hósdagur 9. november 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 9. november 2006
23
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
Stutt sagt
Grønar
lendingar
Sum tað fyrsta í heim
inum hevur skandinaviska
flogfelagið SAS sett sær
fyri at brúka umhvørv
isvinarligar ella grønar
lendingar, sum skulu hava
við sær, at CO2-útlátið
verður skert munandi. Ein
nýggj samskiftisskipan skal
gera, at flogførini kunnu
sveima niður og inn ímóti
flogvøllinum, soleiðis at
tey næstan kunnu sløkkja
motorarnar. SAS vónar at
spara 100 kilo av brennievni
fyri hvørja grøna lending,
og CO2-útlátið verður
umleið 300 kilo minni
fyri hvørja lending enn nú.
Tað eru svenska deildin
hjá SAS, svensku loft
ferðslumyndugleikarnir
og
flogverksmiðjurnar
Boeing og Airbus, sum
samstarva um ætlanina,
skrivar Aftonbladet. SAS
hevur roynt 300 grønar
lendingar í seinastuni, og
úrslitini hava verið góð,
skrivar blaðið.
Ringur turkur
Tað hevur ikki regnað í
stórum pørtum av Avstralia
í langa tíð, og sambært
myndugleikunum er talan
um tann ringasta turkin í
eini hundrað ár. Umleið
helmingurin av tí dyrkaða
lendinum
í
landinum
er rakt av turkinum, og
myndugleikarnir
hava
gjørt av at veita bøndr
unum
fíggjarligan
stuðul fyri at avmarka
missin. Sambært Peter
McGauran, landbúnaðar
málaráðharra, fer stuðulin
at kosta tí almenna minst
eina milliard krónur.
Bumbaðu
fótbóltsdyst
Átta spælarar doyðu, tá
ókendir menn skutu við
bumbuvarpara eftir einum
fótbóltsvølli í Bagdad í
gjár. Vøllurin er í tí fátæka
shiamuslimska Sadr-býar
partinum. Umframt teir
átta spælararnar, sum
doyðu, vórðu minst 20
áskoðarar særdir. Tað
seinasta samdøgrið hevur
verið sera blóðugt í Irak.
Myndugleikarnir siga, at
minst 60 fólk hava latið
lív ymsastaðni í landinum.
Eitt nú doyðu sjey fólk
í
einari
sjálvmorðs
atsókn, og 14 onnur
doyðu, tá amerikanskir
hermenn søktu av upp
reistrarmonnum.
– Eg og Rumsfeld vóru samdir um,
at hann átti at leggja frá sær
George W. Bush
Altjóða samfelagið
fordømir ísraelska
álopið á Beit Hanoun,
og Hamas lovar at
hevna álopið
– Hesaferð fara vit ikki
at svara við orðum, men
við gerðum, sigur leiðarin
í Hamas, Khaled Mashaal,
eftir blóðuga ísraelska álop
ið á palestinska býin Beit
Hanoun í Gaza-geiranum.
Minst
18
palestinar,
teirra millum sjey børn,
doyðu,
tá
ísraelsmenn
skutu við granatum eftir
einum íbúðarøki í býnum
gjáranáttina.
Útlendskir
eygleiðarar ávara um, at tað
blóðuga álopið fer at øsa
víðgongdar
palestinskar
bólkar, og at ísraelsmenn tí
kunnu vænta hevndarálop.
Palestinski
forsetin,
Mahmoud Abbas, og for
sætisráðharrin, Ismail Hani
yeh, fordømdu ísraelska
álopið, og teir hava lýst
landasorg í tríggjar dagar
fyri at minnast tey deyðu.
ES og Noreg hava eisini
fordømt álopið, og russiska
uttanríkisráðið sigur, at
ísraelska framferðin oyði
leggur ísraelsku royndirnar
at forða rakettálopum úr
Gaza. Amerikanski for
setin, George W. Bush,
plagar at vera varin, tá tað
snýr seg um Ísrael, men í
gjárkvøldið segði hann, at
Ísrael eigur at vísa varsemi,
og hann segði seg vóna, at
slíkt ikki hendir aftur.
- Ísrael hevur boðað frá,
at málið verður kannað,
og tað er okkara vón, at
kanningin verður gjørd
skjótt, og at Ísrael tekur
neyðug stig til tess at
forða fyri, at tað slepst
undan slíkum syndarligum
tilburðum, segði Bush.
Ísraelski forsætisráðharr
in, Ehud Olmert, hevur
sagt, at herleiðslan hevur
fingið boð um at kanna
tilburðin í Beit Hanoun, og
at herurin fer ikki at fremja
fleiri álop, meðan málið
verður kannað. Talsmenn
hjá herinum hava sagt, at tað
slepst ikki undan slíkum, tí
palestinskir álopsmenn fjala
seg millum sivilfólkið.
Hamas lovar hevnd
Summi halda Donald
Rumsfeld vera ein
rættan amerikanara.
Onnur skýra hann
ein eirindaleysan
krígsharra
Valósigurin hjá republikan
arunum kostaði Donald
Rumsfeld starvið sum verju
málaráðharri. Tað var fyrst
og fremst Irak-kríggið,
sum kostaði republikanska
flokkinum meirilutan í
Kongressini, og Rumsfeld
hevur verið ímyndin av
amerikonsku krígsførsluni
har. Tí kostaði tað honum
sessin.
Sum verjumálaráðharri
hevur tann 74 ára gamli
Rumdfeld
verið
ein
umstríddur maður. Tey, sum
halda av honum, siga, at hann
er ein rættur amerikanari,
og at hann hevur styrkt
amerikanska
hervaldið.
Hansara mótstøðufólk siga
harafturímóti, at hann er
ein eirindaleysur krígsharri,
sum ikki skilti tann blóðuga
uppreisturin í Irak. Og so
oyðilegði hann tað góða
umdømið, sum USA hevði,
tá hann gav herinum loyvi
til at pína fangar.
Sum
ráðharri
hevði
Rumsfeld ábyrgdina av
innrásunum í Afghanistan
í 2001 og í Irak í 2003.
Tað var hann, sum skipaði
fangaleguna í Guantanamo,
og sum ráðharri var hann
fyri hvøssum atfinningum,
tá myndirnar frá fangapín
ingini í Abu Ghraib komu
fram.
Fyrr í ár kravdu nakrir
fyrrverandi generalar, at
Rumsfeld bleiv koyrdur
frá. Teir vildu vera við, at
framferðin hjá herinum í
Irak var skeiv, og at verju
málaráðharrin vildi ikki
lurta eftir sínum generalum
og ráðgevum. Eitt nú høvdu
generalarnir mælt honum
til at senda fleiri hermenn
til Irak, men Rumsfeld
helt uppá, at tað var ikki
neyðugt, tí USA skuldi
brúka hátøknilig vápn held
ur enn hermenn.
Donald Rumsfeld hevur
verið
verjumálaráðharri
tvey tíðarskeið. Sum 43
ára gamal bleiv hann tann
yngsti verjumálaráðharrin
nakrantíð í stjórnini hjá
Gerald Ford, forseta í
1975 og nú aftur í Bush-
stjórnini.
Hann líður onga neyð, nú
hann er farin frá. Sambært
amerikonskum fjølmiðlum
forvann hann fleiri milli
ónir dollarar í stjóra- og
nevndarsessum ímillum tey
bæði tíðarskeiðini í Penta
gon.
Ein umstríddur maður lagt frá sær
Donald Rumsfeld - ein
umstríddur maður
Hesin drongurin var millum
tey sjey børnini, sum doyðu í
ísraelska granatálopinum