Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 217 - 9. november 2006 ] Helgi og Hans Kristian hálvt stig í part Tað eydnaðist ikki Helga Dam Ziska at fáa fulla úr­­ tøku, tá ið 6. umfar í Klaks­ ­vík International var á skránni í gjár. Helgi hevði svarta fólkið ímóti Hans Kristiani Simonsen, og eftir 52 leikir endaði talvið remis. Harvið er tað greitt, at Helgi Dam Ziska í fýra teimum síðstu umførunum skal hava trý stig, um hann skal røkka 2400 í styrkis­ tali. Javnleikurin ber við sær, at Helgi Dam Ziska hevur 3,5 stig, og at Hans Kristian Simonsen hevur 2,5 stig. IM Emil Hermansson er framvegis fremstur og eitt stig undan Helga Dam Ziska á næstfremsta plássi­ num. Emil hevði í dag hvíta fólkið ímóti IM Jens Ove Fries-Nielsen, og eisini tað talvið endaði javnt. Einasti stórmeistarin, sum kappst í Leikalund er Henrik Danielsen. Danski telvarin, sum umboðar Ís­ land, hevði í gjár svarta fólkið ímóti føroya­meist­ aranum Martini Poulsen. Talvið endaði við enda­ spæli, har báðir telvararnir høvdu rók og bisp. Henrik Danielsen hevði tvær finn­ ur, og Martin Poulsen hevði eina finnu, tá ið føroyski meistarin legði kongin, tí stórmeistarin var um at fáa frúgv upp í aftur talvið. Eftir seks umfør er støð­ an henda: IM Emil Her­ mans­son 4,5 stig, Helgi Dam Ziska og GM Henrik Danielsen 3,5 stig, Hans Kristian Simonsen 3,0 stig, Martin Poulsen 2 stig, og Jens Ove Fries-Nielsen 1,5 stig. 7. umfar verður á skránni í Leikalund í Klaksvík í dag klokkan 14. Tá verður telvað soleiðis: GM Henrik Danielsen-Hans Kristian Simonsen, Helgi Dam Ziska-IM Emil Hermansson og Jens Ove Fries-Nielsen- Martin Poulsen. SÍ og Fram spældu sera javnan og spenn­ andi dyst í gjár­kvøld­ ið, har Fram vann eftir fimm óvanliga jøvn og spennandi sett. FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo SÍ og Fram møttust í gjár­ kvøldið í Sørvági. Júst hesi bæði liðini hava ikki havt ta bestu gongdina í sein­ astuni, men við einum sigri kundu bæði leggja seg undir liðuna á Mjølni á øðrum plássi. Sera spennandi Dysturin var sera javnur og spennandi frá byrjan av. Fram, sum hevur tapt síðstu tveir dystirnar, var tó liðið, sum byrjaði betur. Eftir eitt javnt fyrsta sett megnaðu teir at draga longra stráðið, og at enda vunnu framarnir 23-25. Í øðrum setti vendi gongd­ in. Enn einaferð spældu liðini eitt sera javnt og spennandi sett, men hesa­ ferð var heimaliðið omaná. Teir kláraðu at berja seg til ein sigur, og enn einaferð gjørdist úrslitið 25-23. Dysturin avgerast við javnbrótara So fór triðja sett í gongd, og nógv mundu ivast í, um hetta settið fór at gerast eins spennandi og hini. Men áskoðararnir blivu ikki skuffaðir. Enn einaferð fylgdust liðini væl at, og at kalla alt settið var gongdin jøvn. At enda var Fram aftur drúgvari, og settúr­ slitið var enn einaferð 23- 25. So skuldi SÍ út at vinan fjórða sett, um teir skuldu gera sær vónir um at vinna dystin. Og