Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 9. november 2006 9 tíðindi Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, heldur tað vera ógvuliga harmiligt, at eingin verulig loysn langt síðan er funnin á viðurskiftunum hjá skúlanum í Hoydølum. - Men tað er so ikki politiskur vilji til, at hesin skúli eisini kemur undir sama tak, sum Tekniski skúli og Føroya Handilsskúli úti í Marknagili Undirvísing Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í menta­ málum, Jógvan á Lakjuni, sigur, at Mentamálaráðið hevur móttikið uppsøgnina hjá rektaranum á Føroya Studentaskúla-og HF- skeiði, Mads Andriasi Winth­er, sum hevur sagt seg úr starvi frá 1. februar 2007 at rokna. - Í uppsøgnini verður víst til vanligar uppsagnartreytir, og vit hava tikið uppsøgnina til eftirtektar, leggur hann aftrat Í Sosialinum í gjár segði Mads Andrias Winther, at tað ikki er eggjandi, at eingi útlit eru til bata á Føroya Studentaskúla-og HF-skeiði tey nógvu næstu árini. - Hvørki fyri meg sum rektara, lærarar, næmingar og ei heldur fyri tey, sum annars skulu reka skúlan framyvir. Við døpurhuga ásannaði rektarin, at eingin skip­að skúlabygging fyri­ligg­ ur, nú politisku myndug­ leikarnir hava gjørt av, at Studentaskúlin og HF-skeið­ ið verða útihýst í ætlaðu byggingini í Marknagili. Ógvuliga harmiligt Jógvan á Lakjuni heldur tað vera ógvuliga harmiligt, at eingin verulig loysn langt síðan er funnin á viður­ skiftunum hjá skúlanum í Hoydølum. - Men tað er so ikki polit­iskur vilji til, at hesin skúli kemur undir sama tak, sum skúladepilin við Tekniska skúli og Før­oya Handilsskúla úti í Markna­ gili. Hann sigur, at hetta eisini hevði verið ein rættiliga kostnaðarmikil verkætlan, um alt varð bygt undir einum. - Verklagslógin um skúla­ depilin í Marknagili, sum varð samtykt stutt áðrenn tingið fór heim seint í vár, snýr seg um eina verkætlan, sum liggur um einar 150 mió krónur. Upprunaliga ætlanin, tá ið Føroya Studentaskúli- og HF- skeið var undir sama taki sum hinir báðir skúlarnir, snúði seg um einar 300 mió krónur, sigur Jógvan á Lakjuni. Nógv bygging Landsstýrismaðurin vísir á, at nógv skúlabygging fer fram í løtuni, og tað er greitt, at alt kann ikki gerast í senn. - Eg haldi, vit kunnu siga, at nógva byggingin, sum er í gongd – og er um at fara í gongd – eisini hevur havt sína ávirkan á verkætlanina í Marknagili og soleiðis eisini á Studentaskúlan-og HF-skeiðið í Hoydølum, sum nú ikki verða við í skúladeplinum. Hann sigur, at miðnáms­ skúli skal byggjast í Suð­ ur­oy, fiskivinnuskúli í Vest­manna, tekniski skúli í Klaksvík skal útbyggjast – og so verður væntandi farið undir skúladepilin í Markna­gili um ikki so langa tíð. Peningur til ábøtur - Vit hava gjørt av, at tá ið eingin nýggjur skúli verður bygdur fyri skúlan í Hoydølum beinanvegin, hava vit í staðin sett nakrar miljónir krónur av um árið til ábøtur av ymiskum slagi. Hann sigur, at í løtuni verður arbeitt við nýggj­ ari omankoyring við rund­ koyring, so lættari verður at sleppa oman og niðan úr Hoydølum, har rættiliga nógv fólk ferðast um dagar­ nar. - Aðrar ábøtur, sum eitt nú eru kravdar av Bruna­ umsjón Landsins og Ar­beiðseftirlitinum, verða eisini framdar. Men alt hetta merkir ikki, at talan verður um ein nýggjan skúla, sum annars hevði verið tiltrongdur, leggur lands­stýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni, dent á. Politisk telving Rektarin, sum nú hevur sagt seg úr starvi, segði við Sosialin í gjár, at tær ábøtur, sum nú og í framtíðini verða gjørdar á skúlan, ikki betra um undirvísingar- og arbeiðsumstøðurnar á skúlanum. - Politiska telvingin um skúlan hevur nú ført til, at vit standa eftir við ongum – og ongum útlitum til betraðar umstøður í næstu framtíð, staðfesti Mads Andrias Winther, rektari, í samrøðuni við Sosialin í gjár. Nýggjur studenta- skúli skuldi langt síðan verið komin - Eg haldi, vit kunnu siga, at nógva byggingin, sum er í gongd – og er um at fara í gongd – eisini hevur havt sína ávirkan á verkætlanina í Marknagili og soleiðis eisini á Studentaskúlan-og HF-skeiðið í Hoydølum, sum nú ikki verða við í skúladeplinum í Marknagili, sigur landsstýrismaðurin - Vit hava gjørt av, at tá ið eingin nýggjur skúli verður bygdur fyri skúlan í Hoydølum beinanvegin, hava vit í staðin sett nakrar miljónir krónur av um árið til ábøtur av ymiskum slagi, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður Mynd: Vilmund Jacobsen Stjørna í trý kvøld á Manhattan Hálvi føroyingurin Gunnar Mikkelsen gjørdist av álvara kendur, tá hann gjørdi Guðruni Sólju Jacobsen eftir og vann kappingina Stjerne For en Aften á Danmarks Radio. Við egnum tolkingum av løgunum Why Does It Always Rain On Me hjá Travis og The Scientist hjá Coldplay vann dámligi ljóshærdi drongurin nógv hjørtu. Meðan siðbundin popprokkur, soul og reindyrkaður poppur vóru dominerandi í kappingini, var Gunnar sum eitt frískt lot. Hansara fyrsta fløga The Best Piece Of Advice Always Comes A Little Too Late, varð eisini væl móttikin, ummælini vóru sum heild góð, og lagið Haunted Honeymoon var nógv at hoyra í donskum miðlum, umframt, at tað eisini varð spælt nakað í USA. Danskir miðlar vóru skjótir at spáa Gunnari eina stóra framtíð og vístu á, at her kundi talan vera um okkurt annað enn vanligu døgnflugurnar, ið Stjerne For En Aften hópframleiddi. Men hvussu er og ikki, so hevur lítið og einki verið at hoyrt til Gunnar seinastu árini, vitjar tú heimasíðu hansara, sært tú at seinastu tíðindi eru løgd út í mai 2005. Men fyri føroyingar gerst Gunnar aftur aktuellur í kvøld. Hann spælir í kvøld, fríggjakvøldið og leygarkvøldið á Manhattan. -nud