Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 217 - 9. november 2006 ] – Kundi farið báðar vegir Eftir dystin millum StÍF og Kyndil í Sunset deildini fingu vit orðið á Ninnu K. Johansen hjá StÍF. Hon var ikki heilt nøgd við úrslitið. - Eg haldi ikki, at vit eru heilt nøgdar, tí henda dystin burdu vit vunnið. Tó haldi eg, at dysturin kundi farið báðar vegir, og at enda eru vit heldigar, at vit ikki tapa dystin. Vit føra at kalla allan dystin, og vit hava møgu­leikar at koma avgerandi fram um. Tá vit ikki taka av hesum, so vera vit straffaðar, og tað er júst hetta, sum hendir í dag. – Vit ætlaðu okkum sigurin Vit fingu eisini orðið á Barbaru Egilstrøð hjá Kyndli. Hon var ikki nøgd við javnleikin, men gleddist tó um, at Kyndil nú var komið á stigatalvuna. - Vit ætlaðu okkum heilt víst at vinna, og tí eru vit ikki nøgdar í dag. Vit føra eisini líka til 15 sekund eru eftir at leika, og tí eru vit sera skuffaðar júst nú. Eg haldi tó, at StÍF leikti ein góðan dyst, og sum heild eri eg glað fyri, at vit eru komnar á stigatalvuna, tí vit kundu eisini tapt henda dystin. Vit fingu tað eina stigið, so nú eru vit komnar í gongd, segði Barbara Egilstrøð at enda. Christian 65 mál í 100 dystum Christian Lamhauge Holst spældi sín dyst nummar 100 fyri Lyngby, tá teir í gjárkvøldið leikti seg í fjórðingsfinaluna í donsku steypakappingini við einum tryggum 5-1 sigri á Kolding FC. Støðan í hálvleikinum var 4-0 til Lyngby, so tá var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Sjálvt um Christian ikki skoraði henda dagin, so hevur hann í sínum100 dystum skorað heili 65 mál, so her er talan um ein vandamiklan áleypara. Lutakastið til fjórðingsfinalurnar var fyrr í dag, og tá varð greitt, at Lyngby á heimavølli skal møta AC Horsens. Heini tríggjar ferðir á blettinum Mikukvøldið høvdu Heini Hanusarson og hansara liðfelagar úr Elite 3000 Helsingør vitjan av Fredericia. Dysturin endaði við javnleiki 25-25, eftir at støðan í hálvleikinum var 10-13 til Fredericia. Við javnleikinum á heimavølli ímóti Fredericia lyfti Helsingør sær av aftasta plássinum, sum er tað einasta, ið ber beinleiðis niðurflyting við sær. Heini Hanusarson fekk trý mál í dystinum, og við javnleikinum liggur Elite 3000 Helsingør triði aftast við 3 stigum eftir 9 umfør. Lemvig er aftast við tveimum stigum, meðan TMS Ringsted liggur javnt í stigum við Team 3000 Helsingør, tó hevur Helsingør betri málúrtøku. StÍF og Kyndil deildu stigini sínámillum í bestu kvinnudeildini í gjárkvøldið. Bæði liðini høvdu møguleikar at avgera dystin, men málverjarnir vístu stórspæl í seinna hálvleiki. HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo StÍF og Kyndil møttust í bestu kvinnudeildini í gjár­ kvøldið. StÍF hevur fingið eina hampuliga byrjan uppá kappingina, og um tær megnaðu at vinna á Kyndli, so høvdu tær lagt seg uppá triðja pláss í landskappingini. Hjá Kyndli hevur ikki gingist serliga væl. Undan dystinum høvdu tær enn einki stig fingið, og tá tær manglaðu fleiri av stuðuls­ leikarunum til dystin, so vóru útlitini helt ikki tey allarbestu. StÍF betri byrjan Tað var eisini StÍF, sum byrjaði dystin betur. Tær vunnu sær eina lítla leiðslu frá byrjan av dystinum, og ígjøgnum allan fyrra hálv­­ leik hildu tær seg beint frmmanfyri Kyndil. Tá 8 minuttir vóru eftir økti Rebekka Justinussen til 13- 10, og tá bendi okkurt á, at StÍF fór at fara frá Kyndli. Men so fekk StÍF eina dupulta útvísing, og hetta gangnýtti Kyndil til fulnar. Tær fingu bart seg upp á javnleik, og teir allar síðstu minuttirnar komu tær eisini framvið StÍF, soleiðis at hálvleiksstøðan var 13-15 til Kyndil. Málverjarnir tóku yvir Í fyrra hálvleiki høvdu mál­ verjarnir ikki víst serliga gott spæl, men í seinna hálv­leiki var øðrvísi. Nú byrjaðu málmenninir at bjarga ein stóran møguleika fyri og annan eftir, og liðini høvdu stórar trupulleikar at fáa mál. Tað vóru tó kvinnurnar úr StÍF, sum vóru meira effektivar hesa løtuna, og eftir 10 minuttir av seinna hálvleiki høvdu tær vunnið seg fram um aftur Kyndil. Løtu seinni høvdu strandakvinnur økt um leiðsluna upp í tvey mál, og sum málverjarnir spældu, so kundi gerast tungt hjá Kyndli at koma aftur í dystin. Men síðstu løtuna megn­ aði Kyndil at fáa fýra mál, meðan StÍF bert fekk tað eina, so tá StÍF fór í álop á síðsta sinni, var støðan 24-25 til Kyndil. Hesa løt­ una høvdu málverjarnir staðið ótrúliga væl, og tí var okkurt, sum bendi á, at Kyndil kundi vinna dystin, tí StÍF hevði havt ringt við at skora hjá kynd­ ilsmálverjanum síðsta løt­ una. Í síðsta álopinum fór besti leikarin hjá StÍF, Ninna K. Johansen, tó ígjøgnum á vonginum, og hon langaði bóltin í longra málhorn til endaligu støðuna 25-25. Við hesum fekk Kyndil sítt fyrsta stig, meðan StÍF við javnleikinum megnaði at vinna seg uppá triðja plássið. Kyndil fekk sítt fyrsta stig Málskjúttar StÍF: Ninna K. Johansen 9, Rebekka Justinussen 6, Poula D. Olsen 5, Jóhanna í Króki 1, Malan Petersen 1, Bára B. Danielsen 1, Sólfríð Christiansen 1, Ata Gregersen 1 Útvísingar StÍF: 4 Málskjúttar Kyndil: Lina Andriulyte 9, Jacklyn Durhuus 6, Anja Heinadóttir 4, Kari Ann Petersen 3, Brynhild Klein 2, Ronja M. Mikkelsen 1 Útvísingar Kyndil: 2 FAKTA StÍF og Kyndil samdust um javnleikin í gjár. Við hesum er Kyndil nú komið á stigatalvuna, meðan StÍF hevur lagt seg fram á triðja plássið.