leygardagur 20. januar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eingin føroyingur
hevur arbeitt meiri
við at gera føroyskar
bókmentir kendar
uttanlands enn Ebba
Hentze. Mentamála-
stýrið hevur heiðrað
Ebbu Hentze við
sømdargávu sum eina
viðurkenning fyri
týdningin, hon hevur
fyri føroyska mentan
og list
Turið Kjølbro
Hon hevur altíð arbeitt fyri
at gera føroyskar bókmentir
kendar uttan fyri Føroyar,
hevur týtt nógv stór føroysk
verk til danskt, sjálv funnið
áhugað forløg at gevi
týðingar út, umframt týtt
eina ørgrynnu av enskum,
týskum,
svenskum
og
norskum bókum til danskt.
Seinasta verkið, hon hevur
týtt
úr
føroyskum,
er
skaldsøgan hjá Oddvør
Johansen, Í morgin er aftur
ein dagur, ið er innstillað til
Norðurlendsku Bókmenta-
virðislønina. Millum avrik-
ini teljast eisini fleiri barna-
bøkur, hon hevur skrivað.
Nakað av tí mest hugtak-
andi og besta, ið er skrivað
á donskum og føroyskum -
bøkurnar um Antoniu.
Og loksins fær hon eitt
herðaklapp. Í síðstu viku
heiðraði landsstýrismaður-
in í mentamálum, Tórbjørn
Jacobsen, Ebbu Hentze við
serstakari sømdargávu frá
Mentamálastýrinum. Skipað
varð í hesum sambandi fyri
móttøku í Tinganesi, har
landsstýrismaðurin
í
mentamálum,
handaði
henni
heiðursbræv
og
sømdargávu. Í tøkum tíma,
vilja nógv vera við, tí Ebba
Hentze er ikki von at fáa
herðaklapp í Føroyum.
Í heiðursbrævinum verð-
ur sagt, at sømdargávan
verður latin í takksemi fyri
hennara
bókmentaligu
avrik sum rithøvundur og
sum týðari og sum ein
viðurkenning av tí stóra
týdningi, sum Ebba Hentze
í virksemi sínum hevur havt
fyri føroyska mentan og list
eins og fyri føroyskar
yrkjarar og rithøvundar.
- Eg eri ógvuliga glað
fyri heiðursbrævið, sum er
eitt herðaklapp fyri arbeið-
ið eg geri. Vit høvdu ein
ógvuliga góðan dag, og
nógv góð orð vórðu søgd,
sigur Ebba Hentze í stuttari
viðmerking.
Sum
ung
fór
Ebba
Hentze av landinum, og
heimkomin aftur tók hon
upp aftur bókmentaliga
starv sítt. Millum annað
hetta nam Tórbjørn Jacob-
sen, landsstýrismaður, við í
røðu síni fyri Ebbu Hentze
á móttøkuni.
- Tú fall væl til í heim-
landinum aftur, og skjótt
gjørdist tú ein eyðkendur
partur av miðbýarmyndini -
eitt sindur mystisk og
loyndarfull, ein spennandi
persónur,
sum
setti
fantasiin í sving hjá Havn-
arfólki. Tú vann tær skjótt
virðing millum tey, sum
komu at kenna teg, fyri tína
stóru vitan um samfelag,
mentan og list, tín bók-
mentakunnleika
og
títt
hvassa intellekt. Men við
hvørt man tað hava verið
trongt fyri andanum og so
leitaði tú út í Verðina fyri at
fáa luft. Eg vóni, at tú
framvegis fer at vera
virkin innan tað øki, har
tú hevur virkað alt títt lív, til
gleði og gagn fyri øll, sum
lesa bøkur og sum eru
góðar við bókmentir.
