmátingarlistanum er
hon tann 8. mest vitjaða heimasíðan í Føroyum.
Stór vinnulán
Føroysku vinnufyritøkurnar læna pengar sum ongantíð
fyrr. Sambært einari uppgerð hjá Landsbankanum vóru
vinnulánini 5,7 mia. krónur seinasta mánaðarskiftið, og tað
svarar til ein ársligan vøkstur upp á 26 prosent. Gongdin er,
at vinnufyritøkur læna meiri úr peningastovnunum, meðan
lánini frá øðrum fíggingarstovnum minka. Samstundis
vísir tað seg, at útlendskir fíggingarstovnar hava fingið
fótin fastan í Føroyum.