hósdagur 9. november 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 217 - 9. november 2006
tíðindi
Upprunaliga varð
mett, at ellis-og
røktarheimið, sum
skal byggjast í Vági,
skuldi kosta 1,2
fyri hvørt búfólk,
men nýggjastu
metingarnar vísa, at
prísurin verður 1,6
millión
Ellis- og
røktarheim
Áki Berttholdsen
aki@sosialurin.fo
Ellis- og røktarheimið,
sum ætlanin er at byggja í
Vági, verður væl dýrari enn
upprunaliga mett.
Tað vísir ein nýggj meting.
Upprunaliga varð mett,
at heimið fór at kosta 1,2
millión fyri hvørt búfólk.
Men nýggjastu metingarnar
hjá Almanna- og heilsumála
ráðnum, vísa, at heimið fer
at kosta góðar 1,5 millión
fyri hvørt búfólk.
Tilsamans er ætlanin at
byggja eitt heim til 24 fólk.
So ístaðin fyri at kosta 28,8
milliónir, sum upprunaliga
ætlað, verður nú mett, at tað
fer at kosta 38,5 tilsamans.
Men hetta merkir so aftur
tað, at parturin hjá kommun
unum verður væl størri enn
ætlað.
Stuðulin frá landinum er
500.000 krónur fyri hvørt
búfólkið og sostatt verður
hann 12 milliónir í alt.
Men ístaðin fyri, at komm
unurnar í Suðroy eftir ætlan
skuldu betala 16,8 milliónir
til byggingina, koma tær
nú at betala 10 milliónir
meir, ella 26,5 milliónir til
samans.
Hesa upphæddina upp á
26,5 milliónir, kunnu komm
unurnar fíggja við einum 10
ára láni, sum er rentufrítt og
har tær ikki byrja at betala
avdráttir, fyrrenn heimið er
liðugt, ætlandi í 2009.
Landsstýrið hevur nú
lagt uppskot fyri Løgtingið
um at fáa heimild at læna
kommununum peningin.
Støðan í Suðuroy hevur
verið serliga vánalig og tí
er politiskur vilji til at gera
eina serliga skipan fyri
Suðuroy, so at tað ber til
at byggja heimið. Og tann
serliga skipanin er at veita
kommununum eitt rentufrítt
lán til endamálið og har tey
ikki byrja at betala avdráttir,
fyrrenn heimið er liðugt og
kommunurnar eru farnar
at fáa kommunuskatt av tí
arbeiði, sum heimið kastar
av sær.
Væntar at tað
verður bíligari
Tað eru tær fýra kommunur
nar í Suðuroyar syðru helvt,
Sumba, Vágur, Porkeri og
Hov, sum eru saman um at
byggja heimið, tí tær tríggjar
kommunurnar í norðaru helvt
í oynni, Tvøroyri, Hvalba og
Fámjin eru framvegis ikki
sinnaðar at vera við.
Men enn er ikki ov seint
hjá teimum at skifta meining,
skuldi áhugi verið fyri tí.
Annars er tað landið, sum
einsamalt hevur rakstrar
útreiðslurnar av heiminum
og tær verða mettar til 12
milliónir um árið.
Hans Pauli Strøm sigur, at
upphæddin er sett sum eitt
avgjørt hægstamark fyri,
hvat tað fer at kosta.
Tað merkir, at hann metir,
at heimið fer at vera bíligari
enn tølini, sum her eru sett
upp.
Hann sigur, at tá ið farið
verður undir byggingina,
fara kommunurnar sjálvandi
at stremba eftir at fáa byggi
kostnaðin so langt niður
sum gjørligt fyri at sleppa
bíligari.
Ellis-og røktarheimið í Vági verður 33% dýrari
Borgarstjórin í Vági
heldur framvegis,
at tað er neyðugt
at byggja ellis- og
røktarheim í Vági,
hóast tað verður
dýrari enn ætlað
Ellis-og
røktarheim í Vági
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Borgarstjórin í Vági heldur
framvegis, at tað einasta
rætta er at halda fram við
ætlanini at byggja ellis-og
røktarheim í Vági.
Tað metir Kirstin Strøm
Bech, hóast vit í greinini
omanfyri kunnu vísa á, at
prísgongdin í samfelagnum
fer, at heimið verður dýrari
enn upprunaliga mett.
Borgarstjórin í Vági vísir
á, at tað, sum kommunan nú
skal gjalda, er ikki so nógv
meiri enn tað, sum upp
runaliga varð mett at hon
skuldi betala, tá ið ætlanim
kom fram á sinni.
Munurin er bara tann, at
upprunaliga varð ætlað at
byggja eitt ellis- og røktar
heim til 32 fólk.
Men tað, sum nú liggur á
borðinum, er at byggja eitt
heim til 24 fólk, sum komm
unurnar og landið skulu fíggja
í felag. Men príshækkingar
gera, at nú verður so mett, at
tað fer at kostar lítið minni
enn eitt heim til 32 fólk upp
runaliga varð mett at kosta.