Ebba Hentze heiðrað
- Eg eri ógvuliga glað fyri heiðursbrævið, sum eg meti sum eitt
herðaklapp, sigur Ebba Hentze
Arbeiðið at gera
Autistaheimið í
Klaksvík liðugt er
seinkað nakrar
mánaðir
BÚSTOVNUR
Turið Kjølbro
Heldur tíðarætlanin stendur
nýggi
bústovnurin
fyri
autistar og menningar-
tarnað í Klaksvík liðugur í
september í ár. Arbeiðið er
seinkað nakrar mánaðir, tí í
heyst fóru húsini í eini ódn.
Tey vóru tá akkurát reist.
Allur viðurin varð oyði-
lagdur og nýggjur mátti
bíleggjast. Byggiharrarnir
hava nú bundið um heilan
fingur og innilokað ta lon-
ina, sum nú er reist aftur.
Húsini, sum standa beint
við síðuna av Dáanum, ið er
umlættingarheim fyri menn-
ingartarnað, verða góðar 500
fermetrar í tveimum lonum
við millumbygningi. Onnur
lonin verður til autistar og hin
til menningartarnað. Í ovaru
hædd vera 8 íbúðir, harav 4
íbúðir eru til autistar. Í
millumbygninginum vera
skrivstovur og annað. Ætl-
anin er seinni at innrætta
tvær íbúðir til menningar-
tarnað í kjallaranum, men
enn er fígging ikki fingin
til endamálið.
Bústovnurin, ið er ein
landsstovnur, kostar um 7
mió. kr., tá innrættingin av
kjallaranum ikki er tikin
við. Peningur er settur av til
endamálið í trimum løg-
tingsfíggjarætlanum.
- Vit hava bara merkt
vælvild frá landsstýris-
kvinnuni í almanna- og
heilsumálum
viðvíkandi
stovninum, sigur Stein-
bjørn Jacobsen, borgar-
stjóri í Klaksvík.
Autistar í Norðoyggjum
fingu fyri sløkum tveimum
árum síðani eitt fyribils
heim í einum fyrrverandi
læknahúsum.
- Teimum dámar ógvu-
liga væl har, og gott er, at
starvsfólkini hava nakrar
royndir, áðrenn tey flyta í
nýggja heimið, sigur Stein-
bjørn Jacobsen.
Tørvur hevur leingi verið
á bústovni fyri menningar-
tarnað í Norðoyggjum.
Kortini fáa ikki øll áhugað
pláss, tá nýggi stovnurin
letur upp.
Bústovnurin fyri autistar og menningartarnað er nú reistur aftur
Mynd: Eyðun Klakkstein
Autistaheimið endurreist
Nr. 14 - 20. januar 2001
5
4
Nr. 14 - 20. januar 2001
gult cyan magenta svart
Vit hava onga ætlan
fyri, hvussu vit skulu
bera okkum at, um
ein størri vanlukka
rakar føroysku
alivinnuna, enn tann,
sum rakti Alilaks í
fjør
TILBÚGVING
Edvard Joensen
400 tons av laskaslogvi
standa á ellivta mánað og
bíða eftir at verða koyrd
burtur. Men tað er sera
trupult, tí brennistøðin hjá
IRF orkar ikki at brenna
undan.
Varð sjúkan staðfest í
einum øki, har alistøðirnar
vóru tættari enn á Fugla-
firði, stóðu vit rættiliga við
skegginum í postkassanum.
Eingin ætlan er fyri,
hvussu vit kunnu taka í
móti tí sjúka fiskinum, tí-
ansheldur at fáa hann burt-
urbeindan.
Vestsalmon, sum eigur
alistøðina á Fuglafirði,
hevur sjálvt leigað tangar at
koyra deyða fiskin í. Og tað
var heldur einki lætt at
finna eitt stað at seta teir á,
sigur Frímund Hansen,
stjóri á Vestsalmon.
Av
Oljumálastýrinum,
har umhvørvismál eisini
verða umsitin, váttar Rókur
Tummasarson, at eingin
ætlan er fyri, hvussu vit
skulu bera okkum at í slík-
um førum. Og hann sigur
eisini, at hann veit einki
um, at nøkur slík er á veg
heldur.
