Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2006 31 lýsingar Kunngerð um broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt 13. mai 1992, um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum boðað frá, at Vestmanna Bygdarráð á fundi 24. oktober 2006 hevur samtykt at gera niðanfyri standandi broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna. Nýtt alment øki við framhald av Heygalíð Verandi sethúsaøki og partur av landbúnaðarøki verður broytt til øki til alment endamál. Broytingin umfatar hesar matriklar ella partar av teimum: 27c, 310ø, 310aa, 310ab, 301ag, 310ah, 310ai, 326a. Nýtt sethúsaøki við framhald av Reynslið Verandi øki til almennar stovnar verður broytt til sethúsaøki og landbúnaðarøki: Broytingin umfatar hesar matriklar ella partar av teimum: 310av, 310aw, 310ax, 310ay, 310az, 310aæ og 310aø, 88e, 88d, 88c, 112a, 113a, 114a, 115a, 116a og 118a. Nýtt sethúsaøki fram við Bjargalíð Landbúnaðarøkið fram við Bjargarlíð - í eini breidd uppá 25 metrar - verður broytt til sethúsaøki. Broytingin umfatar partar av hesum matriklum: 310a, 58d, 322a, 9b, 264a, 8a, 295, 296 og 189b, Víðkan av sethúsaøki við Hornaveg Sethúsaøkið við Hornaveg 31 og 33 verður víðkað við 10 metrum. Broytingin umfatar grundstykkini matr. nr. 309b og 309c. Broyting av økjum á Heygum og Inni í Fløtti Partur av frílendið og miðstaðarøki verður broyttur til alment frítíðarøki. Broytingin umfatar hesar matriklar ella partar av teimum: 205cn, 231e, 231g og 234b. Sethúsaøkini á matr. nr. 3a, 20a og 231h verða víðkað. Ætlað gongugøta verður broytt á matr. nr. 205cn og burturtikin á matriklunum 20a, 3a, 232a og 231e. Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 8. til 29. november - báðir dagar íroknaðir. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, skulu verða Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi 6. februar 2007. Vestmanna Kommuna Varaleiðari til B6 Starvið sum varaleiðari á B6, fulla tíð, er leyst at søkja til setan 1. januar 2007 ella eftir avtalu. Møguleiki er fyri lægri brøki, tó ikki lægri enn 0,8. B6 er ein medisinsk deild, sum tekur ímóti elektivum og akuttum sjúklingum og hevur 15 seingjarpláss. Á deildini fáa sjúklingar røkt og viðgerð innan hesar læknasergreinar: gastroentereologi, neurologi, endokrinologi, onkologi og hæmatologi. Umvælingar eru á B6, B7 og B8, og umvælingar á B6 byrjað um hálvan januar. Tá verður deildin stongd, og sjúklingar og røktarstarsvfólk verða tá flutt á E3/E2 og B8, til umvælingarnar eru lidnar, uml. apríl 2007. Aðrar áhugaverdar avbjóðingar liggja fyri framman við implementering av THS (Talgild Heilsu Skipan). Krøv til umsøkjaran • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • áhuga fyri leiðslu • fakliga vitan um røkt og viðgerð innan klinisku økini • góð samstarvsevni • áhuga í fakligari menning av starvsfólkum • sjálvstøðug/ur, kreativ/ur, hava visiónir • edv kunnleika á brúkarastøði Vit kunnu bjóða • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samarbeiði • ávirkan á fakliga menning • góða innleiðslu (introduktión) Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava leiðsluroyndir ella leiðsluútbúgving. Starvslýsing fæst við at ringja 304500 til Ingun Gaardbo, deildarleiðara B6, lokal 6026, ella til Ásu Poulsen leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, loakl 6102. Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar­ málaráðið. Umsóknarfreistin er 21. november 2006 kl. 12.00 Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er á lønar- og starsvfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, avrit av prógvum, autorisatión og skjølum skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar­ og starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið Fo­100 Tórshavn Frá Sunda kommunu Kunngerð um broyting í byggisamtyktini fyri Hvalvík og Streymnes Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á bygdaráðsfundi tann 30.10.2006 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broytingar í byggi­ samtyktini fyri Hvalvík og Streymnes. Víðkan av sethúsaøki við Heinageðri í Streymnesi Víðkan av sethúsaøkinum frá Heinagerði fram móti frítíðarøkinum í Streymnesi. Landbúnaðarøki matr. nr. 90 verður broytt til bústaðarøki. Partur av frítíðarøki matr. nr. 2 í eini breidd uppá 6 m. verður broytt til bústaðarøki. Víðkan av sethúsaøki í Hvalvík Víðkan av sethúsaøkinum í Hvalvík frá Mataránni niðan til gomlu bøgarðarnar og fram ímóti verandi útstykking. Frílendi verður broytt til bústaðarøki. Broytingin umfatar matr nr. 44. Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 9. til 30. november 2006 - báðir dagar íroknaðir. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, skulu vera Sunda kommunu í hendi í seinasta lagi 9. februar 2007. Sunda kommuna Lesið Sosialin - so eru tit við