Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. januar 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ivasamt um breiðbandsinternet loysir seg Føroya Tele ætlar ikki at leypa fram av, nú íslenska fjarskiftis- fyritøkan Lina.net kemur til Føroya at kanna møguleikarnar fyri at veita føroying- um breiðbandsinter- net. Tað loysir seg ikki, sigur Føroya Tele, men TeleF, sum hevur verið í sam- bandi við Lina.net, hevur aðra áskoðan FJARSKIFTI Rúnar Reistrup At íslendska fjarskiftisfyri- tøkan Lina.net í næstum kemur til Føroya at kanna møguleikan fyri at veita sokallað breiðbandsinternet í Føroyum, fær ikki størsta internetveitaran í landinum, Føroya Tele, upp á aftur- beinini. Føroyski internetveitarin metir tað nevniliga vera lítið sannlíkt, at tað fer at loysa seg hjá íslendsku fjar- skiftisfyritøkuni at veita somu loysn í Føroyum, sum fyritøkan júst er farin undir at veita í Reykjavík. Lina.net hevur farnu tvey árini lagt eitt fiburnet um alt Reykjavík og fer nú undir at bjóða reykjavík- ingum at fáa annaðhvørt lagt fiburkaðal inn í stov- una ella at fáa samband við netið ígjøgnum streym- kaðal. Hendan loysnin gevur húsarhaldum møguleika fyri at fáa sera skjótt sam- band við internetið. Loysir seg ikki Í blaðnum í gjár segði stjór- in í Lina.net, Eiríkur Braga- son, at ein av komandi verkætlanunum hjá fyritøk- uni var at kanna, um tað kann loysa seg at veita somu loysn í einum ella fleiri av størru býunum í Føroyum. Men tað kann tað neyvan, sambært Føroya Tele. – Vit hava onkuntíð havt tankan frammi um at leggja fiburnet til dømis um allan høvuðsstaðin og geva við- skiftafólkunum beinleiðis atgongd til tað. Men tá vit so hava roknað eitt sindur upp á tað, er tankin lagdur til viks aftur. Tað hevði eftir okkara meting blivið so dýrt, at vit ikki høvdu fing- ið fólk at keypt tænastuna, sigur Hjallgrím Hentze, tekniskur leiðari á Føroya Tele. Eygleiða við áhuga Men Føroya Tele avskrivar tó ikki møguleikan fyri, at støðan kann, og helst eina- ferð fer, at gerast ein onnur, og hugt verður við áhuga eftir, hvat íslendska fjar- skiftisfyritøkan velur at gera í Føroyum. Størsti føroyski fjarskift- isveitarin hevur tó ongar ætlanir um at fara undir eina kapprenning við Lina.net um at gerast tann fyrsta fyritøkan at bjóða út internetsamband um fibur- net. – Hatta kann Lina.net sleppa at eiga fyri seg sjálv- an fyri fyrst. Um fyritøkan velur at fara til verka í Føroyum, so ætla vit ikki at taka táttin upp eftir henni. Í hvussu er ikki í fyrstu at- løgu, sigur tekniski leiðarin á Føroya Tele. TeleF trýr uppá tað Billy Hansen, stjóri á fjar- skiftisfyritøkuni TeleF, sum um stutta tíð fer at bjóða uppringt internetsamband út, hevur eina aðra áskoðan enn kappingarneytin Før- oya Tele. – Fyri nógvar brúkarar hevur ferðin á internetsam- bandinum mest at siga, og hesir hava einki ímóti at gjalda tvær ferðir so nógv fyri sambandið, um hetta er tvær ferðir so gott. Tí trúgvi eg at tað er ein marknaður her fyri tí slagi av internet- sambandi, sum Lina.net bjóðar í Reykjavík, sigur stjórin á TeleF. Her hugsar hann fyrst og fremst um fyritøkur av ymsum slag. Fyri privata brúkaran kann prísurin væl gerast ov høgur, ásannar stjórin