mánadagur 13. november 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 13. november 2006
9
tíðindi
Frá ólavsøku til
hálvan oktober land
aði íslendska skipið
„Engey“ 9.500 tons
av sild til frystingar í
Fuglafirði. Tá fiskaði
skipið í altjóða og í
føroyskum sjógvi. Nú
er tað í íslendskum
sjógvi, og so sleppur
tað ikki at landa í
Fuglafirði. Lógin
sigur nei
Fiskivinna
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Partafelagið Bergfrost í
Fuglafirði og Fuglafjarðar
kommuna
hava
biðið
Jóannes Eidesgaard, løg
mann um hjálp. Í brævi til
løgmansskrivstovuna harm
ast felagið og kommunan um,
at íslendska skipið „Engey“
slappur ikki at leggja sild
til frystingar á goymslu hjá
Bergfrost longur.
Frá 25. juli til 17. oktober
var „Engey“ á Fuglafirði
við 9.500 tonsum av sild
og sildafløkum til frysti
goymsluna hjá Bergfrost.
Talan er um transitvøru, og
tað mesta er síðani avskipað
við frystifarmaskipum til
onnur lond, og nakað er latið
móttakarunum beinleiðis.
Sildina hevði skipið fisk
að í altjóða sjógvi og í før
oyskum sjógvi, men beint
eftir hálvan oktober fór
„Engey“ í íslendskan sjógv
at royna, og síðani hevur
skipið ikki verið aftur á
Fuglafirði. Ikki tí at Berg
frost ikki vil hava meiri sild,
og heldur ikki tí at reiðaríið
ikki vil leggja meiri upp í
Fuglafirði. „Engey“ sleppur
ikki at leggja veiðina upp í
Føroyum, tí íslendsk lóg
bannar tí.
Hoyvíkssáttmálin
Tað er í hesum sambandi,
at Bergfrost og Fuglafjarðar
kommuna vilja hava hjálp
frá løgmanni. Tey vísa á, at
altingslóg nummar 57 frá 3.
juni í 1996 bannar íslendskum
skipum at landa fisk, sum er
veiddur í íslendskum sjóøki,
uttanlands. Bergfrost og
kommunan halda ikki, at
hetta samsvarar við andan
í Hoyvíkssáttmálanum um
fríhandil landanna millum,
og tey vilja tí hava løgmann
at virka fyri, at íslendska
forðingin verður fingin
burtur.
Gunnar Holm Jacobsen,
ráðgevi á uttanríkisdeildini
á løgmansskrivstovuni, gev
ur fuglfirðingum rætt í, at
landingarbannið er ikki í
samljóði við tað yvirskip
aða málið við Hoyvíkssátt
málanum. Hinvegin ivast
hann í, um bannið er bein
leiðis brot á sáttmálan,
soleiðis sum hann er háttaður.
Og málið er eisini tengt at
einum tulkingarspurningi.
- Ein av hornasteinunum í
sáttmálanum er vørufrælsi,
sum í hesum sambandi mer
kir, at vøra við uppruna í
Føroyum ella Íslandi skal
hava frítt at fara millum
londini uttan forðingar.
Spurningurin er so, nær fisk
ur kann metast sum ein vøra.
Í Føroyum meta vit fisk sum
eina vøru í teirri løtu, hann
er komin „inn um stokkin“,
meðan íslendska sjónarmiðið
er, at fiskur er ikki ein vøra,
fyrr enn hann er landaður
og innvigaður á góðkendari
innvigingarstøð, sigur Gunn
ar Holm Jacobsen.
Hann sigur, at løgmans
skrivstovan fer at taka málið
hjá fuglfirðingum upp saman
við fiskimálaráðnum, og tá
kemur Hoyvíkssáttmálin á
borðið.
– Við Hoyvíkssáttmálanum
hava vit fingið ein plattform
og eitt amboð, sum kann
brúkast í arbeiðinum, fyri at
slíkar forðingar verða tiknar
burtur, sigur ráðgevin.
Burturvið
„Engey“ hevur landað eina
ferð í Íslandi, síðani skipið
fór á sild í íslendskum
sjógvi. Ta fyrstu tíðina var
nakað av sild eystanfyri,
men fiskiskapurin har
doyði burtur, og nú royna
teir vestur av Snæfellsnesi
á Vesturlandinum. Teir eru
nú á øðrum túrinum, og
um vikuskiftið høvdu teir
góð 1.500 tons av fløkum.
