Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 219 - 13. november 2006 Tað er altíð óheppið, at nøk­ur børn eru dottin niðurímillum. Men slíkt kann henda. Hetta sigur lands­stýrismaðurin í Menta­ málum Jógvan á Lakjuni. Fyri mær ljóðar tað, sum um hann er bilsin, at slíkt kann henda. Og her má eg siga, at eg gjørdist mál­ leys og vil tí gera vart við, at hetta er í beinleiðis andsøgn við sannleikan. Jógvan á Lakjuni visti full­væl av, at hetta fór at verða avleiðingin av, at barna­garðurin á Skúlanum á Trøðni bleiv niðurlagdur. Her skal leggjast afturat, at tað ikk i bert eru nøkur fá børn, ið eru dottin niður­ ímillum, tað eru fleiri ym­iskir grásonubólkar, sum nú eru uttan eitt veru­ ligt tilboð. Hetta vita bæði Jógvan á Lakjuni og Hans Pauli Strøm. Hans Pauli Strøm átti eisini at vita, at óneyðugt er at seta ein bólk at kanna hetta málið, hetta kann loysast í morgin við at seta fleiri fólk í smábarnadeildini á Skúlanum á Trøðni. Um hetta tilboð so verður sam­ skipað við einum frítíðar­ tilboði eftir skúlatíð, so er ein virðilig loysn her. Í meðan kann so ein bólkur arbeiða við at finna fram til bestu loysnina fyri hesi børnini. Og eg haldi tað er sjálvsagt, at starvsfólki í smábarnadeildini á Skúl­ anum á Trøðni eru við í hesum arbeiði. Nú tosað verður um til­ boð til børn við serligum tørvi, kann eg ikk i lata vera við at nevna ein ann­ an grásonubólk og tað eru rørslutarnaðu børnini, ið hava brúk fyri einum góðum uppvenjingartilboð. Her gjørdu vit á Skúlanum á Trøðni eina roynd fyri knapt 2 árum síðani saman við Landssjúkrahúsinum. Hetta var eitt sokallað Petø uppvenjingarskeið. 12 børn í Føroyum vórðu knýtt at hesum tilboð og tað kostaði kr. 43.000,- ið Almanna- og heilsumálaráði játtaði at gjalda. Tá vit so skuldu gera eina uppfylging av hesum tilboð, bar ikk i til, ongin peningur og ongar heimildir eru at halda slík skeið í Føroyum. Men at brúka meira enn 1 millión krónur at senda fólk av landinum til líknandi uppvenjing er í fínasta lagið. Almanna- og heilsumálaráðið leggur ikk i í at spara ½ millión við at lata tey yngru børnini fáa uppvenjing her heima. Í sambandi við tilboð til børn við serligum tørvi, skal eg at enda nevna svimji­ hylin í Skúlanum á Trøðni. Hylurin bleiv stongdur fyri næstan 2 árum, tí hann ikk i leyk heilsufrøðiligu krøvini. Enn er hylurin stongdur og lítið røkist fyri at hylurin opnar aftur. So tit landsstýrismenn, ið varða av hesum, gerið eitt sindur meira enn at ásanna og hopa, setið virðingina fyri tí einstaka menniskjanum ovast á dagsskránna. So skulu vit gera tað vit duga best, nevniliga at greina, menna og stimbra børn við serligum tørvi. Hetta vikuskiftið varð eitt av teimum mest blóð­ ugu við tíggjutals deyðum í Irak. Allir partar í hesum syndarliga stríði eru á einum máli um, at her má okk urt gerast fyri at steðga drápunum. Bæði irakiska stjórnin, USA og tess sameindu og grannalondini við siga seg vilja virka fyri, at hópdrápini á sivil fáa eina enda. Okk urt er so eisini, ið kundi bent á, at vón er fyri broytingum. Í USA hevur einvísi politikk urin í Irak fing­ið eitt dygt skot fyri bógvin, nú demokratarnir vunnu miðvalini, so dygt, at verju­málaráðharrin Rumsfeld er koyrdur frá. Hetta meta eygleiðarar vera eina fortreyt fyri at lata hurðar upp og dialogin í gongd aftur. Tað er eingin loyna, at ”heykapolitikk urin” hjá Rumsfeld hevur ikk i hjálpt til at fáa frið í Irak, tvørturímóti. Roknast má við at trýstið frá demokratunum fer at verða so stórt, at eisini onnur heykahøvd fara at rulla, eitt nú Bolton, ið er umboðið hjá USA í ST. Júst amerikanska valið kann vera ein borgan fyri, at politikk urin fer at verða endurskoðaður. Tó roknar eingin við, at USA koyrir í sekk in við tað sama. Landið, sum byrjaði alt hetta, hevur eitt forpliktilsi at tryggja, at irakiska