á nýggju fjarskiftis- fyritøkuni. – Men tá tú hevur lagt ein fiburkaðal út til eina fyri- tøku, so kemur hann kan- ska framvið hundrað ella fleiri húsum, og tá nýtist tað ikki at vera so dýrt hjá hesum privatu brúkarunum at knýta seg í netið, sigur Billy Hansen, stjóri á TeleF. Samstarv við kommunu Hann sær soleiðis fyri sær eina loysn, har kaðalar fyrst og fremst verða lagdir út til tær fyritøkur, ið ynskja tað, og at teir internetbrúkarar- nir, ið eru so hepnir at liggja framvið kaðalinum, so fáa møguleika at knýta seg til netið. Harumframt heldur hann at summi íbúð- arøkir í landinum eru væl egnað at leggja ein slíkan kaðal út til. Men at leggja fiburkaðal undir allar veg- irnar mitt í Havnini til dømis, kann skjótt gerast ein dýr og møtumikil søga, ásannar TeleF stjórin. – Men í framtíðini fer eftirspurningurin eftir skjótum internetsambandi at vaksa, og tí fylgja vit gongdini við størsta áhuga. Lina.net er eitt úrslit av samstarvi millum Reykja- víkar kommunu, el-veitar- an og eina telefyritøku, og Billy Hansen sær fyri sær at eitt líknandi samstarv í kundi verið ein møguleiki í onkrum av størri býunum her á landi. Á tann hátt kundi arbeiðið at leggja fiburkaðalar verið gjørt bí- ligari og lættari. Tekniski leiðarin á Føroya Tele er samdur i at eitt slíkt samstarv kann gera kaðalarbeiðið væl bí- ligari, og heldur at hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at tað hevur latið seg gjørt hjá Lina.net at leggja fiburkaðalar um alt Reykja- vík so bíliga, sum tað er gjørt. – Tað verður sagt at tað kostaði 120 milliónir at leggja fiburkaðalar um alt Reykjavík. Tað ljóðar óvan- liga bíligt í mínum oyrum, og tað hevði neyvan latið seg gjørt uttan vælvild frá til dømis Reykjavíkar kommunu, sum er ein av eigarunum av Lina.net, sig- ur Hjallgrím Hentze. TeleF hevur verið í sam- bandi við Lina.net, sum í næstum kemur til Føroya at kunna seg um umstøðurnar. Men sambært stjóranum TeleF, er einki formligt samband millum fyritøkur- nar. Telefeløgini í Føroyum eru ójøvn á máli um tað loysir seg at gera iløgur í breiðbandsinternet, sum millum annað ger tað møguligt at fáa filmar heim í stovuna beinleiðis um internetið. Nr. 14 - 20. januar 2001 3 gult cyan magenta svart 2 Nr. 14 - 20. januar 2001 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Propaganda Tað er altíð gott at fáa konstruktivan kritikk, men eisini er læruríkt, um enn eitt sindur hug- stoytt, at fáa slíkan kri- tikk, sum ein løgtings- limur Tjóðveldisfloksins borðreiddi við í blaðnum í gjár. Propaganda, sum vit her á blaðnum verða løgd undir at føra, er eyðkent við at fara fram í totaliterum londum, har tankaeinsrættan er málið. Propaganda, sum vanliga er statsfíggjað, kann vera úttalilsi, sum at »okkara arbeiðið er fullkomið, mótparturin hevur allan feilin«, »sannleikin er…….