Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 9. november 2006 11 Hin 24. oktober 2006 við­ gjørdi løgtingið uppskot hjá Javnstøðunevndini og nevndini, sum skal virka fyri størri kvinnuleikluti í politikki. Í uppskotinum varð lagt upp til, at ting­ menn skulu víkja sætið á Løgtinginum í nakrar dagar um árið og lata kvinnuligar varalimir koma á ting hesar dagarnar at royna at skapa betri javnstøðu á løgtingi. Uppskotið vakti rættiliga øsing og bangilsi millum fleiri tingmenn og kann ikki væntast at tingmenn, ið eru bangnir fyri øktari kvinnuligari luttøku í lands­ politiskum høpi góðviljað fara at virka fyri øktum kvinnuleikluti á tingi. Onkur glotti var tó, Bill Justinussen, úr Mið­flokk­ inum, var rættiliga kon­ struktivur, tá umræður økt­ um kvinnuleikluti í politikki og hann nevndi - helst eftir útlendskari fyrimynd - at til hvørt løg-tingsval kann veljarin atkvøða fyri einari kvinnu og einum manni. Úttalilsið hjá Bill Justinus­ sen um at velja ein mann og eina kvinnu til hvørt val, er dømi um ný-hugsan og nýbrot tá umræður økta javnstøðu í sambandi við politiskt arbeiði og kundi slíkt uppskot fingið avgerandi og positiva ávirk­ an á støðuna hjá kvinnum í landspolitiskum høpi – um so er tað varð sett í verk. Kjakið í løgtinginum um øktan kvinnuleiklut í poli­ tikki og støðan hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í javnstøðumálum til sama mál, vísir at mótstøðan hjá ávísum løgtingslimum og hjá landsstýrismanninum í javn­støðumálum, móti øktum kvinnuleikluti í lands­poli­tikki, er stór. Sostatt er ikki væntandi, at uppskot hvørs endamál er, at fáa fleiri kvinnur á ting fer at koma frá løg­ tinginum ella frá lands­stýr­ ismanninum í javnstøðu­ málum. Tískil er tað neyð­ ugt at bólkar uttan fyri ting­ gátt streingja á løgmann og politisku skipanina ann­ars, at fáa uppskot lagt á tingborð um broyting av løgtingsvallógini. Upp­ skot, ið er soleiðis háttað, at kvinnur fáa størri møgu­ leika at luttaka í lands­poli­ tikki. (sambært § 1 og § 15 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, kann løgmaður seta fram uppskot til løg­ tingslóg um broyting av løgtingsvallógini, soleiðis at vit í Føroyum fáa eitt meira javnt býtið av løg­ tingssessum millum kvinn­ ur og menn). Vit her í Føroyum eins og ST vita at sera illa stendur til viðv. kvinnuluttøku í landspolitikki í Føroyum. Á heimasíðuni hjá Vinnu­ málaráðnum verður upplýst at javnstøðustovnur undir ST vísir á, at tá umræður javnstøðu millum menn og kvinnur er støðan ikki nøktandi í Føroyum. ST er kunnað um at einans 10% av løgtingslimunum eru kvinnur og at ongin kvinna hevur sæti í Lands- stýrinum. Alt bendir á, at neyðugt er at broyta Løgtingsvallógina, hetta soleiðis at møguleikin at fáa fleiri kvinnur á løg­ ting verður størri. UPPSKOT: viðv. broyting av løgtingsvallógini anno 2006 Uppskot, ið hevði sum enda­ mál at tryggja eitt meira javnt býti av tingsessunum millum menn og kvinnur, kundi innihaldsliga verið á leið soleiðis: Verandi valdømi verða varðveitt. Nýggj vallóg eigur at tryggja, at bæði kyn verða stillað javnt í sambandi við uppstilling til løgtingsval. Hetta kann t.d. tryggjast við at hava áseting í vallógini, ið sigur, at talið á monnum og kvinnum, ið stilla upp til løgtingsval, skal vera eins stórt ella á leið eins stórt