Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 219 - 13. november 2006 tíðindi SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Danir leggja minst í Norðurlond Flestu norðmenn halda tað vera líka týdningar­mikið hjá Noregi at hava góð við­urskifti við Russland sum við USA, men teir flestu meta tað kortini týdn­­­ingarmest at hava góð viðurskifti við ES. Tað sæst í ein­ari kanning, sum Norð­urlandaráðið hevur latið gera. Tað ser­liga við úrslitinum er kanska, at norð­menn leggja størri dent á ES, enn ES-borg­ ar­arnir í Svøríki og Finn­ landi. Tað eru bara danir, sum leggja størri dent á ES, enn norðmenn gera. Tað mest áhugaverda við kanningini er helst, at í øllum londunum utt­an í Dan­mark verður tætt­­ ari norð­urlendskt sam­ arbeiði mett sum tað týdn­ ingarmesta av øllum. Hekk í bili Grønland ornar Veksandi hitin á Jørðini er av álvara farin at gera vart við seg í Grønlandi. Ís­urin minkar skjótari enn fyrr, men tað er ikki bara óheppið. Bóndin Ferdi­­nand Egede sigur við týska blaðið Der Spi­ e­gel, at tann veksandi hit­­in kemur grønlendska land­­búnaðinum væl við. Í dag kann bóndin seta nógv fleiri eplir nið­ur enn fyrr, tí altsamt størri lendi kann brúkast sum land­búnaðarjørð. Mynd­ ug­­­leikarnir í Nuuk duga eis­ini at síggja fyrimunir við broyt­ing­unum, og teir ætla tí at leggja munandi størri dent á neytahald. Í tí sambandi eru ætlanir um at byggja eitt stórt mjólk­ar­ virki, skrivar Der Spiegel. Fríggjadagin skal tann 21 ára gamli Afahan Mo­­ hammed Hussein fyri rætt­in í Birmingham í Ong­ landi, har hann er ákærd­ ur fyri óviljað mann­dráp og fyri at vera rýmdur frá einum vanlukkustaði. Ákæran hevur samband við ein tilburð í august í 2004. Á ein ella annan hátt kom ein tvey ára gam­ al smádrongur at hanga fast­ur í bilinum hjá Afah­ an Mohammed Hus­sein, men ístaðin fyri at steðga koyrdi hann einar 300 metr­ar við dronginum hang­andi aftan fyri bilin. Tá loysn­aði drongurin, men Afahan steðgaði ikki. Tann lítli drongurin bleiv fluttur á sjúkrahús, men doyði stutt eftir. – Allir partar eru samdir um, at vit mugu broyta Irak- politikkin (Josh Bolton, forsetaráðgevi.) Leivdir av rúsevn­ inum kokain eru funnar á Christians­ borg Danska blaðið BT avdúkar í dag, at fólk hjá blaðnum hava funnið leivdir av rúsevninum kokain á tveimum wc’um í Fólkatinginum. Tey kannaðu 30 wc á Christiansborg, og á tveimum teirra funnu tey leivdir av kokaini. Talan er um tvey wc í Provinshúsinum, har fólkatingslimirnir og teirra medarbeiðarar hava skrivstovur. Jørgen Rasmussen, vara­løgregluovasti í Keyp­ mannahavn, sigur við BT, at hann hevur onga orsøk til at ivast í kanningarúrslitinum og vísir á, at blaðið brúkti somu kanningarútgerð, sum løgreglan brúkar. – Eg havi ongantíð hoyrt, at útgerðin hevur mistikið seg. Sigur hon, at hon hev­ur funnið kokain, so er koka­in har, sigur Jørgen Rasmus­ sen. Formaðurin í rættar­ nevndini hjá Fólkatinginum Peter Skaarup úr Danska Fólkaflokkinum, er skelk­ aður av tíðindunum í BT, og hann fer at taka málið upp í formansskapinum, sigur hann. Í summar avdúkaði eitt norskt blað leivdir av am­feta­ mini í Stórtinginum í Oslo. Rúsevni í Fólkatinginum Aftan á eitt sera blóðugt vikuskifti í Irak vilja USA og Bretland hava Iran og Sýrialand at virka fyri friði í grannalandinum. Dagurin í gjár var sera blóðigur í Irak. Fyrst brast ein bilbumba á einum av høvuðsvegunum í miðbýnum í Bagdad. Fýra fólk lógu eftirá, og 10 vórðu særd. Nakrar tímar seinni sprongdi ein sjálvmorðs­ bumbu­maður seg sjálvan og 51 fólk í luftina uttan fyri eina løgreglustøð í Bag­dad. Tey flestu vóru ung­ir menn, sum skuldu fara undir at útbúgva seg til løgreglumenn. Løtu seinni komu trygdar­ deildir fram á líkini av 25 monnum aftan fyri eitt orku­verk í býnum Baqouda 60 kilometrar norðan fyri Bagdad. Seinastu deyðsboðini komu í gjárkvøldið, tá bretska verjumálaráðið boð­ aði frá, at fýra bretskir her­ menn vóru deyðir í einum álopi í Shat al-Arab-veitini við býin Basra har suðuri í landinum. Fýra aðrir her­ menn vóru illa særdir. Í Bagdad kunngjørdi Nuri al-Maliki, forsætisráðharri, at hann fer at umskipa stjórnina, tí støðan ger tað neyðugt at rudda upp, segði hann. Men tað kann vera vandamikið, tí týðandi partar av stjórnarsamgonguni hava sagt, at teir fara at seta seg upp ímóti einari slíkari broyting. Biðja um hjálp Í USA vunnu demokratarnir kongressvalið, tí teir kravdu eina aðra amerikanska kós í Irak, og ein av fremstu ráð­gevunum hjá George W. Bush, forseta segði í gjár­kvøldið, at forsetin um­hugsar at biðja Iran og Sýria­land virka fyri friði í Irak. – Forsetin fer at kanna møgu­leikarnar saman við sínum serligu Irak-ráð­gev­ um, segði Josh Bolton við sjón­varpið ABC. Hann legði afturat, at allir partar eru greiðir yvir, at tað er neyð­­ugt at endurskoða Irak-pol­itikkin. Hann fekk alt fyri eitt undirtøku frá demokratunum: – Tað fyrsta, sum vit mugu gera, er at finna eina aðra kós í Irak, segði senatorurin Carl Levin, sum væntandi verður nýggjur formaður í teirri senatsnevndini, sum hevur eftirlit við amerikonsku her­ megini. Í London visti BBC at siga, at Tony Blair, for­sætis­ ráðharri, er eisini hug­að­ur fyri at biðja Iran og Sýria­ land um hjálp til at fáa frið í Irak. Iran og Sýrialand skulu útvega frið í Irak Ein irakskur løgreglumaður kannar nøkur av teimum nógvu líkunum, sum vórðu funnin í gjár