hósdagur 9. november 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 217 - 9. november 2006
tíðindi
Anfinn Kallsberg
hevur skotið upp,
at grein 14 í Manna
rættindasáttmálanum
skal skoytast upp í
revsilógina heldur
enn, at vit samtykkja
grein 266 b, sum nú
er til viðgerðar, men
løgfrøðingur ivast í,
um tað hevði borið á
mál
POLITIKKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í týsdagsblaðið okkara og
tingsins røðarapalli seinna
partin týsdagin, skeyt Anfinn
Kallsberg upp, at vit í staðin
fyri at skoyta grein 266 b
upp í revsilógina, heldur
broyta verandi revsilóg okk
ara soleiðis, at grein 14 í
mannarættindasáttmálanum
beinleiðis verður sett í revsi
lógina.
Grein 14 í mannarættind
inasáttmálanum sigur so
leiðis:
“Nydelse af denne kon
ventions anerkendte rettig
heder og friheder, skal sikres
uden forskel på grund af
køn, race, farve, sprog,
religion, politisk eller anden
overbevisning, national eller
social oprindelse, tilhørs
forhold til et nationalt
mindretal, formueforhold,
fødsel eller ethvert andet
forhold”.
– Hetta er tað, sum Føroya
Løgting í 1995 bant seg til at
halda í eini altjóða samtykt
og hetta er tað, vit eiga at
innføra í eina revsirættarlóg í
Føroyum, segði Anfinn Kalls
berg í tinginum týsdagin.
Sigur onki um
samkynd
Anfinn Kallsberg legði somu
leiðis dent á, at í hesi grein
stendur onki um seksuella
orientering, men at greinin
kortini innibar, at eitthvørt
menniskja sambært hesum
hevði rætt til at verða virt
líkamikið hvat.
– Hetta átti ikki at verið ein
trupulleiki at innført, tá bæði
Føroya Løgting og danska
Fólkatingið hava samtykt
henda millumlanda sáttmála,
sigur Anfinn Kallsberg.
Vísir tað seg tó, at hetta
verður ein trupulleiki, so
hevur Anfinn Kallsberg ein
annan møguleika kláran.
– Hin møguleikin er
rætt og slætt at yvirtaka
revsilógina, tí tað kunnu
vit gera uttan hóvasták við
yvirtøkulógini í hondini,
segði Anfinn Kallsberg við
Sosialin týsdagin.
Løgfrøðingurin Halgir
Winther Poulsen er tó ikki
heilt samdur við Anfinn í
hesum. Hann ivast í, um tað
ber til at so serstaka revsilóg
galdandi bara fyri Føroyar.
– Eg meti heldur ikki tað er
sambarligt at seta eina anti-
diskriminatión í revsilógina,
og at tað ber á mál, sigur
Halgir Winther Poulsen.
Dómarnir avgerandi
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, hevði eisini orðið
í tinginum týsdagin. Hann
segði um uppskotið hjá
Anfinni, at hann skilti hann
væl hansara tankar við
uppskotinum, men vísti til
grein í Sosialinum fríggja
dagin hjá Halgir Winther
Poulsen, løgfrøðingi.
– Tað eru dómarnir aft
anfyri hesa grein, sum eru
áhugaverdir. Dómarnir eru
rættarkeldan og ískoyti
til sáttmálan, og tað eru
teir, sum eru áhugaverdir
í hesum samanhanginum,
vísti løgmaður, Jóannes
Eidesgaard á.
Revsilógin
má vera
neyv
Finnur Helmsdal, annar
av uppskotsstillunum, um
at fáa grein 266 b nevnda
í revsilógini, soleiðis at
samkynd eisini verða
vard, heldur ikki nógv um
uppskotið frá formann
inum í Fólkaflokkinum,
Anfinn Kallsberg. Anfinn
Kallsberg skjýtur upp, at
grein 14 í mannarættinda
sáttmálanum heldur skal
takast við í revsilógina enn
grein 266 b í revsilógini.
Finnur Helmsdal vísir
á, at hann hvørki er løg
frøðingur ella hevur
arbeitt burtur av við
revsilógini, men at tað
altíð hevur verið hansara
greiða fatan, at revsilógin
eigur at vera tann mest
neyva av øllum.
– Grein 14 er so rúm
fyri tulkingum, at ein
dómari aldrin kann brúka
hana at døma við, sigur
Finnur Helmsdal, sum
eisini ivast stórliga í,
um danska Fólkatingið
yvirhøvur hevði góðtikið
hetta.
-rwd
Grein 14 heldur enn 266 b
Grein 14 í
mannarættinda
sáttmálanum:
»Nydelse af denne kon
ventions
anerkendte
rettigheder og friheder,
skal sikres uden forskel på
grund af køn, race, farve,
sprog, religion, politisk
eller anden overbevisning,
national eller social
oprindelse, tilhørsforhold
til et nationalt mindretal,
formueforhold, fødsel eller
ethvert andet forhold«.
Spæla bingo á netinum
Danske Spil – fyrrv. Tipstjenesten – er nú fari undir bingo-spæl
á netinum. Á heimasiðuni ber til at keypa sær plátu, og tá nýtt
spæl byrjar fjóðra hvørt minutt, er bíðitíðin lítil og eingin.
Vinningarnir í spælunum eru heilt upp í 100.000 kr., men í
flestu spølunum eru hesir tengdir at samlaðu puljuni, sum er
í spælinum.
Í tíðindaskrivi sigur Danske Spil, at tey við hesum serliga
vóna at fáa fleiri kvinnuligar spælarar. Hóast veddingarspæl
ofta verða tengd at mannfólki, so vísa kanningar, at tað eru
konufólk, sum standa fyri 75% av samlaða umsetninginum á
spælimarknaðinum.
150 ár við fríhandli
Nú 150 ár eru liðin, síðani Kongaligi einahandilin varð avtikin,
verður alment tiltak á Vinnuháskúlanum tann 11. november klokkan
15. Høvuðsgoymslan og lesistovan hjá Landsskjalasavninum á
Debesartrøð verða opin fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18
og verða m.a. víst fram skjøl, ið hava við fríhandil og vinnu at gera.
Á Norðoya Fornminnasavni verður sama tíðarskeið framsýning við
skjølum frá handlinum hjá Jørgen Bech og Sønner inni á Apotekinum
úti í Klaksvík. Á Tvøroyri verða gomlu handilshølini hjá T.F.Thomsen
eisini opin og har fer ánarin, Anna Kirstin, at greiða frá um fyritøkuna,
ið ognaði sær handilin tá Kgl. Handilin varð seldur í 1856. Í handlinum
hjá T.F.Thomsen er hópur av gomlu handilsbókunum til skjals.
Tað er ógvuliga ymiskt hvat tingfólk halda um uppskotið hjá Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal, og í tingviðgerðini kom
Anfinn Kallsberg við einum øðrum uppskotið, sum sambært honum tryggjar rættindini hjá øllum, eisini samkyndum, uttan at
samkynd verða nevnd
Mynd Jens Kr. Vang
– Hetta er tað, sum Føroya Løgting í 1995 bant seg til
at halda í eini altjóða samtykt og hetta er tað, vit eiga
at innføra í eina revsirættarlóg í Føroyum, sigur Anfinn
Kallsberg um sítt uppskot