hósdagur 9. november 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 9. november 2006
5
tíðindi
Samkynd og revsulógin
Í kvøld, hóskvøldið 9. novembur skipar Føroyahúsið fyri pallborðsfundi um tað
málið, sum øll hava havt á máli í farnu viku og gjørt sær sína hugsan um. Leingi
hevur verið ætlanin at fáa hetta í lag, men nú gjørdist tað meira aktuelt enn nakrantíð
áður. Ætlanin er at fáa málið um samkynd og revsilógina lýst gjølla, eins væl og
hvussu hetta verður tengt upp í mannarættindi, politisk og átrúnaðarlig sjónarmið.
Fundurin verður kl. 19. Við pallborði sita m.a. Sonja Jógvansdóttir, ráðgevi, Bogi
Davidsen lækni og Margretha Petersen, lesandi. Flovin Eidesgaard verður fundar
stjóri.
Ókeypis e-roknskapur
Aesiras Busines & Internet er ein nýggj bókhaldsskipan, sum nú kann heintast
ókeypis av netinum. Felagið handan skipanina sigur, at talan er um eina kompletta
loysn til fíggjarskipan, sum hartil inniheldur innbygdar internet-loysnir. Skipanin
inniheldur 25 ymiskt modul, og av hesum eru tey fyrstu 10 ókeypis. Meira kann
lesast um skipanina á www.aesiras.dk, har forritið eisini kann takast niður.
Óli Breckmann
noktaði tinglimum at
fáa orðið í Løgtingi
num og hann kallaði
framferðina hjá tjóð
veldisflokkinum ein
glantrileik og eitt
sirkus
Løgtingið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Óli Breckmann saboterar
arbeiðið í Løgtinginum.
Tað heldur Høgni Hoydal
í Tjóðveldisflokkurin.
Og misnøgdin við Óla
Breckmann er so stór, at
tjóðveldisflokkurin nú fer
at klaga hann fyri løgtings
formanninum,
Edmundi
Joensen.
Óli Breckmann sat í for
manssætinum í Løgtingi
num í gjár og stýrdi orða
skiftinum, tá ið spurnar
umfar har, har løgtingslim
ir høvdu høvi til at syrja
Løgmann og landsstýris
menn um alskyns viður
skifti.
Men í gjár gjørdust meiri
rokaligt í Løgtinginum enn
vit eru von við á okkara
leiðum.
Rættiligur orðadráttur
tók seg upp, tá ið Høgni
Hoydal
úr
Tjóðveldis
flokkinum spurdi Løg
mann, hvørjar búskaparligar
grundgevingar eru fyri
skattalættanum hjá sam
gonguni.
Men Løgmaður vildi ikki
svara, tí hann metti, at
spurningurin átti at verðið
stílaður til Bárð Nielsen,
landsstýrismann í fíggjar
málum.
Tað førdi so til, at sitandi
Løgtingsformaður gjørdi
av at geva spyrjaranum,
Høgna
Hoydal
orðið
einaferð afturat “til eitt
ordiligt útfoldilsi”, sum
hann málbar seg, men so
skuldi orðaskiftið enda og
fleiri tinglimir fingu sostatt
ikki orðið.
Tá ið tinglimir mutaði
ímóti, endaði tað við, at
sitandi Løgtingsformaður
kallaði spurningin fyri
glantr og hann kallaði eisini
tað, sum fór fram í Løg
tinginum fyri eitt sirkus.
Høgni Hoydal gjørdi alt
fyri eitt greitt, at hann
ætlaði at klaga sitandi
formann og ta klaguna sat
hann og skrivaði í morgun.
Formaðurin í Tjóðveldis
flokkinum sigur, at tað er
Edmund Joensen, sum er
valdur Løgtingsformaður
og tí er klagan um Óla
Breckmann stílað til hans
ara.
– Talan er um ein fyri
spurning, sum er latin
Løgtingsskrivstovuni dagin
fyri og góðkendur har. Tí
er tað ótrúliga langt úti, at
Óli Breckmann skal gera
seg til dómara yvir, hvat er
borðbært ella ikki.
Høgni Hoydal heldur, at
tað er fullkomiliga óhoyrt
í einum fólkaræðiligum
samfelagi, at Óli Breck
mann brúkar formanssess
in í Løgtinginum til bein
leiðis at sabotera arbeiðið
hjá Løgtinginum og noktar
tinglimum at taka orðið.
