hósdagur 9. november 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 9. november 2006
27
lýsingar
Ergoterapeutur til
Landssjúkrahúsið
Starv sum avloysari fyri ergoterapeut á somatisku
deild er leyst at søkja til setan 1. januar 2007 til og
við 31. juli 2007, 35 tímar um vikuna.
Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss í menning við
fakligum og persónligum avbjóðingum, har tú fær
møguleika fyri at luttaka í okkara ergoterapeutiska
toymi og í einum tvørfakligum toymi.
Ergoterapiin fevnir um tvær deildir ávíkavist
psykiatrisku og somatisku deild og hava vit ein
felags leiðara, sum í løtuni hevur sína dagligu
gongd á psykiatrisku deild. Á psykiatrisku deild
eru 4 ergoterapeutar. Á somatisku deild eru 3
ergoterapeutar.
Á landssjúkrahúsinum verður í løtuni arbeitt
við at broyta leiðslubygnaðin. Hetta inniber, at
ergoterapiin og fysioterapiin eru løgd um til eina
rehabiliteringseind undir leiðslu av medisinsku
depilsleiðsluni.
Arbeiðsuppgávur
Í ergoterapiini brúka vit eina Canadiska fyrimynd
sum fatanargrundarlag.
Ergoterapeuturin kemur at luttaka í viðgerðini
av
• innløgdum sjúklingum, (hemiplegi, RA og aðrar
medisinskar sjúkur)
• ambulantum brúkarum, (hondkirurgiskir)
• ráðgeva og vegleiða sjúklingum og avvarðandi
um broytingar í heiminum
Vit leggja dent á persónligar eginleikar, so sum
greiða talu og gott arbeiðslag.
Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Súnu
Mørk, leiðandi ergoterapeut, lokal 5785 og 5786 ella
til Biritu Petersen, deildarergoterapeut, lokal 5782.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreist: 27. november 2006 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum
upplýsingum skulu sendast til:
Landssjúkrahúsið
Lønar- og starvsfólkadeildin
100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
> Telefonráðgeving > Anonymitet
> Tagnarskyldu
> Stundir at lurta
K R E A . F O . TEL 47 80 80
www.blakross.fo
Stuðulsfólk til Dag
stovnin í Kvívík
Dagstovnurin í Kvívík søkir stuðulsfólk, 25 tímar um
vikuna, at byrja 1. desember 2006, ella eftir nærri
avtalu.
Tað er í barnagarðsbólkinum, sum stuðulsfólkið
kemur at hava sína uppgávur, og ganga har 20 børn
í aldrinum 3 til 5 ár.
Vit kunnu bjóða hugnaligar arbeiðsumstøður, fitt
og krevjandi børn og góðar starvsfelagar.
Innandura hava vit ikki nógv pláss, men vit
hava góðar møguleikar fyri at brúka náttúruna í
nærumhvørvinum.
Okkara mál við arbeiðinum er, at skapa tryggar og
mennandi umstøður fyri børn og vaksin innanfyri
teir karmar, sum kommunan setur fyri virksemi
okkara.
Vit ynskja umsøkjarar við royndum, hugi at arbeiða
við børnum, hugflogi og løttum sinnalag.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs
gevarafelagið.
Umsóknir skulu vera stovninum í hendi innan 20.
november 2006.
Meira kann fáast at vita um starvið, við at venda sær
til Siborg Arge, leiðara á tlf. 214360
Kvívíkar kommuna
Víkarvegur 4
FO340 Kvívík