hósdagur 9. november 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 217 - 9. november 2006 ]
– Hetta
gekk
Eftir dystin fingu við
orðið á venjaran hjá
StÍF, Jacob Jónsson,
sum eisini hevur leikt
við fyrstu dystirnar.
Hann var ikki á vøllinum
ímóti Kyndli, men hann
var glaður fyri bæði stig
ini.
- Hetta var deiligt
at vinna, men vit gera
tað í so spennandi. Vit
føra við sjey málum í
fyrra hálvleiki, og hesa
leiðslu mugu vit ikki
blaka vekk. Liðið er
tó ikki heilt komin í
gongd enn, so hetta er
ein av grundunum til,
at Kyndil kemur aftur
í dystinum í dag. Eg
meti tó, at vit kenna
okkara feilir, og hesum
arbeiða vit við í løtuni.
Tað týdningarmesta var
tó at vinna dystin, sigur
Jacob at enda.
– Vit brenna
alt ov illa
Hjalti M. Jacobsen hjá
Kyndli var alt annað
enn nøgdur við úrslitið
ímóti
strandingum.
Hann gleddist tó um
viljan, sum Kyndil vísti
í seinna hálvleiki.
- Vit fáa eina keðiliga
byrjan, men eg haldi,
at vit vísa fantastiskan
vilja, tá vit koma aftur
í dystin eftir at hava
verið
aftanfyri
við
sjey málum. Men vit
tapa snøgt sagt dystin
sjálvir, tí vit brenna alt
ov nógvar upplagdar
møguleikar. Um vit
klára at skora uppá bara
fáar av okkara mongu
møguleikum, so vinna
vit dystin trygt. Nú
mugu vit hyggja fram til
dystin ímóti Neistanum
sunnudagin, og hann
mugu vit vinna.
StÍF vann tepran
sigur á Kyndli í
gjárkvøldið, og serliga
Marian Cirloganescu
í málinum stóð ein
branddyst og átti sín
stóra part í sigrinum
á meistarunum.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
StÍF og Kyndil hittust í
dysti á Skála í gjárkvøldið.
Undan dystinum var greitt,
at StÍF við einum sigri kundi
leggja seg undir liðuna á
Neistanum
í
oddinum,
meðan Kyndil eisini mátti
royna at vinna fyri at sleppa
úr botninum.
StÍF leyp avstað
Frá byrjan av var eisini
týðiligt, hvat av liðunum
hevur
havt
tað
betra
kappingarárið inn til nú.
StÍF
legði
bragdliga
fyri, og eftir 10 minuttir
førdu strandingar við fýra
málum, og tað var týðiligt,
at strandingar ætlaðu sær
bæði stigini henda dagin.
Eftir 20 minuttir høvdu teir
nevniliga økt enn meir um
leiðsluna, soleiðis at teir
nú førdu heili 13-6. Fleiri
av áskoðarunum mundu nú
vænta, at Kyndil fór at fara
niður við høvdinum, meðan
StÍF bara fór at koyra á,
men so var ikki.
Sjálvt um Kyndil hevði
fingið eina sera ringa byrj
an, so vístu teir, at teir
veruliga vildu nakað henda
dagin. Móti endanum av
hálvleikinum fingu teir
bart seg innaftur í dystin,
soleiðis at hálvleiksstøðan
var 16-12 til StÍF.
Meistararnir
vístu stórspæl
Kyndil helt eisini fast um
góðu gongdina í byrjanini
av seinna hálvleiki, og
fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki spældu teir sum
einglar. Ferð aftaná ferð
lótu teir verjuna hjá StÍF
upp við góðum spæli, og
eftir 10 minuttir høvdu teir
vunnið seg uppá javnleik
19-19. Hevði tað ikki
erið fyri ein stórspælandi
Marian í StÍF-málinum, so
hevði Kyndil kunna ført við
fleiri málum.
Nú sá ikki gott út hjá
strandingum,
og
næsta
korterið hingu teir aftaná
Kyndli. Teir megnaðu tó
at hanga í allan vegin, og
tá einans 6 minuttir vóru
eftir, stóð enn á jøvnum
millum liðini. Tá var støðan
24-24. Men so leyp StÍF
avstað.
Næstu
tríggjar
minuttirnar fingu teir trý
mál, meðan Kyndil einki
fekk, og nú sá dysturin út
til at vera avgjørdur. Við
bert 2 minuttum eftir at
spæla førdu strandingar við
trimum málum.
Dramatikkur
móti endanum
Men síðstu tveir minuttirnir
blivu
sera
dramatiskir.
Í einum av seinastu álop
unum megnaði Kyndil at
minka um munin til 27-25.
StÍF fór aftur í álop við
minni enn einum minutti
eftir. Teir vóru ikki meir
enn komnir fram, so mistu
teir bóltin, og Kyndil fór
í mótálop. Her var Hjalti
tryggur ímóti Marian, og
so var bert tað eina málið á
muni millum liðini.
Í hesi løtu tók StÍF
Time Out við færri enn 40
sekundum eftir at spæla.
Tá teir fóru aftur í álop
blivu teir dømdir fyri nøl,
og so var bara at leypa
á hjá Kyndli, men teir
megnaðu at missa bóltin
beinanvegin, og Finnur
Hansson slapp fríur við
Kyndlamálverjanum. Hann
skeyt tó upp um málið,
og so fekk Kyndil ein all
ar
seinasta
møguleika.
Teir tóku Time Out fyri
at tosa um tingini, og tá
leikararnir komu á vøllin,
var málverjin tikin út, og
ein eyka strikuspælari varð
settur á vøllin.
Kyndil megnaði í síðsta
álopið at spæla seg til
opnan møguleika, tá Rókur
Akralíð kom flúgvandi
gjøgnum málmansfeltið,
men Marian megnaði enn
einaferð at stórbjarga, og
sostatt fingu strandingar
bæði stigini, meðan Kyndil
mátti aftur til Havnar við
ongum.
Men sigurin hevði neyvan
endað á Skála, um tað ikki
var fyri ein stórspælandi
Marian í StÍF-málinum.
Hann tók mangan broddin
av kyndlamonnunum, og
ferð aftaná ferð megnaði
hann at stórbjarga, tá
leikararnir hjá Kyndli vóru
púra leysir
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Vit brenna alt ov nógvar upplagdar
møguleikar, tí tapa vit dystin
Hjalti M. Jacobsen, Kyndil
Meistararnir aftur ov stuttir
Málskjúttar StÍF: Mortan Hansen 8, Finnur Hansson 7,
Leivur Justinussen 4, Jørmund Joensen 3, Artur Johansen
2, Borgar Danielsen 2, Terji Poulsen 1
Útvísingar StÍF: 4
Málskjúttar Kyndil: Hjalti M. Jacobsen 6, Rókur Akralíð
5, Ragnar Stakksund 5, Hans Áki Dal Christiansen 4, Janus
Einar Sørensen 3, Hanus H. Johansen 2, Regin Fossaberg 1
Útvísingar Kyndil: 3
FAKTA
StÍF fekk sín næsta sigur í ár, tá teir
vunnu tepurt á Kyndli. Við sigrinum
hava teir nú lagt seg undir liðuna á
Neistanum í oddinum.