t.v.s. (50/50) ella (40/60). Tað vil siga, at sama ella á leið sama tal av kvinnum og monnum skulu vera umboðað á vallistunum til løgtingsval. Reglur annars: § 24 3. stk. í Løgtingsval­lóg­ ini verður broytt soleiðis: ...veljarin setur kross annaðhvørt fyri tí lista, hann ætlar at velja, ella fyri tveimum av valevnunum á hesum sama lista, einum manni og einari kvinnu. Veljarin setur kross við tann av hesum báðum, hann velur sum fyrstvaldan og kross við tann av hesum báðum hann velur sum næstvaldan. Sí talvu 1 Hvør atkvøða fyri listanum telur 1 og skula hesar atkvøður lutast eins millum øll valevnini, sum fáa persónligar atkvøður, á avvarandi lista. Hvør atkvøða sum fyrst­ vald/ur telur 1,1, meðan hvør atkvøða sum næstvald/ ur telur 1 Sí talvu 2 Hetta dømi vísir: at Anfinn Jacobsen hevði verði fyrst­ valdur og Heidi Hansen hevði verði næstvald. Slík skipan hevði borgað fyri, at kvinnur fingu betri møguleika at verða valdar á Føroya Løgting. Uppskotið leggur upp til, at politisku flokkarnir skulu syrgja fyri at stilla upp bæði menn og kvinnur í sambandi við løgtingsval. Uppskotið leggur harumframt upp til, at veljararnir venja seg við at javntstilla menn og kvinnur tá umræður polit­ iska umboðan og venja seg at velja bæði menn og kvinnur at sita fyri leiðslu landsins. Slík broyting av løgtings­ vallógini hevði harumframt verið í trá við Løgtingslóg nr. 52 um javnstøðu millum kvinnur og menn frá 03.05.1994, har tað í 1. parti § 1. stk. 2 verður staðfest, at tað stríðir ikki móti hesi lóg, at tryggjað verður øðrum kyninum ser­ lig rættindi, tá hesi ætlast at náa endamáli lógarinnar. Í javnstøðulógini verður í § 1. stk. 2 viðv. endamáli lógarinnar sagt: § 1. Henda lóg hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn. Í Stk. 2. stendur: tað stríð­ ir kortini ikki móti hesi lóg, at tryggjað verður øðr­ um kyninum serlig rætt­ indi, tá ið hesi ætlast at náa endamáli lógarinnar. (positiv diskriminatión) Eins treytir at stilla upp Politiskir flokkar skulu bera kostnaðin av valstríðnum og eigur ikki at vera loyvt einstaklingum at fíggja valstríð úr egnum lumma – hetta til frama fyri eitt breitt fólkaræði og soleiðis at øll valevni fáa møguleika at stilla upp til somu treytir. Verður slík broyting av løgtingsvallógini framd í verki, verður meiri javnstøða á tingi og vit fáa óivað eitt betri og meira fjølbroytt arbeiðslag í løgtinginum, har áhugamál og evni hjá bæði monnum og kvinnum fáa rúmd - hetta til gagns fyri alt Føroya fólk. Tórshavn, hin 29. oktober 2006 Ingrid S. Henriksen Í samband við orða­skift­­ið, ið hevur verið í sein­­astuni viðvíkjandi møgu­ligum broytingum í revsi­lógini fyri at verja tey homo­ seksuellu móti ágangi, hava mót­støðu­fólk móti lógar­­broyt­­ing­­­un­um fleiri ferð­ir, bæði í les­­ara­­brøv­­um og frá ting­sins røð­ara­palli, drigið pápa okk­ara, Johan Nielsen, upp í kjakið. Bæði við feil­endurgevingum og bein­leiðis ósannindum, hóast hann í meira enn 23 ár hevur ligið undir grønu torvu. Hetta vilja vit systkin - á allar harðligasta hátt - mótmæla. Tí á tann hátt tekna mótstøðufólkini eftir­ tíðini eina rangmynd av pápa okkara, har tey lata hann standa fyri nøkrum meiningum, sum eru bein­ leiðis tað mót­setta av tí, hann præ­dikaði, stóð fyri og trúði uppá, nevniliga kær­ leika, tolsemi og syndanna fyri­geving. Vit ivast tí onga løtu í, at um pápi okkara hevði verið á lívi í dag, hevði hann staðið í fremstu røð millum teirra, ið vilja broyta lógina og á tann hátt verið við til at vart ein veikan bólk í samfelagnum. Ja, vit kunna næstan hoyra hann fyri okk­ um, siga: »Minnist til, at alt tað tit gera móti tí minsta av mínum…« vinarligast Michel Nielsen Jacob Nielsen Ole Nielsen Bjørg Nielsen Jens Nielsen Johan Nielsen hevði viljað vart tey samkyndu!  