Væntandi fer skipið ikki
inn hesaferð, tí ætlanin er
at umskipa fløkini umborð
á eitt frystifarmaskip.
Tað er felagið HB Grandi
í Reykjavík, sum eigur
„Engey“.
Ingimundur
Ingimundarson, rakstrar
stjóri hjá HB Granda, sigur
við Sosialin, at teir vóru
sera væl nøgdir við tæn
astuna, sum skipið fekk í
Fuglafirði, og at teir ætlaðu
sær á Fuglafjørð við sild
ini, sum teir fingu á Eystur
landinum, tí tá var líka skjótt
at sigla til Føroya sum til
Reykjavíkar.
– Men boðini frá myndug
leikunum vóru, at tað kundu
vit ikki, nú skipið fiskar í
íslendskum sjógvi.
– Hvat heldur tú um tað?
– Hatta er óheppið og púra
burturvið. Eg skilji hatta
ikki.
Stóran týdning
Í Fuglafirði vóna Bergfrost
og kommunan, at „Engey“
sleppur aftur hagar at leggja
veiðina upp, tí tað hevur
stóran týdning. Skipið hev
ur lagt hálva aðru millión
krónur eftir seg, hvørja
ferð tað hevur landað, so tær
fimm ferðirnar, skipið hevur
verið í Fuglafirði, hevur tað
lagt 7,5 milliónir krónur eftir
seg.
– Hevði tað sloppið at
landa ótarnað alt árið,
hevði tað kanska lagt einar
30 milliónir krónur eftir seg
í Føroyum, meginpartin tó
á staðnum, siga Bergfrost
og Fuglafjarðar kommuna
í brævinum til løgmans
skrivstovuna.
Hjá Bergfrost kemur tað
illa við, at íslendsk nóta
skip ikki kunnu leggja uppi
sjóvarfisk, sum er veiddur
í íslendskum sjógvi, á
goymslu sum transitvøru í
Føroyum.
Fyri kommununa hevur
tað eisini týdning at fáa skip
ið aftur. Tær fimm ferðirnar,
„Engey“ hevur lagt upp
í Fuglafirði, rindaði tað
260.000 krónur í gjøldum,
og tað svarar til eina góða
millión krónur árliga.
Krónan avhildin
Útlendsk ferðafólk, sum koma til Danmarkar, vilja fegin
hava tær donsku myntirnar við sær, tá tey fara heimaftur,
skrivar JydskeVestkysten. Ein ferðaleiðari sigur við blaðið,
at serliga týskarar vilja hava krónurnar sum ferðaminni, tí
tey hava tað vera so sjáldsamt og áhugavert, at eitt so lítið
land sum Danmark hevur egnar myntir. Fyri seks árum
síðani vóru danir á fólkaatkvøðu um at taka evruna ístaðin
fyri krónuna. Svarið var nei.
Yvirmaður drukkin
Løgreglan í Nordland í Noregi hevur skuldsett ein yvirmann
á einari ferju fyri at hava ført skipið, meðan hann var
ávirkaður av rúsdrekka. Løgreglan gjørdi eftirlit umborð á
ferjuni millum Fiskebøl og Melbu leygardagin, og tað vísti
seg, at yvirmaðurin, sum hevði vakt á brúnni, var ávirkaður.
Sambært blaðnum VG er tað fyrstu ferð, at løgreglan í
Nordland hevur skuldsett ein yvirmann á einari ferju fyri
rúsdrekkasigling.
Sleppur ikki at landa í Føroyum
„Engey“ er størsta fiskiskip í Íslandi. Tað er 105 metrar langt og 20 metrar breitt og kann frysta millum 200 og 250 tons um samdøgrið. Skipið hevur eisini
mjølverksmiðju. „Engey“ er smíðað í Spania í 1994 og bleiv keypt til Íslands í fjør vár
Allur fiskur, sum íslendsk
skip veiða úr stovnum,
sum lutvíst ella fult halda
til í íslendskum sjóøki,
skal landast innanlands
og vigast í innlendskari
havn.
(Brot úr altingslóg nr. 57
frá 3. juni 1996)