Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 217 - 9. november 2006 Skilafólk hava í eina tíð arbeitt við at gera uppskot til nýggjan musikkskúla í Havn. Ætlanin varð løgd fram í morgun. Okkara greiða niðurstøða í hesum máli er: fáið henda skúla upp at standa sum skjótast. Við undantaki av ítróttinum er neyvan nakað tiltak her á landi, ið hevur slíkt gróðurfesti í føroyinginum sum tónleikurin. Hetta eru vit so eisini vitni til hvønn tann einasta dag – í miðlunum, á konsertum og tiltøkum sum heild kring landið alt. Og hvat er meira náttúrligt fyri eina fjarskotna tjóð sum okkara, at tónleikurin eigur eitt týðandi pláss hjá okkum øllum so ella so! Vit plaga at siga, at vit eiga heimsins vakrastu náttúru. Vit kundu eins væl sagt, at vit eiga heimsins mest tónleikaelskandi fólk. Takið mongu tónleikabólkarnar, kórini, dansifeløgini, hornorkestrini fyri bert at nevna nøkur. Takið fløguútgávurnar og mongu konsertirnar. Alla staðni er tónleikurin so sprelllivandi, so náttúrligur partur av gerandisdegnum hjá so mongum av okkum, antin vit sjálvi spæla ella syngja ella bara lýða á.Tað er m.a. í hesum ljósi, at vit skulu síggja tað frálíka uppskot, ið nøkur av okkara frægu tónlistafólkum hava tikið stig til. Her er vissuliga gjørt eitt forarbeiði, sum okkara politikarar kunnu fegnast um. Sjálvandi er musikkundirvísingin fyrsta stigið, tað er har vit skulu leggja nakað gott niður í børnini og ungdómin - komandi ættarliðið av tónleikarum og tónlistafólki. Sjálvt grundfestið, grundarlagið er so avgerandi fyri tónleikaframtíðina. Og her hevur ein musikkskúli so ómetaliga stóran týdning. Eitt er at hava góðar lærarar. Annað er at hava góðar umstøður. Uttan hesi bæði er eingin framtíð hjá okkara ungdómi hvat tónleiki viðvíkur. Vit skulu tó ikki gloyma tær eldsálir, sum hava roynt at stuðla tónleikaglaða ungdóminum, ein teirra, Karl Anton Klein, sáli arbeiddi í longri tíð at fáa ungdóminum hóskandi umstøður at venja og framføra tónleik. Hesi tingini eru partur av somu søk. Musikkskúlin er sjálvt tað primera grundarlagið undir øllum hinum, og tí má tað vera í lagi. Tað er tað ikki sum er. Tí skal tað vera okkara ráð til politikararnar, bæði lokalt og á landsplani: takið undir við hesum uppskotinum, ið skal koma øllum børnum og ungum í Føroyum til góða. Gott í tykkum at enn ein eldsál, Ólavur Hátún fekk virðisløn fyri sítt ærliga og slóðbrótandi arbeiði til frama fyri tónleikaundirvísingini. Sosialurin Sjálvandi nýggjan musikkskúla Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Viðmerking til oddagrein í Dimmalætting 6. november 2006 Vegna Amnesty International Føroya deild, Margretha Nónklett, samskipari Amnesty International Før­ oya deild harmast stórliga um hugburðin, sum kom til sjóndar í oddagreinini hjá Dimmalætting 6. no­vember 2006, har róð varð framundir, at tað kanska hevði verið best um fyrr­verandi einaræðisharrin í Irak, Saddam Hussein, hevði verið skotin, tá hann varð tikin til fanga, tí so høvdu bæði Irak og um­heim­urin sloppið undan hesum og øllum komandi sakarmálum. Hetta er ein sera óhugna­ lig niðurstøða og stríðir ímóti grundleggjandi manna­ rættindum og fólkaræðisligu meginregluni um, at øll hava rætt til eitt rættvíst sakarmál í samsvar við altjóða standard uttan mun til brotsverk. Tað merkir millum annað forboð móti píning og aðra grimliga viðferð og rættin til eitt rættvíst rættarmál uttan brúk av deyðarevsing. Tá vit tosa um grundleggjandi mannarættindi eru eingin undantøk, heldur ikki um talan er um Saddam Hussein. Hugburðurin hjá Dimma­ lætting máar somuleiðis undan kravinum hjá irakska fólkinum um rættvísi, um at fáa brotsverkini viðgjørd og staðfest í einum sakarmáli. Amnesty International hevði leingi virkað fyri, at Saddam Hussein varð handtikin og settur til svars fyri álvarslig brot á mannarættindi, harundir krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini. Tús­unda­ vís av ofrum frá 30 ára ræðuligari viðferð hava krav uppá, at Saddam Hussein nú endiliga skal standa til svars fyri sínar gerðir. Amnesty er ímóti deyða­ revsing og tí eisini ímóti deyðarevsing fyri Saddam Hussein. At avrætta Saddam Hussein fer ikki at veita fólkinum í Irak rættvísi, men er tvørturímóti við til at rættvísgera ein revs­­ing­­ar­­ hátt, sum tey sjálvi hava mót­­ mælt, at hann hevur brúkt sein­­astu 25 árini. Ster­ kasti mátin at gera upp við fyrr­verandi eina­ræðis­ harran hevði verið at dømt hann lívlanga fongsuls­ revs­ing. Á tann hátt hevði Irak steðgað siðvenjuni hjá Saddam-stýrinum at avrætta mótstøðufólk síni og somuleiðis lagt lunnar undir eina friðarligari sam­ felagsmenning. Verður Sadd­am Hussein avrætt­ aður, fer tað at seta arbeiðið móti deyðarevsing fleiri ár aftur. Vit halda tí, at tað er sera hugstoytt, at oddagreinin í einum av landsins størstu bløðum rør framundir ein hugburð, sum ikki bert talar fyri at gera undantøk, tá tað snýr seg um grundleggjandi mannarættindi, men eisini sær burtur frá týdninginum av einum sakarmáli, sum skal staðfesta, hvat fór fram undir Saddam-stýrinum. Til ber at lesa meira um sakarmálið móti Saddam Hussein á: web.amnesty.org/pages/irq- 061106-news-eng Oddagrein í Dimmalætting 6. nov. 2006