Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 13. november 2006 11 tíðindi Hesir báðir hava í vikuni havt hvør sína áhugaverda og sakliga blaðgrein, sum aftursvar upp á blaðgrein mína í farnu viku, ið bar heitið “ver tolsamur, tín tali­ bani”. Báðir gera meg tó óbein­ leiðis ella beinleiðis til talsmann fyri nei- síðuni í § 266b- kjakinum, og brúka síðani nógva orku upp á, at tala fyri ja- síðuni. Eg nevni annars ogna staðni í blaðgrein míni nakað, um mína persónligu støðu til júst hendan spurning??? Útsagnirnar hjá báðum um mannarættindi (alt gott um hesi) v.m. sum heim­ildar­ grundarlagi eru absoluttar. Er tað ikki júst hetta sum partar av nei- síðuni verður brigslað fyri at nýta sum grundarlag fyri sínum hugsanum? Sjálvmótsøgn? Tá eg í blaðgrein míni sipaði til aktuella kjakið um § 266b í revsilógini, varð tað nevnt sum dømi at lýsa mín høvuðsboðskap – sum yvirskriftin og niðurstøðan eisini sigur frá – at tað er ótolsamt at koma við útsøgnum sum t.d. “ver tolsamur, tín talibani”. Leggj­ast kann aftrat, at eru slíkar útsagnir sagdar av forsprákara fyri tolsemi, er útsøgnin haraftrat ein sjálv­ mótsøgn. Viðmerking til Heina í Skorini og Hans Andrias Sølvará Løgfrøðingur, Hoyvík Jens Wang Eg var ein av teimum hepnu, sum slapp at sita á áhoyraraplássunum undir løgtingsviðgerðini, sum skuldi snúgva seg um, hvørt orðini ”seksuel orientering” skulu skoytast upp í § 266b í revsilógini. Eg gjørdist skelkað av at hoyra Jenis av Rana sitera bíbliuna frá tingsins røðarapalli, har hann ser­ stakliga hávirdi Lot. Jenis, tú segði bara helvt­ ina av søguni. Tú tagdi um, at Lot jú framdi blóðskemd (incest) og fekk børn við sínum egnu døtrum! Og hetta var søgan, tú brúkti at styrkja tínar grundgevingar fyri at forða samkyndum føroyingum í at fáa betri kor! Moralur er góður – dupult­ moralur ringur! Hvør er t. d. tín viðmerk­ ing til, at ákæra í hesum døgum er reist móti 4000 prestum kring um í heim­ inum fyri at hava framt pædo­fili? Er tað ikki tí­verri soleiðis, at pædofili og incest ov ofta kemur fyri í umhvørvum, sum eru fongd av ógvusligum og klaustrofobiskum religi­øsi­ teti? Tað vísir seg jú, at tess meira man háðar, fordømir og niðurger onnur, jú meira hevur man sjálvur at goyma....? So Jenis, hóast eg eisini havi hvassar atfinningar móti løgtingsins formanni fyri ikki at passa sítt ar­beiði – við at steðga tær í tíni fundamentalistisku og átrúnaðarligu prædiku frá einum parlamentariskum røð­ara­palli - so var eg kort­ ini glað fyri, at tú segði, sum tú gjørdi. Tað fær meg nevniliga at gruna, at okkurt man vera, sum tú hevur at goyma – tí tjóvur trýr jú, at hvør maður stjelur, ikki so? Og hvat billar tú tær inn, tá tú samanber samkynd við pædofil??!! Tú kanst ikki vera SO óupplýstur (ert tú ikki lækni eisini?), at tú ikki veitst, at homoseksualitetur merkir, at tvey javnstøðug vaksin menniskju forelska seg í hvørjum øðrum. Tað hevur EINKI við pædofili og blóðskemd móti børnum at gera! Men hetta roynir tú at fjala fyri tíni meinigheit og fólkinum í Føroyum – tøgn er gull, er tað ikki soleiðis, tú vilt hava tað at vera í Føroyum? Til frama fyri hvønn...? Fyri børnini og teirra rættindi???? Eg haldi eisini, at tín há­virðing av Lot og hansara pædo­fili er óhugnalig og vamlislig – hugsa sær, at tú troystar tær framman fyri eygunum á teimum ungu, ið sótu har á áhoyrara­pláss­ unum saman við mær, og sum tú fleiri ferðir talaði beinleiðis til....gys... Moralur