Um støðuna á Leirvíks-
vegnum í dag sigur hann, at
hatta var bara ein neyð-
loysn, men váttar, at enn
eru eingi útlit fyri eini
endaligari loysn, um ein
slík vanlukka, sum tann á
Fuglafirði, rakar okkum
aftur. Og tað kann jú verða
nær sum helst.
Hann vísir annars til aðr-
ar
myndugleikar,
sum
kunnu taka sær av eini slík-
ari ætlan.
Sosialurin hevur roynt at
fingið orð á landsdjóra-
læknan. Men tað eydnaðist
ikki, áðrenn evstamark.
Heldur ikki Eyðun Eltør,
landsstýrismann við um-
hvørvismálum, ella Bjarna
Djurholm, landsstýrismann
við vinnumálum, eydnaðist
at fáa orð á, áðrenn evsta-
mark.
Ætlanin var at spyrja teir,
hvat verður gjørt við málið,
og um arbeitt verður við
eini tilbúgvingarætlan.
Hinvegin upplýsir Frí-
mund Hansen, stjóri á Vest-
salmon, fyri Sosialinum, at
vinnan sjálv er farin undir
at finna eina skipan, sum
kann loysa tann trupulleik-
an, sum verður, um slíkt
hendir aftur.
Frímund Hansen situr
sjálvur í ein um arbeiðs-
bólki, har millum aðrar al-
arar, fóðurframleiðarar og
nevndin í Havbúnaðarfel-
agnum eru umboðað.
Bólkurin arbeiðir við at
lýsa støðuna, kanna tørvin
og fáa eina móttøku upp at
standa, sum kann taka í
móti sjúkum fiski, um so-
leiðis vil til einaferð aftur.
Eisini verður arbeitt við
at finna fram til, hvat sjúk-
ur fiskur møguliga kann
brúkast til.
Tað er soleiðis, at sjúkan
kann steriliserast, greiðir
Frímund Hansen frá. Men
tað er ein trupul prosess at
fara ígjøgnum. Fiskurin
skal hitast upp til 133 stig
undir trýsti, sum skal vera
20 bar.
Frímund Hansen sigur, at
hann regluliga kannar tang-
arnar á Leirvíksvegnum.
Teir eru í góðum standi,
sigur hann, og eingin vandi
er fyri, at teir til dømis
skulu fara at leka. Eisini
eru teir væl merktir, soleiðs
at teir ikki eru til ampa fyri
ferðsluna á vegnum.
Men støðan er í dag tann,
at Vestsalmon framvegis
stendur einsamalt við allari
ábyrgdini av teirri vanlukk-
uni, sum rakti alistøðina á
Fuglafirði fyri næstan ein-
um ári síðan.
Tað standa 17 tangar
við laksaslógvi á
gamla Leirvíksvegn-
um. Hetta eru leivd-
irnar av fiskinum,
sum tikin varð, tá ILA
sjúkan rakti alistøð-
ina Alilaks í Fugla-
firði seinasta vár, sum
enn ikki eru burtur-
beindar
UMHVØRVISMÁL
Edvard Joensen
Vit hava onga ætlan fyri,
hvussu vit í Føroyum skulu
sleppa av við deyðan fisk,
sum ikki kann seljast. Og er
talan um sjúkan fisk, kann
hann heldur ikki sendast av
landinum at beinast burtur.
Laksurin, sum varð tikin á
Fuglafirði í mars mánað í
fjør, er enn ikki endaliga
burturbeindur, tí brenni-
støðin hjá IRF orkar ikki at
brenna meira enn eitt tons
um samdøgurði.
Í mars mánað í fjør varð
ILA. sjúka staðfest í ali-
ringum hjá Alilaksi í Fugla-
firði, og boðini vóru at taka
fiskin, sum sjúkur var, og
forkoma honum. Gjørt varð
eftir boðunum, men trupul-
leikin var bara, at onga-
staðni var at koyra fiskin
uttan til brennistøðina hjá
IRF í Leirvík.
