hósdagur 9. november 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 217 - 9. november 2006
tíðindi
SAMBAND
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
Færeyinga Saga út á fornmálinum
Íslendskt forlag gevur
í hesum døgum út
Føroyingasøgu á
frummálinum, sum
hon varð skrivað í
Íslandi tíðliga í 13. øld.
Útgávan er prentað
serstakliga føroyskum
lesarum og hevur
føroysk inngangsorð
Bókaútgáva
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Útgávan, sum kemur á
gøtuna í dag, er partur av
25. bindi í ritsavninum
Íslenzkum fornritum hjá
Hið Íslenzka Fornritafélag,
ið hevur givið út íslend
ingasøgur síðani 1933. Í
ritstjórnini fyri ritsavnið
sita Þórður Ingi Guðjónsson
og Jónas Kristjánsson, og
Ólafur Halldórsson, hand
ritafrøðingur, hevur skriv
að hesa útgávuna av Før
oyingasøgu.
Á bakinum á útgávuni
stendur eitt nú, at Føroy
ingasøga er søga um gøtu
skeggjar, føroyska høvd
ingaætt, ið heiti bar eftir
Gøtu í Eysturoy. Fyrstir av
teimum ættmonnum, ið
nevndir eru í søguni, er
Torbjørn gøtuskeggi, faðir
Tróndar, ið er høvuðsper
sónur søgunnar.
Víðari stendur, at ivaleyst
munnu mangir føroyingar
hava hug at lesa hesa
merkisverdu fornu søgu á
hennara íslendska frum
máli, sum stendur føroysk
um nútíðarmáli rættiliga
nær. Harumframt kann
útgávan við sínum vandaðu
lýsingum og greiniliga
inngangi eftir Ólaf Hall
dórsson, handritafrøðing,
verða støði undir nýggjum
rannsóknum og týðingum
av søguni í Føroyum.
Þórður Ingi Guðjónsson, bókmenta
frøðingur og íslandsfrøðingur við
lærda háskúlan í Íslandi er annar av
ritstjórunum. Her við útgávuni, ið er
prentað serstakliga føroyskum lesarum.
Væl nøgdir pedagogar
Pedagogfelagið
fegnast um, at semja
nú er fingin í lag
millum felagið og tað
almenna.
Samfelag
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mikudagin skrivaðu Peda
gogfelagið, Fíggjarmála
ráðið
og
Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið undir
semingsuppskot,
og
er
semjan galdandi fyri tíð
arskeiðið 1. oktober 2005
– 1. oktober 2007.
Sambært Jarvin F. Han
sen, formanni í Pedagog
felagnum, fegnast tey ser
stakliga um, at ein loysn
varð funnin á tí, sum hann
nevnir kardinalpunktið: At
kommunurnar hava góð
tikið, at dagstovnarnir hava
fingið eina økta arbeiðs
byrðu og ábyrgd í sambandi
við, at grein 5 í Dag
stovnalógini varð broytt.
– Hetta er ein viðurkenn
ing av, at tað ikki ber til
bara at leggja økið út, uttan
at peningur fylgir við, sigur
Jarvin F. Hansen, við Sosi
alin. Og hann greiðir frá, at
broytingar í flokkingunum
í lønarstiganum hava við
sær, at lægsta stigið fellur
burtur og at hægsta stigið
fer eitt upp. Sostatt eitur
lønarstigin nú 11-17 í mun
til áður, 10-16.
– Eisini fegnast vit um, at
við semjuni verður gjørligt
at sáttmálaseta pedagogar á
øllum landsins stovnum,
umframt at tað fer at bera
til hjá tænastumannasett
um, at taka tænastumanna
setanina við sær í annað
starv.
– Sum heild eru vit nøgd,
hóast ein sjálvsagt altíð
kundi hugsað sær meira,
sigur Jarvin F. Hansen.
Hvítt á Sornfelli
Mynd frá vevkameranum hjá Færøernes
Kommando klokkan kl. 12:30 í dag.