Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 9. november 2006 13 Hósdagin var mót­tøka í Müllers Pakk­húsi í Havn, har Musikk­ lærara­felag Føroya almanna­kunngjørdi skitsu­uppskotið til nýggjan musikkskúla í Havn og hvør fekk viður­kenning felagsins fyri 2006 Verkætlan Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Müllers Pakkhúsi í Havn var hósdagin karmur um eina móttøku í sambandi við at Tórshavnar Musikkskúli hev­ur ætlanir um at byggja nýggjan skúla. Sangur og tónleikaframførslur vóru eisini á skránni. Sunleif Rasmussen, for­ maður í Musikklærarafelag Føroya, greiddi frá um verk­ætlanina ið fær stóran týdning fyri framtíðina hjá skúlanum, sum hevur ein bíði­l­­ista upp á langt yvir túsund næmingar. Eingin ivi er um at Musikkskúlanum í Havn tørvar betri hølis­viður­ skiftir. Í 2005 varð eitt álit um nýggjan skúla gjørt av Musikklærarafelag Føroya í samstarvi við Tórshavnar býráð. Síðan hevur Musikk­ lærarafelagið tikið stig til skitsuuppskotið, sum varð lagt fram hósdagin. Nýggi skúlin verður eftir ætlan bygdur á Lützenstrøð, við Gripsveg og Essalág tætt við Eysturskúlan. Eyðun Eliasen frá MAP- arkitektum, sum hava gjørt skitsu-uppskot, greiddi frá um bygningin, sum eftir ætlan verður 2500 fermetrar til víddar, har meginparturin er í tveimum hæddum. Økið uttan um er stórt við góðum parkeringsmøguleikum. Økið er lagt av til m.a. skúla­bygging, og skúlin verð­ur eisini tætt við Eystur­ skúlan. Ein nevnd sum er sett sam­ an av foreldrum at børn­um sum ganga í Mus­ikk­skúl­ an­um, og umboðum frá Musikk­­lær­arafelagnum og býráðnum, kemur at arbeiða víðari við verkætlanini. At enda varð viðurkenning felagsins latin Ólavi Hátún fyri sítt slóðbrótandi ar­ beiði fyri Musikkskúlan og tónleikalívið sum heild. Ólavur hevur verið ein sonn drív­megi, segði Sunleif Ras­ mussen, formaður í Musikk­ lærarafelag Føroya. Í løtuni eru 1600 næmingar á bíðilista til Musikkskúlan í Havn og 742 næmingar ganga á skúlanum. Nýggjur Musikkskúli á Lützenstrøð Sunleif Rasmussen, formaður í Musikklærarafelag Føroya, greiddi frá um verkætlanina ið fær stóran týdning fyri framtíðina hjá skúlanum Ólavur Hátún fekk viðurkenning frá Musikklærarafelag Føroya fyri sítt slóðbrótandi arbeiði fyri Musikkskúlan og tónleikalívið sum heild Eyðun Eliasen frá MAP-arkitektum greiðir frá um bygningin Systkini Konni og Hilmar Kass Jacobsen framføra tónleik og sang Býráðsformaðurin Heðin Mortensen fær skitsuuppskotið um nýggja skúlan handað frá Sunleifi Rasmussen, formanni í Musikklærarafelag Føroya