«, »Vit gera so og so í mun til onnur sum tiga alt burtur og fjala«. Propa- ganda – søguliga sæð eitt nationalistiskt am- boð - er við øðrum orð- um ein niðurgeran av øðrum fyri at forherliga seg sjálvan ella í øvugt- ari raðfylgju. Propa- ganda ber ikki til uttan sterkan statssensur, eftir- sum kritisk fjølmiðla- viðgerð sær ígjøgnum slíkt. Um t. d. ein statsfíggj- að subjektiv heimasíða innihaldandi politiskar greinar, sum í sær sjálv- um er eitt sera ivasamt tiltak, var einasta loyvda endurgeving av politikk- inum hjá einum stýri utt- an eina konstruktivt krit- iska pressu, so hevði man eina støðu, har øll kundu havt eina mein- ing, so leingi hon var tað sama sum tann hjá stýri- num. Ein forðing hjá polit- iskum einsrættarum er ofta søgan. Fólk minnast tíbetur nøkur ár aftur í tíðina, soleiðis at pol- itiskar eftirrationaliser- ingar einans einsrætta tey ungu, ið ikki sjálv minnast. Tjóðveldisflokkurin hevur víst ein sjáldsam- an mangul uppá sjálv- kritisk evni í hesum val- skeiðnum, og ein ikki minni sjáldsaman og ikki sørt órógvandi tend- ens til at revidera søg- una. Nógv verður tosað um 80’ini og onkur løg- tingslimur úr Tjvfl, ið eftir øllum at døma ikki befattar seg við banalit- etir sum rættartrygd og fyrningarfreistir, hevur tosað um ákæruvald og revsing. Vit loyva okk- um at minna á – og tað kann vera, at onkur fer at rópa ein slíkan upplýs- ing ósakligan – at tann av stóru flokkunum, ið sat longst í Tinganesi í 80’unum, var eingin minni enn sjálvsami Tjóðveldisflokkurin. Vit á Sosialinum eru ikki feilfrí, men ein fjøl- miðil má eftir førimuni royna at lýsa eitt mál frá fleiri síðum, og í summ- um førum stendur orð móti orði, sum til dømis millum Signar á Brúnni og Høgna Hoydal. Í ein- ari sovorðnari støðu er einki annað at gera enn at endurgeva bæði sjón- armiðini so væl sum man kann. Sosialurin fer ikki uttan prógv at kalla ein av mest royndu poli- tikarum í Føroyum fyri lygnara, bert tí at ein av hansara floksfeløgum ó- dokumenterað sigur tað – Sosialurin kann endur- geva viðkomandi, men kann ikki uttan prógv seta seg sum dómara. Føroya mest citeraði maður – eisini í Sosiali- num – má vera varaløg- maður, men tjóðveldis- fólk mugu skilja, at eingin kann monopoli- sera tíðindaflutingin ella sleppa einsamallur at seta dagsskránna fyri tíðindaflutining - ikki í einum demokratiskum samfelag í ár 2001. Sosialurin DAGSINS MEINING Eskild Norðbúð í Klaksvík, sum í dag verður 80 ár, hevur klipt fólki seinastu 60 árini, og hann hevur framvegis salong 80 ár Eyðun Klakstein Í dag verður Eskild Norð- búð í Klaksvík 80 ár, men tað forðar honum ikki í at klippa fólki, soleiðis sum hann hevur gjørt ein stóran part av lívi sínum. Hann hevur framvegis fastar kundar í salongini hjá sær í heiminum Undir Brúnni, og hann ætlar at halda fram, so leingi hann orkar. Hugurin til at arbeiða er framvegis stórur, og prátið gongur lívliga, tá Eskild hevur fólk í salong- ini. Eskild var føddur í Klaksvík í 1921, og hann var fimti í røðini av 11 syst- kjum. Mamma hansara var úr Klaksvík og pápin av Eiði. Í 1939 syrgdi ein mamm- ubeiggi hansara fyri, at hann kom í læru hjá Valde- mar Poulsen í Havn. – Eg ætlaði mær allatíð- ina at læra eitt handverk, men tá mammubeggi mín greiddi mær frá hesum plássinum, mutaði eg í- móti. Eg helt fyri, at eg skuldi hava eina útbúgving, sum eg skuldi kunna liva av, greiðir Eskild frá. Mammubeiggin fekk tó yvirtalað Eskild at fara til Havnar at royna seg, og frá fyrsta degi fekk hann hugin fyri at klippa. Fólk bíðaðu eftir tørni Eskild treivst væl í Havn árini, hann var í læru sum