Men her var so ein annar
trupulleiki, sum ikki er so
lítil heldur. Fiskur er ikki
tað besta brennievnið, og
hesin aldi laksurin er
kanska serliga ringur at
brenna. Brennistøðin klárar
ikki at brenna meira enn
eitt tons um samdøgurði
ella tá umstøður eru til tað.
Nú skjótt eitt ár er liðið,
síðan fiskurin varð tikin,
stendur framvegis knapp-
liga helvtin eftir á gamla
Leirvíksvegnum og bíðar
eftir at sleppa í ovnin.
Frímund Hansen, stjóri á
Vestsalmon í Kollafirði,
sum eigur alistøðina Ali-
laks í Fuglafirði, sigur, at í
teimum 17 tangunum, sum
enn standa eftir, eru umleið
400 tons, meðan samlaða
nøgdin, tikin var til burtur-
beiningar, lá um 1.000 tons.
Tað var einki minni enn
ein vanlukka, sum rakti ali-
støðina. Tað kostaði felagn-
um einastaðni millum 17
og 20 milliónir krónur, Og
enn er einki avgjørt, um
nakað endurgjald yvirhøvur
fæst fyri missin. Var talan
um ein lítlan alara, spann
ikki í honum eftir ein so-
vorðnan umgang, sigur
Frímund Hansen.
Tað vóru 957.000 fiskar í
ringunum, og av teimum
kom bara ein fjórðingur til
sættis.
Eitt er, sigur Frímund
Hansen, at felagið missir
alt tað, sum fiskurin skuldi
verðið seldur fyri. Men teir
skulu so saniliga eisini
gjalda fyri at forkoma tí,
sum ikki kann seljast, hóast
tað er teimum álagt frá
myndugleikunum.
Tað kostar Vestsalmon
770 krónur fyri rúmmeturin
at brenna hetta slógvið.
Umframt
leiga
teir
tangarnar, sum slógvið
verður goymt í, fyri 15
dollarar um dagin fyri
hvønn.
– So tað sigur seg sjálvt,
sigur hann, at tað verður til
pengar. Sjálvandi standa
ikki allir tangarnir alla
tíðina, men tann, sum
seinast verður tømdur, fer
at kosta nógvar dollarar
tilsamans.
IRF roknar við, at tann
seinasti tangin er tømdur
einaferð í oktober ella so.
Og tá hevur brenningin
tikið meira enn hálvtannað
ár.
Frímund Hansen, stjóri á
Vestsalmon, sigur, at teir
hava roynt at sleppa av við
hetta slógvið uttanlands.
Men har verður sagt bums
nei at taka ímóti.
Annars hava danir verið
sera beinasamir, tá talan
hevur verið um at tikið í
móti slógvi. Teir hava eitt
nú brúkt tað til at gera
biogass av. Tó hevur her
verið talan um slógv frá
frískum fiski.
Men nú er sjúka staðfest,
og so vilja teir ikki vera
við, sigur Frímund Hansen.
Hann sigur, at tað fer
heldur ikki at hjálpa, hóast
nýggja avtalan við ES nú
kemur í gildi.
Har er ein áseting um, at
tað ber ikki til at flyta
ímillum øki, har tað økið,
flutt verður frá, er verri fyri
við sjúkum, enn tað, flutt
verður til. Og í hesum
førinum hava vit sjúkuna í
Føroyum.
Um støðuna á Fuglafirði
í
dag
sigur
Frímund
Hansen, at teir hava síl í
ringunum. Teimum bilar
einki. Tað vóru síl í onkrum
ringum, meðan laksurin
eisini gekk har, og tey
gjørdust ongantíð sjúk.
Standa á berajólum
Sjúkt slógv á Leirvíksvegnum
Leivdirnar av laksinum, sum raktur varð av ILA sjúkuni seinasta vár, standa framvegis í tangum á gamla Leirvíksvegnum og
bíða eftir at verða brendar
Mynd: Edvard Joensen
Alarar noyðast sjálvir at beina sjúkan fisk burtur, um ein vanlukka sum tann á Fuglafirði í fjør
rakar alibrúkini
Tilvildarlig savnsmynd