hósdagur 9. november 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 217 - 9. november 2006
tíðindi
Í annaðkvøld verður
leikurin um Edith
Piaf sýndur fyri
nítjandu og seinastu
ferð. Fyrireikararnir
eru væl nøgdir við
ta stóru undirtøku
leikurin hevur fingið
Sjónleikur
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Myndir: Martin Sirkovsky
Umleið 1300 fólk hava
sæð leikin um Edith Piaf,
sum síðan 14. oktober
hevur verið sýndur í Sjón
leikarhúsinum. Hetta er
umleið so nógvir áskoðarar,
sum fyrireikararnir framm
anundan høvdu vónað, fóru
at koma til leikin.
- Vit hava verið stak væl
nøgd við undirtøkuna, tí
vit lýstu beinanvegin, at
vit fóru at spæla 20 ferðir,
og tað er nokkso nógv í
sjónleika høpi, sigur Odd
vá Nattestad, leiðari í
Sjónleikarhúsinum.
- Vanliga lýsir man við,
at leikurin verður sýndur
nakrar ferðir, og so fær man
at síggja hvussu tað gongur,
greiðir hon frá.
- Hetta var ein roynd
hjá okkum, fyri at fólk
skuldi hava møguleika at
planleggja, nær tey fara
til sjónleik. Tað hevur víst
seg, at vit hava haft sera
nógvar bólkar, bæði frá
virkjum, skúlum og pen
sjónistafeløgum.
Oddvá Nattestad heldur,
at tað hevur virka væl at
haft so nógvar sýningar.
- Vit kundu kanska
haft konsentrerað tað til
nakrar færri sýningar, tí
tað er bert pláss fyri 120
fólkum hvørja ferð. Men
eg haldi, tað er gott, at vit
kunnu gera tilboð til fólk
og bólkar soleiðis, at tey
kunnu planleggja.
Kritikkur og rós
Tey í Sjónleikarhúsinum
eru eisini væl nøgd við
tað, tey hava hoyrt aftur
frá áskoðarunum. Summir
áskoðarar hava sagt, at tey
vóru sera væl nøgd, men
onnur hava sagt, at leikurin
ikki var akkurát soleiðis,
sum tey høvdu væntað.
- Tá fólk hava funnist at,
hevur tað altíð verið nakað,
sum vit kunnu fáa nakað
burturúr. Teirra kritikkur
hevur kunnað givið okkum
íblástur, til tá vit skulu
avgera, hvat vit skulu gera
framyvir,
sigur
Oddvá
Nattestad.
- Tað, sum er áhugavert
við sjónleiki, er tá man
fer á pallin, og tað er eitt
samanspæl millum áskoð
aran og leikararnar. Við
hvørt er tað fantastiskt. Tað
var til dømis ein fantastisk
sýning í gjárkvøldið. Í morg
un fingu vit ein teldupost
frá einum áskoðara, sum
kallar leikin fantastiskan og
takkar fyri upplivilsið.
Krevjandi leikur
Leikurin er ein av teimum
heilt stóru, sum hava verið í
Sjónleikarhúsinum, og av tí
at sjálvur leikurin er heilar
tveir tímar og 20 minuttir,
er hetta ein sera krevjandi
verkætlan.
- Tað krevur at fólk nýta
nógva orku og nógva tíð
uppá tað. Eg haldi at tað
er fantastiskt, at fólk vilja
stilla upp til tað. Vit hava
vant líka síða 24. august, so
tað hevur eisini bundið tey
yvir langa tíð, sigur Oddvá
Nattestad.
- Tað hevur kravt øðiliga
nógv av øllum, sum hava
verið við. Tað hevur ver
ið strævið, men tað hevur
eisini verið øgiliga spenn
andi.
Jytte Joensen í høvuðsleiklutinum sum Edith Piaf
1300 fólk sæð Edith Piaf
Mentanarhúsið á Islandsbrygge stóð
sína roynd
Fitt av fólki var leygarkvøldið komið saman til mótasýningar, eldgykl og tónleik
í Mentanarhúsinum á Islandsbrygge, ið stóð royndina føroyskt konsertstað.
Í nógv ár var Medborgerhuset Gimle á Islandsbrygge fast dansistað fyri
føroyingar, og tiltøkini har savnaðu vanliga 4-500 fólk minst einaferð um
mánaðin. Men eftir at Gimle varð rivið niður og stásiliga Mentanarhúsið á
Islandsbrygge varð bygt ístaðin, hava ikki nógv føroysk tiltøk verið har.
Hølini vóru stásaði væl upp til tiltakið, og vóru sera vælegnaði til tílík tiltøk,
og kunnu við síni góðu plasering gerast eitt fínt alternativ til Føroyahúsið, tá talan
er um størri tiltøk.
Stuðulssending
Útvarpsstøðin Lindin ætlar at fáa sær tveir
sendarar afturat, ein í Hvalba og ein á
Støðlafjali í Eysturoy, so støðin kann røkka
allan Skálafjørðin. Ein tílíkur sendari kostar
á leið 50.000 krónur, og leygarkvøldið
klokkan 19 skipar Lindin fyri einum
stuðulstiltaki, har lurtarar kunnu stuðla
ætlanini við gávum til sendararnar. Lindin
hevur frammanundan átta sendarar kring
landið, og arbeitt verður við at seta tveir
upp afturat.