Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. januar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eingin ætlan er um at gera ábøtur á Fossábrúnna í Vestmanna, so hon verður trygg at ferðast eftir hjá fólki og bilum FYRISPURNINGUR Magnus Dam Hóast hon er bygd í tríati- árunum og ikki er ætlað ferðsluni, sum er í dag, so er eingin ætlan um at breiðka Fossábrúnna í Vest- manna. Brúgvin er nóg góð sum er, heldur landsstýris- maðurin í samferðslumál- um, Bjarni Djurholm. Jógvan Durhuus, løg- tingsmaður, hevur í einum fyrispurningi til lands- stýrismannin spurt, nær brúgvin verður breiðkað og gongubreyt gjørd fram við vegnum frá brúnni og inn í bygdina. Jógvan Durhuus vísir á, at brúgvin er sera smøl og vandamikil hjá fólki, sum skulu til gongu eftir brúnni. Nógv ferðsla er á brúnni, og ikki er óvan- ligt at síggja fólk noyðast at skora seg upp móti rekk- verkinum, tá akfør koyra eftir brúnni, sigur tingmað- urin í viðmerkingunum. Brúgvin er landsvegur og sostatt ábyrgdin hjá Lands- stýrinum. Skal hon breiðk- ast, er tað landsstýrismað- urin, sum skal taka avgerð um tað. Men tað hevur lands- stýrismaðurin onga ætlan um, sæst í svarinum til Jógvan Durhuus. Eingin peningur er settur av til ábøtur á brúnna, og skal hon breiðkast, má Løgting- ið játta neyðuga peningin. Landsverkfrøðingurin metir, at tað fer at kosta 1,2 milliónir krónur at gera gongubreyt við síðuna av brúnni og fram við vegnum inn í bygdina. Brúgvin sjálv eigur ikki at verða broytt, tí hon er gomul og vøkur, laðað úr gróti, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin er samdur í, at brúgvin ikki er egnað til fólk, sum eru til gongu, men hann heldur ikki, at hon beinleiðis er ein fløskuhálsur fyri ferðsluna á vegastrekkinum. Men verður vegurin inn móti bygdini breiðkaður, so eig- ur spurningurin um møgu- liga at breiðka brúnna at verða viðgjørdur av nýggj- um, sigur landsstýrismað- urin. Saman við hinum londunum í útnorði skulu Føroyar geva norðurlendska sam- starvinum eina salt- vatnsinnsprøning, sigur Høgni Hoydal í frágreiðing um norð- urlendska samstarv- ið. Aðalorðaskifti verður um norður- landamál í næstum NORÐURLANDAMÁL Magnus Dam - Eftir mínum tykki er tað púra skeiv tat siga, at norð- urlensk samstarv bert er ein kaffiklubbur, har einki kemur á skaftið. Soleiðis tekur Høgni Hoydal til í frágreiðingini um norður- landamál, sum hann legði fyri Løgtingið hósdagin. Orsøkin til frágreiðing- ina er, at Løgtingið í næst- um skal hava aðalorða- skiftið um framtíðar norð- urlendska samstarvið. Tann sonevnda vísmannafrá- greiðingin um norðurlend- skt samstarv frameftir mæl- ir til stórar broytingar í norðurlendska samstarvi- num, og frágreiðingin verð- ur støðið undir aðalorða- skiftinum í Løgtinginum. Høgni Hoydal staðfestir í sínari frágreiðing, at gongdin í ES, Baltalondu- num og Russlandi tykist fáa alt størri pláss í politiska huganum hjá teimum størru norðurlondunum. Samstundis tykist sam- starvið millum Ísland, Grønland og Føroyar og eisini Norra, sum ikki er við í ES, at styrkna. Vandi er fyri, at norður- lendskt samstarv brotnar av um tvøran, har ES-londini draga ein veg, meðan út- norðurlondini saman við Norra draga ein annan veg, sigur Høgni Hoydal. Hann leggur afturat, at tað tí er neyðugt, at útnorðurlondini geva norðurlendska sam- starvinum eina saltvatns- innspræning. Fruktagott samstarv Høgni Hoydal heldur, at Føroyar og hini norður- londini hava fingið nógv burturúr norðurlendska samstarvinum. Gott sam- starv er á mentanarliga øki- num, politikkarar, stovnar og feløg samstarva og fáa nógv vitan hvør frá øðrum, sáttmálar eru gjørdir mill- um londini, sum tryggja borgarunum góð rættindi, sama hvørjum landi, teir búgva í ella ferðast til. - Norðurlendska