hósdagur 9. november 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 9. november 2006
3
tíðindi
NISSAN 4x4. NATURALLY CAPABLE.
PATHFINDER.
.
MURANO. Størsta og breiðasta úrvali av 4x4.
X-TRAIL NAVARA. PATROL.
Í gjár varð móttøka á
kapellinum við Velba
staðvegin, í Nýggja
Kirkjugarði í Havn, í
sambandi við høvuðs
umvæling
Kapellið við Velbastaðvegin
í Havn er vorðið høvuðsum
vælt, og hava vit fingið nær
um eitt spildurnýtt kapell.
Tað var bygt í 1951 og var
tað H.C.W Tórgarð, sum
teknaði tað. Ætlanin var at
byggja eitt kapell, sum var
kommunalt og kundi brúkast
av øllum trúarsamfeløgum
til jarðarferðir.
Fyrst í sjeytiárunum
varð arbeitt við eini ætlan
um at víðka kapellið, men
manglandi fígging gjørdi,
at hetta varð ikki gjørt fyrr
enn um 1980. Síðani á vári
2006 hevur so verið arbeitt
við at at umvæla kapellið.
Byggifelagið Guttessen og
Staksberg hevur staðið fyri
meginpartinum av arbeiðin
um. Nógvar og stórar um
vælingar eru gjørdar bæði
uttan og innan. Eitt nú eru
útveggirnir sandblástir, puss
aðir við mørtli og málaðir.
Gólvið er umvælt og hiti er
lagdur í. Á gólvið eru lagdar
basaltflísar.
Gamlan tekjan, sum var
úr aluminium, er skift út
við skifur. Loftið er bjálvað.
Spírið, sum var rustað fast,
er sandblást, málað við skips
lakki og kúlan løgd við gulli.
Nú melur spírið aftur.
Frammi í kórinum hongur
ein nýggj Flosljósakrúna. 10
nýggjar lampur av slagnum
Thorn Fatamorgana hanga
niður úr loftinum. Eisini hev
ur kapellið fingið nýggja
hoyriútgerð.
Kapellið hevur fingið 32
nýggjar beinkir. Tað er Sverri
Hansen, arkitektur, sum
hevur sniðgivið beinkirnar,
sum eru úr eikiviði. Á setr
unum eru pútur klæddar við
svørtum leðri.
Í sambandi við móttøkuna
í gjár varð lítil hátíðarliga
løta við tónleiki og sangi.
Finngerð Djurhuus Olsen
og Jóhanna Sofía Petersen
spældu uppá trompet, Dupult
kvartettin í Ebenezer sang og
var felagssangur við orgul
fylgispæli við Ívar Iversen.
Eisini segði Bjarni Bæk,
dómpróstur nøkur orð um
kapellið.
Hátíðarlig løta í kapellinum í gjár við tónleiki og sangi
Mynd Jens K Vang
Kapellið sum spildurnýtt
Kapellið við Velbasstaðvegin
er sum spildurnýtt
Mynd Jens K Vang