Tíðindaskriv frá Sjálvstýrisflokkinum Flokkabýtið á Føroya Løg­ tingi gjørdist veruleiki fyri 100 árum síðani, tá breiða samstarvið á tingi endaði. Sjálvstýrisflokkurin gjørd­ ist framhald av Føroy­ inga­felagnum og Føroya Framburðsfelag og hevur síðani alsamt strongt á fyri stigvísum sjálvræði og framburði fyri Føroyar. Mótstøða hevur verið í bæði borð. Øðrumegin vildu summi antin rað­ festa annað hægri, ella litu ikki nóg mikið á tjóðar­viljan. Men eisini á sjálvstýrisvonginum hava nøkur vilja strongt á uttan at tryggja sær, at menning og útbygging stuðlaðu undir sjálvræði. Nú øld er liðin síðani flokkabýtið, hevur leiðin hjá Sjálvstýrisflokkinum sigrað. Allir flokkar taka undir við yvirtøkum stig fyri stig, allir flokkar eru við at tryggja útjavnan, útbúgving og samskifti, ið koma øllum borgarum landsins til góðar. Eins og flokkurin hevur samstarvað við allar hinar flokkarnar á løgtingið, eru eisini øll sjálvstýrissinnaði vælkomin at leggja støð­ ið undir aðru sjálv­stýris­ øldina, ið væntandi førir okkum stigvíst fram til Føroyar sum full­valda rík­ ið við egnari grund­lóg, sjálvbjargni og møgu­ leikum fyri øll. Flokkurin hevur eisini skrivað minnisrit um farnu 100 árini, um uppruna, hugsjónir og avrik floksins, men eyðvitað við serligum atliti til ætlanirnar fyri teimum næstu hundrað, ið uttan iva enn meira fara at vera merkt av hóvligu sjálvbjargnisleiðini. Fríggjamorgunin tann 10. novembur kl. 10.00 bjóðar flokkurin tí  tíð­ inda­fólkum og øðrum til tíðindafund á Parnassinun á Hotel Hafnia. Á tíð­ indafundinum fer for­mað­ urin og tingmaður flokk­ sins, Kári P. Højgaard og onnur at leggja fram minnisritið. Harumframt fer Kári P. Højgaard at kunna um virksemi flokk­ sins, komandi aðalfund og landsfund, sum verð­ ur hildin á Hotel Hafnia leygardagin tann 11. no­vember kl. 09:30 – 15:00. Sjálvstýrisflokkurin fer at hátíðarhalda farnu 100 árini við sjálv­stýris­ politikki við veislu í B36 hús­inum tann 11. no­vemb­ er kl. 19.00 Matskráin verður eitt fjøl­broytt samgonguskjal av øllum góðum og passa­ ligum afturvið. Røður og sangur verða miðsøkjandi, skemtiligar og hóskiliga stuttar. Eftir borðhaldið verður dansað stig fyri stig til tann ljósa morgun. Sjálvstýrisflokkurin 100 ár Broyting av løgtingsvallógini anno 2006 Vit mugu fáa fleiri kvinnur á Føroya Løgting Vallisti # Listin Anfinn Jacobsen fyrst vald/ur næst vald/ur Heidi Hansen fyrst vald/ur næst vald/ur Jóanes Petersen fyrst vald/ur næst vald/ur Lisbet Johannesen fyrst vald/ur næst vald/ur set X fyri fyrstvalda og X fyri næstvalda valevninum atkvøður/stig Tilsamans Anfinn Jacobsen 250 x 1,1= 275 30 x 1 = 30 305 Heidi Hansen 30 x 1,1= 33 240 x 1 = 240 273 Jóanes Petersen 30 x 1,1= 33 20 x 1 = 20 53 Lisbet Johannesen 10 x 1,1= 11 50 x 1 = 50 61 Næst vald/ur/stig Tilsamans NAVN Fyrst vald/ur/stig tilsamans Talva 2 Talva 1