Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 215 - 7. november 2006 ] SAMBAND Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tlf 341800 ítróttur Støkk fegnast um sigurin Fimleikahøllin í Glyvra skúla var stúgvandi full av fólki, tá ið skipað var fyri móttøku í sambandi við sigurin hjá Støkk til Fimleikafagnaðin, sum var í norður­ landahúsinum í vikuskiftinum. FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv.reinert.kjeld@sosialurin.fo Fimleikarar, venjarar, fyri­ reikarar, hjálparfólk, starvs­ nevnd, foreldur, vin­fólk og politikarar fyltu fim­leika­ høllina í Glyvra skúla mána­kvøldið, tá ið fim­ leikafelagið Støkk skip­aði fyri móttøku í sambandi við, at Støkk vann Fim­ leikafagnaðin 2006. Jastrid Weihe, skrivari í starvsnevndini hjá Støkk, bjóðaði vælkomin, og síð­ ani helt Unn Steingrund, forkvinna, eina røðu, har hon rósti fimleikarum, venj­arum, fyrireikarum og øllum, sum hava hjálpt til at gera úrslitið hjá felagnum so gott, sum tað gjørdist. Hon handaði venjarunum gávur sum tøkk fyri stóru arbeiðsorkuna, sum hevur verið løgd í verkætlanina. Bodil Tausen og Joan Simonsen vóru høvuðs­ fyrireikarar hjá Støkk í ár, og hóast teirra unga aldur, megnaðu tær hesa stóru uppgávu til fulnar. Takk­ arlistin hjá teimum mundi ongan enda tikið, so nógv hava verið og hjálpt til í ár. Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentanar­ nevndini í Runavíkar Kom­ munu, var eisini komin at heiðra felagið. Í røðuni segði hann millum annað, at Støkk ger eitt sera stórt arbeiði fyri børnini, ung­ dómin og tey vaksnu í kommununi, og tað eru øll sera takksom fyri. Venj­ar­ arnir fingu eitt ordans herðaklapp, umframt blóm­ ur og heilsanir frá Runa­ víkar Kommunu. Nógv smíl vóru at síggja, tá ið hann segði: »Tit vita ikki, hvussu góðir vit eru við tykkum øll!« Fleiri kom­ munalir politikarar vóru at síggja í fimleikahøllini mánakvøldið, og Kári Høj­ gaard, býráðslimur, bar eisini fram eina hjartaliga heilsan til felagið. Tá ið røður og annað var av, var drekkamunnur, og fimleikararnir fingu endi­ liga høvi til sjálvi at síggja framførsluna hjá Støkk til fimleikafagnaðin, sum var víst á stórskýggja. Aftaná fingu øll, sum høvdu verið við til framførsluna hjá Støkk, handað heiðursbræv frá Føroya Fimleika­sam­ bandi. Væl nøgd við árið Fimleikafelagið Støkk av Glyvrum kann hátíðarhalda 40 ára stovningardagin 23. november, og tað er ikki sørt, sum tað hevur gingið væl hjá felagnum í ár. Støkk eigur fleiri av føroya­meist­ arunum í amboðsfimleiki, Fegnir venjarar hjá Støkk við gávum, blómum og steypum. Tveir glaðir støkkarar: Joan Simonsen og Bodil Tausen við smílum, sigri og steypum! – Vit eru heilt ótrúliga væl nøgd við hetta seinasta árið. Unn Steingrund, forkvinna í starvsnevndini hjá Støkk