sam- starvið er okkara besta portur út í heim, og kann enntá geva okkum allar teir fyrimunir, ið vit halda okk- um fáa í danska ríkinum, sigur landsstýrismaðurin í norðurlandamálum. Høgni Hoydal heldur, at Føroyar, Ísland, Grønland og Norra eiga at draga norðurlendska samstarvið í ein vstan, útnyrðin og norð- an og samstarva meira við londini har. Samstarvið millum londini í Norðurat- lantshavi kann gerast ein verulig styrki mótvegis ES og mótvegis gjónni, sum tykist vera millum norður- lond. Gera Føroyar sjónligari Landsstýrið hevur sett sær fyri, gera Føroyar sjónligari í norðurlendska samstarvi- num komandi árini. Føroy- ar skulu hava sjálvstøðugan limaskap og gjalda sjálvi. Sum er, hava Føroyar, Grønland og Áland ikki sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Sum ítøkilig mál hevur landsstýrið milllum annað seg sær at fáa sett pening av á fíggjarlógini til norður- landamál, at samskipa kunningina um norður- lendskt samstarv í Føroyum við serligum denti á ung- dómsarbeiði og at styrkja um samstarvið millum londini í útnorðri og Norð- uratlantshavinum. Nógv av hesum, sum Landsstýrið hevur sett sær sum mál, samsvarar við til- mælini í vísmannafrágreið- ingini, og Høgni Hoydal heldur, at Føroyar eiga at stuðla høvuðstonkunum í vísmannafrágreiðingini, sum mælir til, at umskipa og styrkja um samtarvið í Norð- urlandaráðnum. Tað er ikki greitt enn, nær Løgtingið fer at hava aðal- orðaskifti um norðurlanda- mál. Fossabrúgvin verður ikki breiðkað Norðurlandasamstarvið eingin kaffiklubbur Petur Prent í Smiðjuni Í gjár lat gøtumaðurin Petur Mikkelsen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hann sýnir fram slíkt, ið hann minnist frá upp- vøkstrinum í Syðrugøtu. – Tað er serliga brimið, ið hevur fasinerað meg, sigur Petur Prent, sum leggur dent á, at alt er málað eftir minninum – einki málað eftir mynd. Framsýningin er opin frá 15-19 og er opin til týsdagin. Nr. 14 - 20. januar 2001 7 6 Nr. 14 - 20. januar 2001 Adidas gangiskógvar børn 299,- 199,- Adidas renniskógvar 799,- 399,- Adidas gangiskógvar 599,- 399,- Adidas barnaskógvar 449,- 199,- Nike barnaskógvar 449,- 199,- Adidas babyjogger 249,- 150,- Puma hettutroyggja 399,- 199,- Adidas hettutroyggja 399,- 150,- Adidas pant 299,- 100,- Firefly blusa 199,- 100,- Adidas polyesterdrakt 499,- 299,- Taskir Color Kids 199,- 99,- Fyrr Nú og mong onnur góð tilboð Útsølan byrjar mánadagin 22. januar kl. 10.00 ÍTRÓTTUR Á GLYVRUM Tel. 44 73 99 ÍTRÓTTUR Á GLYVRUM Tel. 44 73 99 Formaðurin í siðseminevnd heldur, at myndugleikarnir sum skjótast skulu seta á stovn ein føroy- ska biobanka, har allar upplýsingar frá føroyskari gengran- sking og aðrari mannagransking verður savnað. Soleiðis sleppa vit undan, at alt tilfarið verður sent av landi- num og síðani fyri- beint GRANSKING Stefan í Skorini Føroyingar skulu sjálvir varðveita og granska í genunum hjá føroyingum. Tíðin er komin, at lands- myndugleikarnir seta á stovn ein granskingardepil í Føroyum, har til ber at fara undir alt slag av mannagransking. Soleiðis slepst undan tí óhepnu støðu sum nú er, at øll gransking av føroyskum genum verður gjørd uttan- lands. Hetta heldur Høgni Djur- huus, sum seinasta árið hev- ur verið formaður í Vísinda- siðseminevnd Føroya. Tað skilst, at Almanna- og Heilsumálastýrið ar- beiðir við málinum í løtuni, men enn er einki ítøkiligt komið fram haðani. Høgni Djurhuus sigur, at siðseminevndin hevur fleiri ferðir gjørt landsmyndug- leikunum vart við, at neyð- ugt er at arbeiða fram ímóti einum føroyskum bio- banka, har alt mannalív- frøðiligt evni kann savnast. Høgni sær onga forðing fyri, at slíkur banki kann setast á stovn í Føroyum, men tað er uppgávan hjá landsstýrinum at seta hetta í verk. Sum nú