Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 215 - 7. november 2006 ] Ronaldinho framvegis bestur FIFPro, sum er sameingin fyri yrkisspælarar kring allan knøttin, hava atkvøtt brasilska Ronaldinho á tindin sum heimsins besti fótbóltsspælari. Frá fleiri síðum hevur Ronaldinho verið fyri atfinningum, tí spæl hansara ikki hevur verið á sama høga støði sum í fjør. Og eitt nú verður hann ikki roknaður sum sjálvskrivaður favorittur til heitini frá France Football og FIFA. Men spælararnir staðfestu altso, at eftir teirra tykki er Ronaldinho framvegis kongurin. Fleiri vilja hava Toda Feløg í næstbestu donsku deildini sýna stóran áhuga í Toda Jónsson. Hetta sigur hann sjálvur uttan at avdúka, hvørji feløg talan er um – Eg havi hoyrt frá nøkrum ymiskum feløgum í næst­bestu deildini í Danmark. Eg fari nú at hyggja nærri at møgu­ leikunum, sigur Todi við bold.dk, men hann vil tó ikki vil siga, hvørji feløg talan er um. Todi veit ikki nærri at siga frá, hvar hann fer at traðka sínar gaggur framyvir. Hann ætlar at brúka næstu tíðina saman við familjuni og grunda yvir, hvat næsta stigið verður. Talvið hesa vikuna Danielsen, Henrik (2524) - Ziska, Helgi Dam (2364) Klaksvik International 2006 (4), 06.11.2006 1.g3 g6 2.Bg2 Bg7 3.d3 d6 4.f4 (Fær Henrik møgu­leikan at leika f4 í byrjanarspælinum, so ger hann tað. Sum oftast telvar hann 1. f4) 4...c5 5.Rif3 Ric6 6.0–0 e6 7.c3 Rige7 8.a4 0–0 9.Ria3 a6 10.Bd2 Rb8 11.e4 b5 (Skilagott at telva orkufrekt frúgva­ megin) 12.axb5 axb5 13.Fe2 Ria5 14.e5 Rib3 15.Rad1 Rixd2 16.Fxd2 Bb7 (Helgi stendur minst líka væl sum stórmeistarin) 17.Rfe1 Bxf3 18.Bxf3 dxe5 19.fxe5 Fc7 20.Fe2 Rfd8 21.Ric2 b4! (Helgi hevur telvað miðspælið sera gott. Sum ein stórmeistari) 22.cxb4 cxb4 23.d4 Fb6 24.Ff2 Rif5 25.Re4 Rbc8 26.Kg2 b3! 27.Ria1 Bh6 (Ivasamt. Rc4 var avgjørt besti leikur) 28.g4 Rie7 29.h4 Rid5 30.g5 Bf8 31.Rf1 (Hvítur hevur fingið mótspæl) 31...Rd7 32.Bg4 Rdc7 33.Ff3 Rb7 34.Fh3? Støðumynd Rc2+! 35.Rixc2 bxc2 36.Kh1 Rc7 37.Ree1 Bb4 38.Ra1 Bd2 Og Danielsen gavst. Men sambært telduforritinum Fritz 9, er støðan jøvn. 39. Ra8+ og síðani 40. h5 bjargar javnleikinum. 38…Fxd4 er sterkasti leikur. 0–1 Tá ein telvar í kapping, hevur ein ikki loyvi at hava fartelefonina tendraða. Í Klaksvík International 2006 tapti Helgi Dam Ziska sítt talv móti Hans Kristiani Simonsen orsakað av júst hesum Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen carl_eli@hotmail.com Tað sum ikki má henda fyri ein nærlagdan telvara, hendi sunnukvøldið í 3. umfari í Klaksvík International 2006. Helgi Dam Ziska, sum manglar 25 ratingstig fyri at verða altjóða meistari, hevði í talvinum ímóti Hans Kristian Simonsen vinnandi støðu. Og so fekk Helgi eini sms-boð, og hamarin fall við brestin. Í hesum tíðum við sterk­ um talvteldum og talv, sum verða varpað beinleiðis út á internetið, kann ein í ástøð­ ini fáa hjálp frá onkrum via telefonina. Hóast tað fyri summi kann tykjast moralst skeivt at krevja stigið á hendan hátt, so hevur Hans Kristian rætt sambært regl­ um at fáa stigið. Spell fyri Helga og hans­ ara ratingjagstran, men hann lærir ivaleyst nógv av hesari óhepnari hending. Ruslan Ponomariov (2703) tapti fyri góðum ári síðani eitt talv á sama hátt, og fleiri onnur dømi eru eisini. Reisti seg manniliga Ikki einans í 3. umfari skol­ aði brotasjógvur á unga havn­armannin. Í 