er góður – dupultmoralur ringur! Karin Egholm Løgtingsformaðurin Her Tórshavn, 9. november 2006 Á tingfundinum 8. no­vemb­er 2006 vóru munn­ligir fyrispurningar á skránni. Sambært ting­ skip­anini og ásetingum løg­ tingsformansins, høvdu ting­ fólk úr Tjóðveldis­flokkinum sent Løgtingsskrivstovuni fyrispurningar innan kl. 11.30 dagin fyri. Teir vóru eftirkannaðir á Løg­tings­ skrivstovuni og sendir avvarðandi landsstýris­monn­ um, ið sostatt høvdu eitt samdøgur at fyrireika síni svar, sambært reglunum. Tó fóru tvær hendingar fram á fundinum, sum eftir okkara tykki undirgrava rættin og skylduna hjá ting­ fólki at kanna og viðgera týdningarmikil mál, at fáa allar upplýsingar í ljós og at hava neyðuga eftir­ litið við landsstýrinum. Hendingarnar skeikla javnvágna millum tingið og útinnandi valdið og er í okkara eygum greitt brot á ásetingarnar í tingskipanini um munnligar fyrispurningar til løgmann og landsstýrismenn og allar siðvenjur. Tí verða hendingarnar hervið kærdar til Edmund Joensen, løgtingsformann, við áheitan um, at greið skrivlig niðurstøða verður gjørd um lutirnar í kæruni. Óli Breckmann støðgar fyrispurningi vísandi til av­gerð í formansskapi og skírir hann “sirkus”og “glantri­leik”, og strikar síðani annan fyrispurning av skránni við somu grund­ geving Høgni Hoydal hevði sent tveir fyrispurningar til løgmann inn rættstundis um skattapolitikkin hjá landsstýrinum. Teir vóru kannaðir á Løgtings­skriv­ stovuni, sendir løgmanni og settir á yvirlitið yvir spurningar, ið vórðu býttir út á tingfundinum. Talan var um tveir fyrispurningar sum av røttum vórðu sett­ir løgmanni, tí báðir snúðu seg um tær polit­ isku grundgevingarnar hjá samgonguni fyri ógvis­ ligum búskaparpolitiskum og sosialpolitiskum til­ tøkum.  Men tá tíðin var komin til fyrispurningarnar, fyrsti spurningur settur fram og tingfólk høvdu teknað til at taka lut í viðgerðini, boðaði løgmaður frá, at hann ikki helt seg vera tann rætta at svara, men vildi heldur havt spurningin beindan til landsstýrismannin í fíggj­ armálum. Síðani tók Óli Breck­mann, sum sat í formansstólinum, orðið, og boðaði frá, at formansskap­urin hevði viðgjørt gongdina við fyri­spurningum (sum hann nevndi “sirkus”), og at semja var um, at orða­ skiftið skuldi støðgast og ongin tingmaður fekk orðið. Óli Breckmann legði úr formansstólinum Høgna Hoydal undir tilætlað at hava sett skeivum persóni fyrispurningin. Høgni Hoydal fekk tó orðið og mót­mælti framferðini og avgerðini hjá Óla Breck­mann. Eftir hetta mótmæltu fleiri tingmenn høviskliga úr salinum og vístu á tingskipanina og siðvenjur. Øll mótmæli vórðu kveistrað til viks, og Óli Breckmann tók síðani uttan nakra viðgerð annan spurningin hjá Høgna Hoy­ dal av skrá.  Hetta er eftir okkara meting: Greitt brot á ting­ skip­anina: Sambært ting­skipanini §52 er ongin heimild at støðga tingviðgerð av munnligum fyrispurningi. Í stk.3 er ásett, at løgmaður ella lands­stýrismaður kann boða frá, at hann ikki svarar munnliga, men vil hava spurningin settan sum skrivligan fyrispurning. Kortini er ongin heimild, at nokta tingmonnum orðið av hesum ávum. Í hesum føri bað løgmaður ikki um spurningin skriv­ liga, men vildi hava ann­ an landsstýrismann at svara. Ongin heimild er at støðga fyrispurningi av tí at løgmaður ella lands­ stýrismaður vil hava annan at svara ella at nokta ting­ monnum orðið av hesum ávum. At løgtingsformaðurin viðvíkjandi seinna spurn­ inginum, tekur hann av skrá, uttan at hann er munnliga settur fram ella løgmaður hevur svarað, er brot á alla §52, stk. 1-3. Grovt brot á góðan tingsið: Óli Breckmann tos­ aði sum sitandi formaður niðrandi og háðandi um bæði spyrjara og fyri­spurn­ ingarnar og nýtti orð, sum “sirkus”, “glantri­leikur”, “spyrja í eyst”, “spurningar settir skeivum persóni við vilja” o.a.m. Brot á siðvenjur og talu­frælsi tingmanna: Um tað ikki ber til at seta løgmanni spurningar um tær politisku avgerðirnar og grundgevingarnar hjá landsstýri og samgongu, so er tað brot á talufrælsi tingmanna og allar siðvenjur. Løgmaður hevur sambært stýriskipanina evstu ábyrgd­ ina av embætisførslu og arbeiði landsstýrisins. Løg­menn hava altíð bæði í munnligum og skriv­ ligum fyrispurningum svarað um politikkin hjá sam­gonguni á ymsum økjum sum skatt, mentan, útlendingamál, vinnumál, heilsumál, almannamál o.a. Skulu tílíkar siðvenjur broytast kann ein sitandi løgtingsformaður ikki bert broyta tað í mitt und­ ir einum tingfundi. (At løgmaður ikki svarar er eisini meiningsleyst um vit samanbera við onnur lond. Eitt nú svarar danski forsætisráðharrin so at siga hvønn miku­dag fyrispurningum í Fólka­ ting­inum um politisku grund­gevingarnar hjá stjórnini fyri øllum lógar­ broytingum, ætlanum, útsag­num hjá øðrum ráð­ harrum, floksfeløgum o.s.fr. Um tingmenn frá fólka­tingsformanninum ikki høvdu fingið orðið, bert tí forsætisráðharrin nokt­aði at svara, hevði tað veri­ð óhoyrt.) Ósannar grundgeving­ ar: Ongin fráboðan og skjal­festing sæst um, at henda avgerðin hjá Óla Breckmann er stuðlað av formansskapinum ella av valda løgtings­formann­in­ um, Edmundi Joensen, soleiðis sum Óli Breckmann bar fram undir avgerðini. Brot á skyldur løgtings­ formansins: Uppgáva løg­ tingsformansins er at halda tingskipanina og tryggja tingfólki rætt at útinna sín rætt og sínar skyldur. Løgtingsformaðurin fer í hesum føri í part við útinnandi valdinum og løgmanni, sum úttalaði seg niðrandi um spurningarnar frá tingfólki, og gongur sjálvur á odda fyri at bróta tingskipan, tingsið og sið­ venjur. Formaðurin átti eftir okkara tykki at vart tingskipanina og rættindi tingmanna og ístaðin átalað løgmann fyri sína framferð og vanvirðing av skipanini við munnligum fyrispurningum. Løgmaður noktar at svara fyrispurningi vísandi til, at hann er ein ”vittig­ heit” Á sama tingfundi hevði Torbjørn Jacobsen, ting­ maður, sett fram fyri­ spurning um leiklut løgmans og landsstýrisins í viðgerðini av Irak-kríg­ num. Fyrispurningurin var rættstundis latin inn, eftirkannaður og sendur løgmanni. Men tá løgmaður fekk orðið, noktaði hann at svara spurninginum og skírdi hann ”eina vittigheit”, Harafturat niðurgjørdi hann alla gongdina við spurn­ ingum til løgmann og lands­ stýrismenn. Løgtingsformaðurin átal­ aði ikki løgmann fyri hesa vanviðring av tinginum. Ístaðin fingu tingmenn eina generella átalu undir viðgerðini fyri ikki at ”vanda sær um orðini”. Samanumtikið kann tað als ikki góðtakast, at løgmaður vísir tinginum, tingskipanini og tingfólki slíka vanvirðing – og at løgtingsformaður heldur enn at átala løgmann, letur seg stýra av útsagnum frá útinnandi valdinum, sum Løgtingið skal hava eftirlitið við. Vinarliga Høgni Hoydal Torbjørn Jacobsen Annita á Fríðriksmørk Páll á Reynatúgvu Finnur Helmsdal Karsten Hansen Heidi Petersen Hergeir Nielsen Kæra um tingviðgerðina av munnligum fyrispurningum á tingfundinum 8. november 2006