Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 217 - 9. november 2006 tíðindi Marknaðarføra Grønland Grønlendski landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jørgen Wæver Johansen, er í hesum døgum í USA í sambandi við eitt átak, sum skal fáa amerikanarar at vísa Grønlandi størri áhuga sum fermamannalandi. Flogfelagið Air Greenland hevur gjørt av at fara undir rutuflúgving millum Grønland og Baltimore á amerikonsku eysturstrondini í mai næsta ár, og floghavnin har hjálpir grønlendingum at marknaðarføra nýggju rutuna. Ov lítlan vinning Skipasmiðjurnar í Noregi hava ongantíð havt so nógvar bíleggingar um nýbygningar sum nú, men kortini hava nakrar hall í roknskapinum, og aðrar klára so dánt javnvág. Norsk Industri hevur kannað roknskapartøl hjá 19 skipasmiðjum, og tey vísa, at seks teirra høvdu hall í fjør, og at átta høvdu javnvág í inntøkum og útreiðslum. Bara fimm høvdu avlop. Tann skipasmiðjan, sum hevur staðið seg best, er Aker hjá Kjell Inge Røkke. MARKLEYSI HEIMURIN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Føroya Tele skipar í dag fyri evnisdegi fyri vinnu­ kundarnar. Har eru fram­ sýningar, fyrilestrar og ann­ að. Endamálið er at sýna fram nýggjastu tøknina, ið Føroya Tele hevur at bjóða. Teir vilja eisini vísa á, hvørjar møguleikar kundarnir hava við nýggju tilboðunum. Nógv vinnulívsfólk vóru komin í Klingruna í morgun. Áðrenn prentsbyrjan, hevði Henrik Dahl fyrilestur. Richard Mortensen frá Føroya tele byrjaði við at bjóða øllum vælkomnum. Hann hugleiddi eitt sindur um nýggju tøknina, sum gevur okkum møguleika at vera allastaðni í senn. Samstundis fáa vit ongantíð frið. Henrik er kendur frá send­ingum hjá Danmarks Radio. Hann er Sosiologur og heldur nógvar fyrilestrar runt um. Hann hugleiddi um, hvussu heimurin ferð­ ast skjótari og skjótari. Hann hevði útgangstøði í ommu sínari, sum varð fødd í 1903 og doyð í 2004. Hon var tí vitni til eina øgiliga menning. Henrik vísti á, at fólk hildu heimin ganga skjótt fyrst í 20. øld! Í dag gongur heimurin so nógv skjótari, og møguleikarnir eru fleirfaldaðir. Fyrilesturin hjá Henrik var fangandi og áhugaverdur. Tað sæst og hoyrist, at maðurin er vanur við at halda fyrilestur. Tað var í heilum, at láturin rungaði, tá ið Henrik hevði tikið skemtiliga til. Vinnulívsmekka í Klingruni Les meira frá Markleysa heiminum í blaðnum í morgin og í vinnu­ síðum týsdagin, har ið vit fara at hava samrøður og annað Richard Mortensen bjóðaði vælkomin Mynd. Jens Kr. Vang Henrik Dahl hugleiddi um møguleikar fyrr og nú Mynd. Jens Kr. Vang Heðin Mortensen hevði fyrradagin eitt lesarabræv, har ið hann svaraði aftur í hvøssum vendingum uppá atfinningarnar frá Brunaumsjón Landsins. Hann eftirlýsti ein samstarvsvilja og gjørdi greitt, at starvsfólkini í Tórshavnar Kommunu hava nóg góðan førleika at meta um brunatrygd BRUNATRYGD Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Stríðið hevur millum annað snúð seg um umbyggingina í SMS. Brunaumsjón Land­sins heldur ikki, at trygdin er nóg góð, men býráðið hevur kortini givið byggiloyvið. Í gjár fóru alarmarnir í SMS frá, og fólk vóru biðin at fara út. Tað vísti seg, at talan var um ein feilalarm, men tað gav so møguleika fyri at kanna, hvussu góð trygdin er. Sum skilst gekk sera væl at fáa fólk út, og alt gekk eftir ætlan. - Dømi í gjár vísir, at trygdin í SMS er nóg góð. Tað vísti, at tað er lætt at sleppa út, um eldur skuldi verið í. Órímilig krøv Heðin harmast um stríð­ið við Brunaumsjón Land­ sins. - Okkara starvsfólk eru væl kvalifiserað. Teir áttu ikki at slongt slíkar pástandir út. Tí reageraði eg soleiðis við einum lesarabrævið. Vit hava hildið okkum til fyriskrivaðar lógir. Vit mugu ikki ganga lætt um brunatrygdina, tí at tað skal vera í lagi. Men ofta standast misskiljingar, tí at tað verður blandað millum føroyskar og danskar lógir. SMS er ikki í 10 hæddum, men Brunaumsjón Landsins setur somu krøv til SMS, sum var tað í 10 hæddum, sigur Heðin. Hann leggur dent á, at kommunan setur stór krøv til brunatrygd, hóast Brunaumsjón Landsins kritiserar akkurát hetta økið. - Tað er gott við kritikki. Við fóru eisini út til allar barnagarðar og gjørdu frá­ greiðingar. Men um teirra krøv skulu takast í álvara, kann eingin barnagarður brúkast til nakað. Sjálvandi eru tað ávís øki, sum kunnu betrast. Hetta er eisini nak­ að, sum vit arbeiða við, sigur Heðin. - Tað er óheppið, at vit ikki kunnu samstarva um hetta og tosa saman. Hetta er eitt sera týdningarmikið øki, og tað mugu vit ikki ganga lætt um. Heðin Mortensen: Harmast um manglandi samstarvs um brunatrygd Heðin Mortensen leggur dent á, at kommunan setur stór krøv til brunatrygd