Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 217 - 9. november 2006 Ásla Niclasen, fødd Frýdal, ættað av Velbastað, búsitandi í Keypmannahavn, andaðist 6. november, 92 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin 11. november klokkan 11 úr lítla kapellinum í Vestre Kirkegård. Jústines Sofus Hansen, úr Saltangará, andaðist á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, 89 ára gamal. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík fríggja­ kvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju leygardagin klokkan 13. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin í morgin 10. november. Luther. Sjálvandi ikki komin í álmanakk­ ar­nar sum halgimenni, men dagurin er í luthersku kirkjuni settur sum minningardagur Luthers. Hann varð borin í heim 10. november í 1483 í Eisleben í Týsklandi. Dansk/føroyski rit­ høvundurin Bjarni Åkesson Filholm hev­ur enn einaferð giv­ið eina bók út um skipasøgu. Hesaferð er hann farin 400 ár aftur í tíðina og hev­ur skrivað eina bók um danska skipið »Norske Løve« sum fórst í Lambavík í 1707 Bókaútgáva Tann 4. december 1707 sigldi danska handilsskipið »Norske Løve« úr Keyp­ manna­havn. Túrurin skuldi eftir ætlan vera norður um Skotland, gjøgnum Atlants­ havið suður um »Kap Det Gode Håb« og so víðari til donska hjálandið Trankebar i India. Skipið var lastað við gulli til at keypa kryddurtir og aðrar vørur fyri í Trankebar. Men so langt kom skipið ongantíð. Jóladagarnar í 1707 var eitt ógvusligt ódnarveður í Atlantshavinum. Norske Løve fór av kós og nýggjár­ aft­an tók skipið botn á Lamba­vík í Føroyum. Bókin sigur frá um Norske Løve og dramatisku ferðina í 1707, skipbrotið á Lambavík og tað spennandi torgreiddu bjargingina av manningini, bjargingina av farm­in­ um og sjóforhoyrið í Havn. Rithøvundurin hevur roynt at kanna hvat er at finna av lutum frá Norske Løve í dag. Millum lutirnar frá skipinum er ein klokka í Havnar kirkju frá skipinum, men hvar sjálvt vrakið av skipinum er, er enn ein gáta. »Norske Løve – stolt skib, krank skæbne« er ein áhuga­verd bók og enn ein brikkur í føroyskari søgu og í danskari sjófarts- og hjálandasøgu. Bókin er 136 blaðsíður, og tað er »Forlaget Nautilus«, sum gevur hana út. Bókin er at fáa í bókabúðunum. Søgan um »Norske Løve« komin út í bók Bjarni Åkesson Filholm hevur skrivað bókina »Norske Løve – stolt skib, krank skæbne« Mánadagin 13. november fyllir Thorstein Thomsen í Klaksvìk 75 ár. Thorstein er føddur í Nólsoy tann 13. november 1931. Í 13 ár arbeiddi hann á Borðini, har hann passaði fýrin, og hvønn dag gekk hann teinin millum Borðina og bygdina. Í novembur 1966 flutti hann til Klaksvíkar, har hann giftist við Elin Sofíu Joensen, Elin hjá Skós, sum var einkja eftir Thorleif Joensen. Elin hevði 3 børn í fyrru giftu: Jógvan Páll sum býr í Klaksvík, Siggvard, sum er giftur við Aud, tey eiga 3 børn og búgva í Havn, og Torgunn, sum er gift við Peter, tey eiga eitt barn og búgva í Danmark. Saman eiga Thostein og Elin døturnar Margreth, sum er gift við Róa Vang, og Sigrun, sum er gift við Ingolf Joensen. Tær búgva báðar í Klaksvík. Barnabørnini eru 7 í tali. Í Klaksvík fór Thorstein at arbeiða á Kósini, og var hann har í 32 ár, til hann fór frá í 1998, 67 ára gamal. Dagurin verður hildin fríggjadagin 10. novembur í heiminum á Ziskagøtu 10 frá kl. 19 Thorstein Thomsen 75 ár