er, verður alt slíkt tilfar forkomið, eftir at granskarar hava brúkt til- farið í sínum arbeiði. Óheppið Fortreytirnar fyri gen- gransking í Føroyum eru, at tey neyðugu tólini eru til taks hjá granskarum. Eingi slík tól eru í Føroyum í løt- uni, og tað hevur við sær, at um granskarar ætla sær at granska gen hjá føroying- um, so mugu teir uttanlands at gera arbeiðið. Høgni Djurhuus sær vansar við hesum. – Tað er ein vansi við, at granskarar mugu út um landoddarnar at kanna føroysk gen. Tað er sera óheppið, men neyðugt í løt- uni, tí vit hava ikki tól til endamálið. Tí heldur Høgni Djur- huus, at vit sum skjótast skulu seta á stovn ein føroyska data- og biobanka. Har skulu allar upplýsingar og kanningarúrslit verða goymd undir føroyskari lóggávu. Siðseminevndin tekur í løtuni støðu til einstakar umsóknir frá granskarum so hvørt. Genkanningarnar verða gjørdar uttanlands, og blóðroyndirnar verða síðani fyribeindar. Lógin er nøktandi Í Føroyum hava vit onga einstaka lóg, sum bara fevnir um gengransking. Fyri einum ári síðani var lóg samtykt í løgtinginum, sum fevndi um alla manna- gransking yvirhøvur. Hetta var ein donsk lóg, sum varð lagað til føroysk viður- skifti. – Vit hava í Føroyum sera strangar reglar viðvíkjandi gengransking, og eg haldi, at granskarar hava nóg góð- ar og greiðar karmar at virka undir. So leingi teir halda seg til galdandi lóg, sigur Høgni Djurhuus. Høgni Djurhuus heldur, at vit eiga at granska í gen- um, tí tað týdningurin av hesum granskingarúrslitum kann vera stórur. – Tað, sum vit vinna við at hava granskingina í Føroyum, er, at vit fáa eitt granskingarumhvørvi í Føroyum. Upplýsingarnar frá hesum granskingum eru eisini tryggari, um vit ansa eftir teimum her. Tað harmar eisini nevnd- ina, at granskarar ikki sleppa til verka, tá nevndin hevur givið loyvi, tí lands- myndugleikarnir ikki hava greiðar reglur um, hvussu granskingartilfeingið innan mannalívfrøðigliga gransk- ing í Føroyum skal hand- farast. Fíggjarligi vinningurin Nógvur peningurin er gengranskingini, og tí er eisini umráðandi, at Føroya land fær ágóðan av tí pen- ingaliga vinningi, sum er at fáa. Siðseminevndin heitir tí á landsmyndugleikarnar um at hava í huga, at møgu- ligur fíggjarligur ágóði kemur landi ella viðkom- andi stovni til góðar. Nevndin vónar eisini, at Almanna- og Heilsumála- stýrið skjótt kann koma við einum úrsliti av teirra arbeiði á hesum økinum. Tí sum er minkar áhugin mill- um granskarar at arbeiða her. Høgni Djurhuus, formaður í Siðseminevndini: – Alneyðugt við føroyskum biobanka beinanvegin Høgni Djurhuus, formaður í siðseminevndini, heitir á lands- stýrið um at seta á stovn ein føroyska biobanka og ein gransk- ingardepil, so at vit í Føroyum kunnu fara undir gengransking E l d i n g SMS - Tel 319697 • Saltangará - Tel 449697 • Klaksvík - Tel 479697 LÆRUPLÁSS Í ELDING • LÆRUPLÁSS Í ELDING Lærlingur til Elding í Tórshavn Elding søkir eftir lærlingi til hvítvørudeildina í handlinum í SMS at byrja beinanvegin Elding er førandi innan sølu av hvítvørum, tónleikatólum, radio- og sjónvarpstólum og øðrum el-tólum. Vit bjóða tær eitt áhugavert lærupláss í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi. Tú ert ágrýtin og hevur hug og hegni til at veita kundum okkara eina góða tænastu. Tað er ein treyt, at tú hevur FHS ella HH. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan 1. februar 2001 og skal sendast til: Elding í SMS Postboks 1289 110 Tórshavn Aðalfundur Aðalfundur felagsins verður í VB-húsinum mána- dagin 5. februar 2001 kl. 18.00. Skrá smbrt. grein 6 í viðtøkum felagsins. Mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, eiga skrivliga at verða starvsnevndini í hendi í minsta lagi 8 dagar frammanundan. Vágs Bóltfelag