Formaður
Tjóðveldis
floksins vísir á, at arbeiðið
hjá formansskapinum í
Løgtinginum er at tryggja,
at Løgtingið fær gjørt sítt
arbeiði og skal tryggja, at
verja rættin hjá tinglimum
at fáa svar.
– Tí kæra vit eisini um, at
Løgtingsformaðurin ikki
ístaðin átalar Løgmann fyri
ikki at svara einum spurn
ingi frá einum tingmanni.
Høgni Hoydal sigur, at
hann vil nú hava for
mansskapin í Løgtinginum
at viðgera kæruna og koma
til eina niðurstøðu um, hvat
er rætt og, hvat er skeivt í
hesum máli.
Óli Breckmann hevur
onga viðmerking til málið,
men vísir til sjálvan løg
tingsformannin, Edmund
Joensen.
Umbering
til Hans
Paula Strøm
Í grein í Sosialinum í
gjár kom eg illa frá tí, tá
ið eg umrøddi ein skriv
ligan fyrispurning í Løg
tinginum
frá
Finni
Helmsdal og Bill Justin
ussen til Hans Paula
Strøm, Landsstýrismann
um Serdagsstovnin á
Argjum.
Í yvirskriftini stendur,
at Hans Pauli Strøm
verður skuldsettur fyri
at siga ósatt fyri Løg
tinginum um peninga
nýtsluna til Serdags
stovnin á Argjum.
Tað er eitt álvarsmál
og tað er heldur ikki
rætt. Tað, sum spyrjarnir
siga í fyrispurninginum,
er, at Hans Pauli Strøm
hevur upplýst skeiv tøl í
Sosialinum og tí vilja
teir hava hann at greiða
Løgtinginum frá, hvussu
tað ber til.
Nú, aftaná, gerst ikki
annað enn at rættað mis
takið og at biðja lands
stýrismannin um um
bering.
Men fyri at tað skal
vera heilt greitt, skal
eisini upplýsast, at tað er
ikki rætt, tá ið Finnur
Helmsdal og Bill Justi
nussen siga í fyrispurn
inginum, at tað var Hans
Pauli Strøm, sum kom
við nevndum upplýs
ingum
um
peninga
nýtsluna hjá Serdags
stovninum, tí upplýs
ingarnar høvdu vit frá
Almannastovuni.
Áki Bertholdsen,
blaðmaður
Tjóðveldisflokkurin klagar
Óla Breckmann
Hetta var ikki nóg gott
Edmund Joensen,
løgtingsformaður,
heldur, at tað, sum fór
fram í Løgtinginum
mikudagin, varð ikki
nóg gott
Løgtingið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað, sum hendi í Løg
tinginum mikudagin, var
ikki nóg gott.
Edmund Joensen, Løg
tingsformaður heldur, at
Óli Breckmann, sum sat í
formansætinum í Løgtingi
num ein part av mikudeg
num, hevði ikki eina nóg
hepna hond, tá ið Høgni
Hoydal spurdi løgmann um
búskaparliga sjónarmiðið
fyri skattalættanum. Sí
greinina omanfyri.
Men hann vit ikki út
greina hetta nærri.
Hann sigur, at tá ið
klagan
frá
Tjóðveldis
flokkinum kemur, verður
hon viðgjørd og eitt svar
skrivað.
Annars føldi Edmund
Joensen sjálvur, at tað var
neyðugt at geva løgtingi
num, landsstýrinum og
Løgmanni eina áminning
sum, hvussu farast skuldi
fram í sambandi við munn
ligar fyrispurningar.
Hann staðfesti, at spurn
ingar skulu verða stuttir og
greiðir og at summir
spurningar, ið settir vóru
fram, vóru óegnaðir til ein
munnligan spurning, tí teir
vóru so umfatandi, men
áttu heldir at verið settir
skrivliga.
Hinvegin vísti hann eisini
á, at landsstýrismenn og
Løgmaður eiga at biðja um
at fáa spurningar skrivliga,
tá ið teir meta, at teir eru ov
umfatandi.
Annars staðfestir Løg
tingsformaðurin, at eftir
tingskipanini hava tinglim
ir fullan rætt at seta spurn
ingar.
– Men Løgtingið er ein
politiskur pallur og tí er
mangan nógvur politikkur
í spurningunum, men tað er
ein fullur rættur hjá ting
limum,
tí
soleiðis
er
tingskipanin.