hetta megnaðu sørvingarnir eisini. Størsti munurin á liðunum var í fjórða setti, men synd er at siga, at munurin var stórur. Enn einaferð var næstan javnt ímillum liðini, men at enda drógu sørvingarnir frá og vunnu settið 25-22. Nú mátti ein javnbrótari til, áðrenn ein vinnari kundi finnast, og hesin javnbrótarin gjørdist júst so spennandi, sum øll høvdu vóna. Liðið vóru púra jøvn, og móti endanum stóð enn á jøvnum 14-14. Men so dróg havnarliðið frá, og Fram vann síðsta settið 14- 16, og harvið vunnu teir dystin 2-3. Hetta var ein ótrúliga javnur dystur, og sigast má, at tað var næstan synd, at ein slíkur dystur skuldi finna ein vinnara, tí har var næstan eingin munur á liðunum. Hondbóltsstøður Sunset-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 3 3 - 0 - 0 69 50 19 6 2 Neistin 3 2 - 0 - 1 76 59 17 4 3 StÍF 4 1 - 1 - 2 87 96 -9 3 4 VB 3 1 - 0 - 2 60 74 -14 2 5 Kyndil 3 0 - 1 - 2 60 73 -13 1 Atlantic Airways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Neistin 4 3 - 0 - 1 132 113 19 6 2 StÍF 4 2 - 2 - 0 106 104 2 6 3 VÍF 4 2 - 1 - 1 112 112 0 5 4 H71 4 1 - 1 - 2 109 114 -5 3 5 Kyndil 4 1 - 0 - 3 116 121 -5 2 6 KÍF 4 1 - 0 - 3 97 108 -11 2 Flogbóltsstøður Meistaradeild kvinnur v t d v - t sett sett +/- stig 1 Dráttur 5 4 - 1 13 6 7 8 2 ÍF 5 4 - 1 9 5 2 8 3 TB 5 3 - 2 11 7 4 6 4 SÍ 5 2 - 3 8 10 -2 4 5 KÍF 5 1 - 4 7 12 -5 2 6 Mjølnir 5 1 - 4 4 13 -9 2 Meistaradeild menn v t d v - t sett sett +/- stig 1 ÍF 5 5 - 0 15 5 10 10 2 Mjølnir 5 3 - 2 12 9 3 6 3 Fram 5 3 - 2 11 10 1 6 4 Fleyr 5 2 - 3 10 10 0 4 5 SÍ 6 2 - 4 12 14 -2 4 6 Nøvan 4 0 - 4 0 12 -12 0 So vann Fram aftur Eftir tveir ósigrar á rað eydnaðist Fram at vinna aftur í Sørvági. Dysturin var sera javnur og spennandi, men atenda vann Fram 3-2. Lutakast til donsku steypakappingina Mikukvøldið megnaðu Christian Lamhauge Holst og hansara liðfelagar í Lyngby at leika seg í fjórðingsfinalurnar í donsku steypakappingini. Lutakast var í morgun til fjóðr­ ingsfinlurnar, og hesir dystir vera á skránni, tá fjórðingsfinalurnar vera tann 12. apríl komandi ár: Lyngby BK – AC Horsens, OB – Randers FC, FC Midtjylland – FC Keyp­ mannahavn og Holbæk B&IF – Viborg FF Adu royndarvenja í United Í nógv ár bleiv amerikanski fótbóltsleikarin, Freddy Adu, mettur at vera størsta talent í heiminum. Fyri trimum árum síðani skrivaði hann amerikanska fótbóltssøgu, tá hann debuteraði á besta liðnum hjá D.C. United sum bert 14 ára gamal. Nú er Adu vorðin 17 ára gamal, og hann er enn millum allar størstu talentini í heimi­ num. Hansara størsta ynski er at sleppa til eitt evropeiskt stórfelag, og nú kann hetta ynski gerast veruleiki. Seinni í mánaðinum skal hann royndarvenja í evropeiska stórfelagnum Manchester United, men hann kann tó ikki skifta til Evropa fyrr enn hann er fyltur 18 ár. So er spurningurin, um Adu verður mettur at vera góður nokk, tá hann fer at royndarvenja við Manchester United.