2. umfari tapti Helgi á nærum sama tápuligan hátt, tá hann í spennandi støðu ímóti IM Emil Hermansson (2454) tapti uppá tíð. Og tískil er tað merkisvert, at Helgi leikandi lætt vann á stórmeistaranum Henrik Danielsen (2524)! Talvið er við í blaðnum. Sum heild hevur gingist væl hjá føroyingunum. Hans Kristian vann mánadagin á IM Jens Ove Fries-Nielsen (2380), og eins og Helgi og Martin Poulsen, hevur Hans Kristian 2 stig. Hermansson hevur telvað sum ein brandur og hevur 3,5 stig aftan á fyrstu fýra umførini. Fyri at røkka 2400 rating­ stigum, skal Helgi fáa 6,5 stig, ella 4 stig av seinastu 6 talvunum. Tað tykist als ikki ógjørligt. Telvað verður í Leikalund til leygardagin 11. novem­ bur. Støðan IM Emil Hermansson 3,5/4 GM Henrik Danielsen 2,0 Hans Kr. Simonsen 2,0 Helgi Dam Ziska 2,0 Martin Poulsen 2,0 IM Jens Ove Fries-Nielsen 0,5 Liðkappingin av bakkastokki Føroyameistararnir úr Vest­ manna Talvfelag vunnu tryggan 3-1 sigur á sanda­ vágsmonnum. Torkil Nielsen hevur mannað 1. borð hjá vágaliðnum í eini 25 ár, men í ár hava uppflytararnir fingið Olaf Berg á liðið og á 1. borð. John Rødgaard vann eitt gott talv ímóti Olafi. Rødgaard leikti sum vant sera trygt og væl í miðspælinum, og tá Olaf ikki ansaði sær, var Rødgaard eirindaleysur. Carl Eli N. Samuelsen stjól tíðliga eina finnu frá Torkili, og longu tá var talvið nærum avgjørt. Bernhard Augustinussen bjargaði sandavágsmonnum eitt stig, tá hann í einum óstøðugum talvi, vann eitt rættiliga javnt endatalv ímóti Samson Højgaard. Stigs­lúkurin frá í fjør hjá vest­menningum, Jákup á Rógvi Andreasen, vann á Jón Gregersen. Kollfirðingar vunnu 3-1 á einum skerdum havnarliði í framskundaða dystinum hóskvøldið. Nú Olaf Berg hevur skift felag, ger tað støðuna enn verri fyri HT, at Helgi Dam Ziska valla fer at telva nakað serligt í ár fyri sigursvanda felagið. Helgi ætlar sær heldur at fokusera á kappingar uttanlands fyri at blíva altjóða meistari. Havnarmenn kunnu tó ugga sær við at hava fingið Martin Brekká á styrkilistan. Klaksvíksuppgerðin end­ aði við 3-1 sigri til A-liðið. Tað tykist ikki heilt greitt hvussu klaksvíkingar ætla sær at manna liðini, tí til dømis var ætlanin, at Terji Petersen skuldi vera á B-liðn­ um, men sunnudagin leikti hann á 4. borði á A-liðnum. Við tí broytingini er í øllum førum greitt, at Rani Nolsøe – sum er styrkismettur om­an­fyri Terja – ætlar sær at halda fast um 1. borð á B-liðnum. Tá vit hyggja at liðmann­ ing­unum, vóru úrslitini í 1. umfari ikki óvæntað. Koll­ firðingar vóru sterkari á papp­ ír­inum enn havnarmenn, og Klaksvík 1 og Vestmanna eru tvey góð lið. SMS-boð kostaði Helga sigurin Mobilegate kalla tey í talvheiminum hendingina, tá Helgi í øðrum umfari av Klaksvík International gloymdi at sløkkja fyri fartelefonini 1. deild 1. umfar Vestmanna - Sandavágur 3 - 1 John Rødgaard - Olaf Berg 1 - 0 Carl Eli N. Samuelsen - Torkil Nielsen 1-0 Samson Højgaard - Bernh. Augustinussen 0-1 Jákup á Rógvi Andreasen - Jón Gregersen 1-0 Klaksvík1 - Klaksvík2 3 - 1 Heini Olsen - Rani Nolsøe 1 - 0 Finnbjørn Vang - Haldur Suni Johansen 0-1 Ólavur Simonsen - Rana Baldursson 1-0 Terji Petersen - Rógvi Dragaberg 1-0 Kollafjørður - Havnin 3 - 1 Hans Kristian Simonsen - Martin Poulsen 0-1 Torbjørn Thomsen - Andrias Ziska 1 - 0 Eyðálvur Johannesen - Jógvan Næs 1 - 0 Karl Louis Johansen - Regin Reinert 1 - 0