harrafrisør. – Eg var við í ymsum í- trótti og var millum ung- dómin í Havn. Tað dámdi mær sera væl, hóast longs- ulin eisini var heim til Klaksvíkar, sigur Eskild. Tá Eskild var útlærdur í 1943 fór aftur til Klaks- víkar, har hann beinanvegin fór at arbeiða. Hann lat upp egna salong í 1943, og hann hevur framvegis slíka. Fyrstu tvey árini hevði hann salong í Akursmørk, síðandi flutti hann í Víkarn- ar, og í 1948 flutti hann í hølini heimi við Sandin, har hann klipti fram til 1989. – Nú ringja fólk til mín og avtala tíð, tá tey skulu koma, men fyrr komu fólk inn, og so sótu tey og bíð- aðu til ta_ var teirra tørn. Tað var mangan, at tað vóru nógv fólk inni, og summi bíðaðu leingi, greiðir Eskild frá. Sjómenn um kvøldið Hann klipti dreingjum og monnum, og gentur vórðu eisini kliptar hjá honum til tær komu upp í tannáringa- árini. Eskild minnist, at hann plagdi við hvørt at klippa sjómonnum, sum komu heim, um kvøldarnar. – Vanliga lótu vit upp og aftur stundisliga, men eg hevði latið sjómenninar vita, at komu teir aftur um kvøldið, og skuldu kanska heim á bygd morgunin eftir, so skuldi eg klippa teimum, sigur Eskild. – Og tað kom meira enn so fyri, at eg klipti eini 10- 15 sjómonnum okkurt kvøldið, so teir kundu fara hampulig heim dagin eftir. Dámt væl øll árini Eskild hevði fleiri lærling- ar, og ein av teimum var sonurin Anfinn. Teir ar- beiddu saman í salongini við Klaksvíksvegin, og eitt skifti stóð Anfinn fyri sal- ongini. Men tá hann gavst í síðst í áttatiárunum, fekk Eskild sær salong í húsunum Und- ir Brúnni, har hann var far- in at búgva. Tað er framvegis her, hann býr, og í kjallaranum hevur hann salong, har fólk koma dagliga. – Nú eru tað mest eldri menn, sum koma at klippa sær hjá mær. Teir plaga at ringja til mín og spyrja, um eg klippi enn. Eg svari, at sjálvandi geri eg tað – hví skuldi eg ikki tað. – Mær hevur dámt væl arbeiðið øll árini, og mær dámar tað framvegis. Tað er hugaligt at hava við fólk at gera, at klippa teimum og at fáa eitt gott prát. Tað ætli eg mær at halda fram við, sigur Eskild. Børn og abbabørn Eskild er bæði lættur á fótum og lættur í sinni, hóast hann nú hevur ein høgan rundan dag. Hann hevur seinastu 11 árini verið einkjumaður, eftir at kona hansara, Poulina, sum var av Sandi, doyði. Tey vóru gift í 43 ár. Eskild eigur tríggjar synir – Jógvan, Sjúrður og Anfinn. – og abbabørnini eru 9 í tali. Eskild fylgir væl við í tí, sum fer fram í samfelag- num, og fótbólti dámar honum sera væl at hyggja eftir. Hann er fastur fúsur við vøllin í Djúpumýri, tá KÍ spælir. Eskild heldur føðingar- dagin í Havn saman við teimum nærmastu. 80 ára gamli Eskild klippir enn Okkara elskaða mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma Anna Sofía Jacobsen andaðist í heiminum 17. januar 2001 100 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Ebenezer sunnudagin kl. 14.00 Familjunnar vegna Thurid Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum, sum sýndu samkenslu tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Soffy Mikkelsen andaðist og varð jarðað.Tøkk til tykkum, sum hjálptu til í samband við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. fyri tey avvarandi Emmely og Carl