fólkið ikk i verður slept uppá fjall. Tann dialogur, ið sigst er byrjaður millum sameindu í Irak og grannalondini Sýrialand og Iran er eitt týðandi stig. Hesi eru ikk i júst vinalond hjá USA, men harðskapurin og drápini í Irak eru vorðin so mikil stór hóttan, at neyðugt er at fáa londini í økinum at hava ein meira virknan lut í at fáa frið. Hetta kann tykjast eitt sindur bakvent, nú nettupp hesi lond hava fingið skyldina fyri at stuðla uppreistri í Irak og Ísrael. Nú fáa vit so at síggja, hvat hesi lond hava at bjóða. Givið er at tey kunnu vinna størri virðing í Vesturheiminum, um tey vilja geva USA og tess sameindu í Irak eina hjálpandi hond. Kanska hava tey eisini brúk fyri tí sjálvi. Um hetta so eisini fer at leggja trýst á Vesturheimin at slaka við krøvunum til iransku kjarnorkudubbingini er óvist. Undir øllum umstøðum er rætt at lata hurðar upp tvs. fáa ein meira virkan og beinleiðis dialog millum Vesturheimin og sokallaðar ”røvarastatir”. Tann harða linjan og hóttanin við bæði hernaðarligum og øðrum tiltøkum eigur at verða endurskoðað og tann semjusøkjandi dialogurin eigur at fáa betri dagar. Demokratiski valsigurin í USA var møguliga júst tað, sum skuldi til. Sosialurin Endurskoða Irakpolitikkin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. fysioterapeutur, Skúlin á Trøðni Augusta Mikkelsen SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Tað er við ringum tannabiti at eg skrivi hesi orð, eina­ mest tí eg lætt komi í vanda fyri sjálv at blíva primitiv. Tað harmaði meg og gjørdi meg sera illa við, (og eg veit at fleiri onnur høvdu tað á sama hátt), at hoyra teg frá tingsins røðarapalli fyrradagin tosa við áhoyrarar og tíðindafólk í tingsalinum eins og vóru tey óynskt her. Hvør ert tú at siga við fólk, at tí tey eru danir eru tey drápsmenn og at tey als einki hava at gera her í okk ara paradísi. Heilt erligt Jenis, um ikk i áður, so fórt tú so dyggiliga av sporinum hesaferð. Sum Arm­garð Arge segði í morg­ unsendingini í morgun, so merkir ”at synda” at skjóta við síðuna av. Eg haldi at tú skeyt so sera langt við síðuna av hendan dagin ítinginum. Eitt er at tú hevur tína egnu áskoðan á samkynd, men at leggja onnur fólkasløg undir at vera harligar drápsmenn og óynskt í Føroyum, tað er ov langt úti. Um tú heldur tað rættvísger harligar hand­lingar á gøtunum í Føroyum, at tín vinmaður var fyri harskapi á gøtunum í Danmark, so skjýtur tú eisni við síðuna av her. Eg vildi mett at tað eru heilt greiðar mannagongdir fyri hvussu man uppførir seg og hvønn man tosar við í tinginum, og um eg ikk i taki feil, so tosar man við tingformannin og ting­ limirnar og ikk i við áhoyr­ arnar í salinum. Heldur ikk i eigur tingfólk at aftra seg fyri, at orðini sum verða borin framm verða hoyrd víða um. Tá tú samstundis dømir okk um, sum hava eina aðra áskoðan enn tú, við halgu­ bók, ræðist eg. Eg komi í tenkar um Sharia-lógina, sum vit alt ov ofta hava sæð brúkta sum vápn úti i heimi, til at drepa 1000. tals ósek menniskju við og til at rættvísgera ekstremar fundamentalistiskar handl­ ing­ar. Vit eru mitt í eini al­heims­ gerð og vilja innlima okk ­ um sum serstaka tjóð í felagskapir kring heimin, har vit vilja virka fyri friði og rættvísi millum menn­ iskju og lond, bæði hvat viðvíkur okk um og onnur. Vit fordøma harð­skap, deyða­revsing og dálk­ing og vija sýna øllum fólka­ sløgum virðing. Og alíka­ væl eru vit komin so stutt. Okk ara ynski um frið og rættvísi røkk ur ikk i so langt, tí í Føroyum dømast einstaklingar av teim fólka­ valdu, og skulu tola at verða bukað vegna sína kynsligu sanføring uttan at tala. Mítt ynski er, at politik­ arar føra politikk og at prest­ar og prædikumenn føra Guðs orð fram, hvørt á sín­um stað. Jógvan á Lakjuni ásannar og Hans Pauli Strøm vónar… Maud Wang Hansen Opið bræv Til Jenis av Rana!