Men so hevur landsstýrið
harafturat eisini gjørt av
at byggja ein økisdepil til
sinnisveik til átta fólk, beint
við ellis og røktarheimið, so
tilsamans verða 32 búpláss í
samlaðu byggiætlanini.
Fyrr hevur verið upplýst,
at kommunurnar í Suðuroy
skuldu sjálvar fíggja 22 milli
ónir til eitt ellis-og røktarheim
í Vági, men nú verður talan
sostatt um 26,5 milliónir.
Felagsútreiðslur
gera tað bíligari
Hetta er ein landsstovnur burt
urav, har landið betalir alla
bygging og allan rakstur.
Men hóast hann liggur upp
at ellis- og røktarheiminum,
verður talan um tveir púra
atskildar stovnar.
Og spurningurin er, hvørjar
felags hentleikar ellis- og
røktarheimið og depilin fyri
sinnisveik koma at fáa og,
hvussu útreiðslurnar til teir
skulu býtast ímillum báðar
stovnarnar.
Talan kann verða um felags
køk, felags hitaskipan, felags
vasking, felags fysio-og
ergoterapi, felags koyriveg
og parkeringspláss o.s.fr.
– Men allar hesar felags
útreiðslurnar fara uttan iva
at merkja, at prísurin fyri
ellis-og røktarheimið fer at
lækka nakað, sigur Kirstin
Strøm Bech.
Hon sigur, at samráðingar
skulu nú verða við Lands
stýrið um málið.
– Hendan príshækkingin
er fyri so vítt ikki serliga
kollveltandi, tó at tað upp á
seg er bíligari at byggja ellis-
og røktarheim til 32 fólk.
– Men gongdin í syðru
helvt í Suðuroy er bara ein og
hon er, at fólkatalið minkar
alsamt. Tí er alneyðugt at gera
okkurt munagott fyri at venda
gongdini og tað má gerast
skjótt. Og í hesum sambandi
haldi eg, at tað hevur stóran
týdning at skapa støðug og
trygg arbeiðspláss og eitt
ellis-og røktarheim við einum
depili til sinnisveik afturat,
fer kanska at skapa eini 50
arbeiðspláss og tað eigur at
vera ógvuliga positivt fyri eitt
øki sum okkara.
– So gerst ikki við, at
hetta tíverri førir við sær,
at kommunuskuldin veksur
upp í tvær álíkningar, sigur
borgarstjórin í Vági.
Kemur ikki óvart á borgarstjóran í Vági
– Gongdin í syðru helvt í Suðuroy er bara ein veg og hon er,
at fólkatalið minkar alsamt. Tí er alneyðugt at seta tiltøk
í verk, sum skapa arbeiði, hóast hetta tíverri førir við sær,
at kommunuskuldin hækkar, sigur Kirstin Strøm Bech,
borgarstjóri í Vági
Kommuna
Skuld
Skuld afturat
Skuld íalt
Álíkning
2005
til ellisheim
(mió. kr.)
(mió. kr.)
(mió. kr.)
Vágs
56,5
16,5
73,0
2,0
Sumbiar
4,5
4,5
9,0
0,8
Porkeris
7,2
4,0
11,2
0,9
Hovs
3,1
1,5
4,6
1,6
Taka tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy av tilboðnum um lán til ellis-og Røktarheim
í Vági, fer tað at ávirka lánibyrðuna hjá teimum soleiðis, sum talvan vísir. Men her er ikki lagt
upp fyri teirri positivu ávirkan, sum ellirheimið fer at fáa við teimum arbeiðsplássum, sum har
verða
Kommuna
Fólkatal
Avdráttir
Avdráttir
tilsamans
um árið
Hov
127
1.491.139
149.114
Porkeri
344
4.038.990
403.899
Vágur
1.405
16.496.455
1.649.646
Sumba
381
4.473.416
447.342
Syðra helvt tils.
2.257
26.500.000
2.650.000
Hendan talvan vísir, hvussu nógv kommunurnar koma at betala um árið í avdráttum og,
hvussu nógv, tær koma at betala tilsamans
Skulu tosa svenskt
Fólkafloksmaðurin Jógvan við Keldu heldur, at allir
norðurlendingar eiga at duga at tosa svenskt. Við Aftonbladet
sigur hann, at svenskt er tað størsta málið í Norðurlondum,
og tí er tað ikki annað enn rímiligt, at svenskt verður eitt
felags norðurlendskt mál. Jógvan við Keldu heldur, at á
tann hátt kunnu vit forða tí enska málinum at doyva tey
norðurlendsku. Nú bíðar hann eftir, hvat hini Norðurlondini
siga.
Dýr ferð
Tann 21. november fer nýggja skipið „Fram“ hjá norska
reiðarínum Hurtigruten av bakkastokki. Skipið skal ikki
sigla í Noregi, men er serbygt til at sigla í tí arktiska økinum.
Reiðaríið hevur gjørt av, at skipið skal fara sína fyrstu ferð
úr Reykjavík til Eysturgrønlands í mai næsta ár, og sambært
reiðarínum gongur tað væl at selja ferðaseðlar til tann fyrsta
túrin. Men tað er ein dýr ferð, tí hon kostar 21.400 krónur.